Húsarhaldsposarnir á Toftum, Nesi, Saltnesi, Kambsdali og í Fuglafirði, sum vanliga verða heintaðir týsdag, verða heintaðir mikudagin 12. mai.
Nú ber til at lesa samtyktirnar frá bygdaráðsfundinum 26.04.2021
Sí leinkju her:
Nýggjur føroyskur 3D animatiónsfilmur um sálarliga heilsu
Fólkaheilsuráðið hevur í dag almannakunngjørt ein nýggjan 3D animatiónsfilm.
Filmurin er knýttur at verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu.
Í filminum síggja vit tveir figurar, sum vísa, hvussu ein kann gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum, við at fylgja boðskapunum um at vera virkin, saman og hugbundin.
Filmurin er fyri øll, um tú ert ungur ella eldri, hevur góða sálarliga heilsu ella minni góða sálarliga heilsu.
Her er leinkja til filmin.
Hjartaliga vælkomin
Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, bjóðaði vælkomin, tá ið bátarnir komu í Oyrarnar á Bátafestivalinum tann 1. mai 2021
Góðu gestir og bygdafólk!
Hjartaliga vælkomin í Oyrahavnina á Toftum í Nes kommunu!
Síðan 2005, tó undantikið í fjør vegna Korona, hevur fyrsta vikuskiftið í mai verið eitt serligt vikuskiftið fyri bátafólk og onnur. Ársins fyrsti møguleiki at savna bátar og fólk til hugnaliga samveru à Toftum. Vaksin og børn kunna njóta dagin, góðu búffarnar av grillini, kaffi og matsølu, hoppiborgir, tónleikin, mótasýning o.m.a.
Í ár eru ávísar avmarkingar vegna heilsufakligu tilmælini í samband við Korona. Men fyrireikararnir hava, saman við kommununi, sum í vikuni skipaði fyri árligu várdøgunum, lagt nógv fyri at fyrireika hendan dagin so væl, at vit øll í felag kunnu fáa ein góðan dag saman – bæði í álvara og gaman. Bátafestivalurin er við árunum vorðin ein partur av okkara samleika í Nes kommunu.
Tað er altíð ein vøkur sjón at síggja so nógvar og snotuligar bátar og før sigla eftir Skálafjørðinum. Í 2019 kundu vit njóta hesa sjón, bæði tá íð Bátafesstivalurin eins og tá íð Føroya Regatta var, tá ið føroysku træseglskipini vóru her á fjørðinum og eisini vitjaðu her á Toftum. Eitt sera hugnaligt og gevandi tiltak, sum vit minnast afturá við takksemi. Í fjør var eingin Bátafestivalur, men tað var hugnaligt at vera við til konvoysiglinga á Skálafjørðinum 16. mai í fjør í sambandi við, at tað vóru 75 ár liðin, síðani annar veraldarbardagi endaði.
Dagliga síggja vit mong skip bæði fara inn og út eftir Skálafjørðinum, longsta og besta fjørði Føroya, fjørðinum, sum eisini er kendur við navninum Kongshavn.
Hvussu gamalt navnið Kongshavn er – og hvør uppruni tess er, er ikki heilt greitt. Navnið finst tó í skjølum longu frá 1650, har sagt verður, at Kongshavn er frá syðra parti av Skálafjørðinum.
Siglir tú inn eftir Skálafjørðinum og ert komin inn um Garðsenda á Toftum og Raktanga á Strondum, so ert tú komin í Kongshavn. “Den længste fjord og samtidig tryggeste ankerplads…..” skýra fróðarrit Skálafjørðin. Skálafjørðurin er longsti fjørður Føroya. Hann er 13 km av sandinum í Skálafirði í beina linju út í Raktanga og 18 km út í Eystnes.Tað er tí heldur ikki so løgið, at Skálafjørðurin hevur verið skipum lívd og vernd síðan Tróndar dagar.
Mangar sagnir og søgur eru knýttar at Kongshavn ella Skálafjørðinum. Eftir mannasøgn høvdu Tróndur í Gøtu og skeggjar hansara skip síni liggjandi við Skipanes og inni í Akkersvík á Skála. Hesi staðarnøvnini benda á, at her hava menn kent seg tryggar at hava skip liggjandi.
Fyrsta atløgubryggja á Skálafjørðinum, har stór skip kundu leggja at, var á Skipanesi. Bryggjan varð bygd í 1914. Ásannast má, at síðan tað hevur verið stór framgongd við atløgubryggjum kring allan fjørðin.
Tá ið føroyingar av álvara fóru at keypa skip fyrst í 1900-talinum, sást skjótt, at skipað viðurskifti máttu fáast í teimum ymsu havnunum, og í tí sambandi vórðu havnareglugerðir gjørdar.
Tann 18. okt. 1913 kemur í gildi lóg um Kongshavn (Skálafjørðin) sum skipahavn. Sambært hesi lóg skuldu kommunurnar fram við Skálafjørðin velja eina nevnd at hava ábyrgd av havnaviðurskiftunum. Henda nevnd hevði sín fyrsta fund tann 7. februar 1914 og fekk navnið Kongshavnar Havn og er virkin enn.
Vit, sum búgva her á landi, byggja land. Vit skapa møguleikar fyri at liva her á landi. Tað hava eisini tey gjørt, sum livdu fyri okkara tíð – ella sum undan okkum fóru. Korini hava hava verið sera ymisk gjøgnum tíðirnar at náa hesum máli.
Tað vóru nøkur, sum gingu undan og løgdu lunnar undir tað samfelagið, sum er okkara í dag. Tað dirvi og áræði, sum forfedrar okkara hava víst í arbeiði á sjógvi og landi, er prógv fyri hesum. Ofta vóru menninir burtur stóran part av árinum, meðan møður, ommur og aðrar kvinnur, sum heima vóru, uppaldu børnini og tey ungu at taka ábyrgd, eisini, tá ið menninir ikki bóru boð í bý. Ofta varð hetta gjørt undir sera trongum korum. Men hóast hjálpin frá samfelagnum var lítil og ongin til likams og sálar fyrr í tíðini, so var hjartalagið og hjálpsemi har, ikki við so mongum orðum, men í verki. Fólk stóðu saman, eisini – tá ið harðast leikaði á.
Í dag er 1. mai, ið er altjóða arbeiðaradagur. Í Føroyum eins og kring um í frælsa heiminum verða røður hildnar og tiltøk skipaði, sum varpa ljós á søguna og stríðið, sum arbeiðandi fólkið mátti fara ígjøgnum til tess at vinna sær tey rættindi, sum vit í dag halda vera sjálvsøgd.
Vit eiga tí at minnast hesar forfedrar okkara, kvinnur og menn, við stórari virðing og stórum takksemi. Okkara forfedrar løgdu lunnar undir okkara vælferðarsamfelag. Vit eiga ikki at lata søguna doyggja.. sum vit syngja, men framvegis og áhaldandi eiga vit saman, sum nú eru uppi á døgum, at byggja land við og eftir teimum umstøðum, vit hava – og harvið gera Føroyar og okkara kommunu til eitt gott stað at búgva í hjá øllum okkara fólki.
Nú vit eru stødd í Oyrunum á Toftum, vil eg nevna handils- og reiðaravirkið hjá D. P. Højgaard, størsta handilsvirkið á Skálfjørðinum og millum tey stóru í Føroyum – enntá onkuntíð tað størsta. Virksemið byrjaði Dánjal Petur Højgaard og konan í 1904. Hetta er bara eitt dømi um undangongufólk í okkara kommunu.
Dánjal Petur var 32 og konan 31 ár, tá ið tey fóru undir handilsvirkið í Oyrunum. Bæði høvdu góða barlast at fara undir hetta virksemi. Dánjal Petur hevði tá longu nógvar lívsroyndir, bæði frá sluppfiskiskapi og arbeiði á landi. Hann hevði verið 11 ár til lands í Íslandi og vunnið væl av pengum. Hann var av allar, allar raskastu monnum, framtaksmaður og neistin at stovna egið virki og bróta upp úr nýggjum, kveiktist í Íslandi.
Tá ið eg var smádrongur í 1960-unum blómaði fyritøkan, sum tá kallaðist D. P. Højgaards Eft. Yngra ættararliðið hevði tikið við og ført førningin inn í nýggju tíðina við alsamt fleiri skipum, turkihúsi, nýggjum og fjøltáttaðum handlum, bæði her á Toftum eins og í Runavík. Á havnalagnum í Runavík var stór útbygging gjørd til at fremja teirra virksemi á sjónum. D.P. Højgaards Eftf. gingu á odda m.a. við at lata Vesturhavið Blíða byggja í 1956. Hetta var fyrsta stállínuskipið, sum kom til landið. Reiðaravirkið á Toftum var víða kent.
Her í Oyrunum var lív í. Eg minnist aftur á tíðina við stórum takksemi. Allar upplivingarnar í handlinum, í Turkihúsinum, á Garnaloftinum, men ikki minst í sjálvari Oyrahavnini. Mangir bátar róðu út og fleiri royndu eisini við sildagørnum. Her í Oyrunum kveiktist áhugin hjá mongum smádreingi til sjógvin. Egningin var ein stóru partur av gerandisdegnum hjá okkum. Tað hevði verið stuttligt at sæð, hvussu stór rúgvan av fiski og sild hevði verið, um vit samlaðu alt í eina rúgvu, sum er komið upp her í Oyrahavnini.
Onki kemur av sær sjálvum. Sjáldan, ella ongantíð, kann nakar fremja nakað einsamallur. D. P. Højgaards Eftf. dugdu eisini væl at fáa gott fólk afturat sær, bæði á sjógvi og landi. Tí blómaði fyritøkan í mínum barnaárum.
Vit liva nú í eini aðrari tíð, og fortreytirnar hjá vinnulívinum broytast. Tað hevur eisini gjørt seg galdandi her í Oyrunum eins og í øllum samfelagnum Menningin í samfelagnum hevur verið ómetaliga stór í mangar mátar. Nú húsast annað virksemi t.d. í Oyrahandlinum. Men aftur her ger tað seg galdandi, at onkur skal ganga á odda. Saman við góðum og dugnaligum starvsfólki í fyritøkuni hevur Navia megnað at ment seg so nógv, at fyritøkan ikki bara er kend í Føroyum, men eisini í mongum londum uttanlands.
Her vit standa í Oyrunum heldur byggifyrtøkan KBH til. Eisini her er tað sama galdandi, at onkur skal ganga á odda og fáa gott fólk afturat sær, fyri at fáa fyritøkuna at blóma.
Eg kundi hildið á at nevna dømi, men stundir eru ikki til tað. Men sum heild kann sigast um okkara kommunu, at vit upp gjøgnum tíðina hava verið heppin at hava eldsálir, sum hava gingið á odda – og ikki minst, hava dugað at fáa fólkið at standa saman um tær ymsu uppgávurnar. Stórverk er framd í okkara kommunu, sum als ikki høvdu verið møgulig, um bygdafólkið ikki hevði staðið saman. Hetta hevur verið til gagns fyri okkum øll og til heiðurs fyri Nes kommunu.
Í Nes kommunu standa vit eisini saman um Bátafestivalin. -Við hesum orðum fari eg at ynskja øllum, gestum sum bygdafólki ein góðan, hugnaligan og gevandi Bátafestival.
Hjartaliga vælkomin!
Várdagarnir halda fram
Fríggjakvøldið
Kl. 19-22: Sangløta í teltinum. Felagssangur, kór og einstaklingar.
Kl. 22-24: Ungdómstiltak
Leygardagin:
Bátafestivalur
Víst verður til skránna
Kl. 21-02: Ungdómshúsið hevur opið
Katrin Poulsen gevst eftir 35 ár
Katrin Poulsen gevst vegna aldur, eftir at hon hevur verið í starvi hjá Nes kommunu í samfull 35 ár.
Katrin Poulsen varð sett sum dagrøktarleiðari í 1986. Hon var í hesum starvi til í 2016, tá ið Dagrøktin varð niðurløgd, tí vøggustovan kom í Barnagarðinum. Sostatt var Katrin dagrøktarleiðari í 30 ár. Seinastu fimm árini hevur Katrin starvast í Barnagarðinum.
Á lítlari samkomu í morgun hugleiddi Súni í Hjøllum, borgarstjóri, um gongdina og stóru broytingina innan barnaansing eins og útbyggingar í Nes kommunu í hesum sambandi tey seinastu 35 árini.
Síðan handaði borgarstjórin blómur, takkaði vegna Nes kommunu Katrini fyri trúgva og drúgva tænastu, ynskti henni blíðan byr og framhaldandi Guðs signing á lívsleiðini.
Gongutúrurin avlýstur!
Gongutúrurin eftir Kambinum í dag er avlýstur vegna veður.
Seinni í vár er ætlanin at gera túrin, og lýst verður við hesum.
Nes kommuna
Stór felagsvenjing á Svangaskarði hósdagin kl. 17:00
Í sambandi við Várdagar í Nes kommunu skipar B68 fyri felagsvenjing og spølum á Svangaskarði hósdagin 29.04, kl. 17:00.
Tiltakið hevur verið á skránni fyri Várdagar í Nes kommunu í fleiri ár, og hevur undirtøkan altíð verið sera góð. B68 vónar sjálvsagt, at undirtøkan verður eins góð í ár.
Eftir venjingina bjóðar Nes kommuna børnunum Sunkist og okkurt søtt, og kaffi verður sjálvsagt til foreldrini.
Fjepparafelagið Reyði Pantarin hevur sølubás, og hava allir B68 fjepparar eisini møguleika at ogna sær alskyns B68 lutir. Fløgg, dunkar, koppar, húgvur, lyklaringar o.a. verður til sølu.
Tað verður eisini møguleiki at passa, bíleggja og gjalda nýggju B68 frítíðardraktina frá MOTUSSPORT frá kl. 16:00.
Fyriskipararnir gleða seg at síggja nógv børn og foreldur á Svangaskarði í morgin kl. 17:00!
Várdagarnir í Nes kommunu halda fram
Almenni bygdaráðsfundurin fluttur til kl. 20
Almenni bygdaráðsfundurin í dag, 26. apríl, er útsettur til kl. 20 í kvøld.