At gera nakað gott fyri onnur

Væl av fólki møtti til móttøkuna í góðveðrinum við Undirhúsið á Toftagjógv, tá ið TR-Føroyar vitjaðu í dag

Menninir í Undirhúsinum sungu, borgarstjórin bar fram heilsan og Súnfríð Jacobsen, súkklari, tók ímóti gávu frá Nes kommunu og greiddi frá um ferðina í ár. Kommunan bjóðaði kaffimunn og okkurt gott til børnini.

—————————–

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, bar fram hesa heilsan, tá ið TR-Føroyar vitjaðu Nes kommunu 8. juli 2021 .

Tá ið farið er um longsta dag, og vit hava hásummar, plaga vit her á Toftum tey seinastu árini at fáa vitjan av TR-Føroyar súkklarunum. Soleiðis er tíbetur eisini í ár. Vegna bygdaráðið í Nes kommunu og fólkið her býr, vil eg fegin bjóða tykkum – TR-Føroyar súkklarunum, at vera hjartaliga vælkomin á vitjan her á Toftum, nú tit í dag eru byrjaði tykkara ferð. 

Aftur í ár eru nakrir borgarar úr okkara kommunu við – og tað er vit í Nes kommunu bæði takksom og errin av.

 Í ár gongur leiðin ikki sum vanligt til París. Í fjør varð ferðin avlýst vegna Korona, og aftur í ár er Korona ein forðing. Í ár verður so súkklað í Danmark. – Ein long og avbjóðandi fyrireikingartíð er nú av, og nú er ein long, avbjóðandi og spennandi ferð fyri framman. 

Team Rynkeby er eitt norðurlendskt vælgerðar súkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París at savna inn pening til børn við álvarsligum sjúkum og familjur teirra. 

Team Rynkeby varð stovnað í 2002, tá ið 11 motiónsúkklarar, sum høvdu tilknýti til danska djúsframleiðaran Rynkeby Foods A/S, gjørdu av at súkkla til París at síggja endan á Tour de France. 

Rynkeby Foods var høvuðsstuðul á ferðini, og onnur virki stuðlaðu eisini. Fyrsta Team Rynkeby-liðið í søguni dugdi so væl at útvega stuðul, at tað hevði 38.000 kr í avlopi, tá ið liðið kom aftur til Danmarkar viku seinni. 

Peningin lat Team Rynkeby barnakrabbadeildini á Odense Universitetshospitali, og ein siðvenja sá dagsins ljós. 

Team Rynkeby telur nú 2.400 rørslusúkklarar og 550 hjálparar deilt út á 59 ymisk lið úr Danmark (19 lið), Svøríki (16 lið), Norra (10 lið), Finlandi (8 lið), Føroyum (1 lið), Íslandi (1 lið), Týsklandi (2 lið), Sveis (1 lið) og eitt altjóða lið við luttakarum úr fleiri londum í Evropa.  

Meginpartin av einum ári skulu súkklararnir ikki bert vera førir fyri at súkkla hesa longu ferð til París – teir binda seg eisini at arbeiða fyri at útvega pening til børn við krabba og familjur teirra. 

Peningurin, sum Team Rynkeby savnar í hvørjum einstøkum landi, fer óskerdur til Krabbameinsfelagið í tí einstaka landinum. Í Føroyum fer eisini ein partur til Børnecancerfonden. Hetta kemur av, at føroysk børn verða viðgjørd í Danmark og kunnu tí njóta ágóðan av limaskapi í Børnecancerfonden.

 Føroyska felagið hevur sum tað einasta í felagsskapinum víðkað vavið til eisini at fevna um børn við lívshættisligum hjarta og lungasjúkum. Somuleiðis verður eisini stuðlað børnum, sum hava mist foreldur síni vegna álvarsligar sjúkur. Hetta verður gjørt gjøgnum Beran. -Eisini verður latin stuðul til granskingarverkætlanir.

Onnur lond í Team Rynkeby felagsskapinum byrja nú eisini at hava føroyingar sum fyrimynd í hesum sambandi og stuðla breiðrari.

 Í 2020 savnaði Team Rynkeby felagskapurin íalt 65,5 mió. kr, harav 1,5 mió kr komu úr Føroyum. Síðan Føroyar komu við í 2014, hevur TR-Føroyar savnað inn 8,5 mió kr.

Hetta sera góða átak hevur alsamt fingið  dyggari  undirtøku millum fólk. Eitt veldugt íkast til bardagan móti krabbameini og/ella lívshættisligum sjúkum, sum enn hevur brúk fyri gransking, nýggjari vitan og nýggjari viðgerð. 

Eri sannførdur um, at orsøkin til, at tiltakið hevur fingið so dygga undirtøku í fólkinum, er, at felagsskapurin leggur dent á og hevur hildið fast við, at súkklararnir hava so bjørt og góð grundvirðir, ið byggja á 3 súlur: 

  1. At gera nakað sunt og gott fyri seg sjálvan
  2. At gera nakað gott fyri onnur
  3. At hava ein góðan og gevandi sosialan felagsskap 

Góðu luttakarar! Vit hava stóra virðing fyri tykkum og tykkara luttøku, tykkara stóra og mangan sera krevjandi arbeiði og íkasti. Vit eru takksom fyri, at tit vilja umboða Føroyar og føroyingar so væl í hesum góða altjóða tiltaki.

Við hesum fáu orðum vil eg vegna borgararnar í Nes kommunu ynskja tykkum blíðan byr og Guðs signing á ferðini, sum byrjar í dag.                                                                                          SíHj.

Tofta skúli, 1958-bygningurin skal klæðast

 

Í 2008 varð flutt inn í nýggjasta partin av Tofta skúla. Ætlanin var alla tíðina eisini at gera munandi ábøtur á 1981-bygningin beinanvegin. Tað var ikki peningur til tað tá, og tí varð samtykt, at hetta mátti gerast stig fyri stig.

Seinastu árini eru munandi ábøtur gjørdar í svimjihylinum eins og á útveggirnir á vestursíðuni í 1981-bygninginum.

Nývalda bygdaráðið, sum tók við í januar, ætlar eisini at fremja munandi ábøtur í skúlanum. Men hetta má gerast stig fyri stig.

Staðfest er í eini støðulýsing av 1958-bygninginum, at hesin er ikki tættur og  má tí klæðast.

Í samráð við Teknistovuna í Gøtu varð arbeiðið at klæða útveggirnar á 1958-bygninginum útboðið millum tríggjar arbeiðstakarar í vár.

Tá ið freistin at lata inn tilboð var farin tann 10. juni, vóru tvey tilboð komin.

Á bygdaráðsfundi tann 28. juni samtykti bygdaráðið at taka av lægra tilboðnum á kr. 842.835,- u/MVG, sum var frá byggifyritøkuni KBH á Toftum.

Ætlanin er at fara undir arbeiðið sum skjótast.

Teknistovan í Gøtu fer at hava eftirlitið fyri Nes kommunu.

 

 

 

 

Løðistøðir á Toftum

Løðistøðir verða í næstum settar upp við Toftagjógv

Nýggja bygdaráðið, sum tók við 1. januar, tók avgerð um at skipa eina nýggja nevnd við navninum Burðardygd. Nevndin skal arbeiða við at bera kommununa fram á leið innan grøna økið. Herundir eru mál innan umhvørvi, grøna orkuskiftið, burturkast, fríøkir og fólkaheilsu. Nevndin hevur havt sínar fyrstu fundir og hevur orðað endamál við nevndini, sum er skrivað inn í kommunustýrisskipanina. Harumframt hava mál verið viðgjørd um løðistøðir, skipan av endurnýtsluvirkinum, bokashi og ruddingardag og fólkaheilsudag í samband við várdagar. Komandi tíðina fer nevndin at nágreina nærri, hvørji mál kunnu setast fyri skeiðið. Vit eru ein lítil kommuna, men við einum miðvísum arbeiði kunnu vit gera góðan mun. Miðað verður ímóti at skipað málini í tráð við ST heimsmálini innan burðardygd.

Á Bygdaráðsfundi 28. juni varð einmælt samtykt at loyva SEV at seta upp tvær løðistøðir á parkeringsøkið við Toftagjógv. Samtyktin ber í sær, at Nes kommuna ger kaðalgrøvina, stoypir fundamentini til løðistøðirnar og frámerkir fýra p-básar til endamálið. Í fyrstu atløgu verður ein løðistøð sett upp í næstum.

 

 

LUTAÍBÚÐAFELAGIÐ Á KNEYSUM STOVNAÐ

TÍÐINDASKRIV FRÁ BÚSTØÐUM

Fyri tveimum árum síðani fór Bústaðir undir byggiverkætlanina á Kneysum á Toftum saman við Byggifelagnum KBH, Teknistovan Gøta og Nes kommunu. Talan er um verkætlan við tveimum bygningum, har tann eini er til leiguíbúðir og hin er til lutaíbúðir. Tíðliga í juni í ár yvirtók Bústaðir bygningin við átta lutaíbúðunum og gjár varð stovnandi aðalfundur í hølunum hjá KBH á Toftum, har lutaíbúðafelagið varð sett á stovn.

Seinasta heyst hevði Bústaðir kunnandi fund í skúlanum á Toftum um lutaíbúðaverkætlanina á Kneysum. Nógv fólk møttu til fundin, har greitt varð frá verkætlanini, um løgfrøðiligar spurningar viðvíkjandi lutaíbúðafeløgum, og um hvussu ein kundi koma á bíðilista til eina lutaíbúð. Tá freistin fyrr í ár varð farin at koma á bíðilistan, høvdu omanfyri 30 boða frá, at tey vóru áhugaði í at keypa eina lutaíbúð á Kneysum. Síðani varð skipa fyri lutakasti, fyri at finna raðfylgjuna á teimum, sum stóðu á bíðilistanum, og setti Bústaðir seg í samband við tey í teirri raðfylgjuni fyri at vita, um tey nú eisini vildu binda seg til eina íbúð.

Byggingin, har Byggifelagið KBH hevur verið heildararbeiðstakari, hevur gingið sera væl. Bygningurin við lutaíbúðunum var í samsvari við byggiverkætlanina liðugur tíðliga í juni, tá Bústaðir yvirtók bygningin. Í gjár, tann 30. juni, skipaði Bústaðir fyri at at tey, sum hava bundið seg til eina lutaíbúð, fingu dagførda kunning um íbúðirnar, og har Advokatskrivstovan gjøgnumgekk uppskot til viðtøkur. Øll, sum hava sett seg fyri eini lutaíbúð, vórðu umboðaði á fundinum. Hetta varð á ein hátt ein søguligur fundur, tí á fundinum varð Lutaíbúðafelagið á Kneysum stovnað – tað fyrsta lutaíbúðafelagið, sum er stovnað sambært løgtingslógini um lutaíbúðafeløg. Lutaíbúðarfelagið á Kneysum yvirtekur nú tær átta lutaíbúðirnar frá Bústøðum, sum hevur verið byggiharri fyri verkætlanini, og eru tað nú teir átta lutakeypararnir, sum mynda felagið.

Talan er um átta eins íbúðir á umleið 75 fermetrar. Staðsetingin, beint omanfyri havnarlagið á Toftum, er góð. Stuttur vegur er í skúla, og gott útsýni er yvir fjørðin. Allar íbúðirnar hava gongd, baðirúm, køk/stovu og tvey kømur. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella altan. Úthús hoyrir til íbúðirnar. Góð parkeringsøkir eru við bygningarnar.

Fyri Bústaðir, sum m.a. hevur til endamáls at fjøltátta bústaðaútboðið, er talan um nýskapandi og væleydnaða verkætlan. Frymilin við lutaíbúðum hevur vakt stóran ans, og tykist sera stórur áhugi verða fyri lutaíbúðum kring alt landið.

Leisturin, har Bústaðir mennir verkætlan saman við arbeiðstakara og ráðgeva, virkar sum byggiharri í byggitíðarskeiðnum og selur lutaíbúðirnar til lutaíbúðarfelagið, tá alt er liðugt, hevur fleiri fyrimunir við sær. Bústaðir kann fíggja í byggitíðarskeiðnum og taka byggiváðan uppá seg, so lutakeyparar vita, hvat teir fáa, og til hvønn kostnað.

Bústaðir vil takka Nes kommunu, arbeiðstakaranum KBH, leigarum, og nú eisini lutakeyparum fyri gott samstarv.

Raðhús við Høganesvegin

Eftirspurningurin hjá fólki um at seta búgv í Nes kommunu er vaksandi. Til tess at lofta hesari jaligu gongd, hevur Nes kommuna boðið út eitt stykki við Høganesvegin, sum er 2000 fermetrar til støddar.

Fyri at geva økinum nakað av fjølbroytni, er ætlanin hjá kommununi at raðhús og íbúðir verða hinumegin verandi útstykking við sethúsum.

Útboðið hevur givið møguligum arbeiðstakarum møguleika at vísa á, hvussu bústaðarøkið kann verða ment á besta hátt.

Tríggir fyritøkur lótu uppskot inn. Á bygdaráðsfundi 28. juni fall valið á byggifyritøkuna KBH út frá eini heildarmeting. Samskiftið millum bygdaráðið og KBH fer at byrja í næstum, har byggiverkætlanin verður nágreinað og gjørd ítøkilig. Eftir ætlan verður verkætlanin liðug á vári 2023.

Meiri øki bjóðast út 

Ætlanin er um ikki so langa tíð at bjóða meira øki út norðureftir á Høganesvegnum og við vatnbrunnarnar á Regnavegnum. Sostatt verður eisini møguleiki hjá hinum fyritøkunum, sum sendu inn uppskot og aðrar við, at vísa á hugskot/uppskot til víðari menning av hesum økjum í framtíðini.

Nes kommuna er í løtuni í ferð við at broyta byggisamtyktina og ogna sær meira lendi við Høganesvegin og við Regnavegin.

Borgastjórin setti Fótbóltsskúlan á Svangaskarði í morgun

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin:

Góðu tit øll!

Hjartaliga vælkomin til Fótbóltsskúlan á Svangaskarði

Fótbóltur er ein ítróttur, sum verður íðkaður um allan heim. Nógv fólk hava áhuga fyri hesum ítrótti, hann egnar seg væl sum kappingargrein, at verða sýndur í sjónvarpi og egnar seg eisini sera væl sum frásøgn í útvarpi. Í mongum førum fylkjast tjóðir um síni fótbóltslandslið eins og viðhaldsfólk annars savna seg um sítt staðbundna fótbóltslið.

Tjóðskaparkenslan kemur ofta fram, tá ið landsdystir verða spældir, og hetta kann og eigur eisini at vera eitt positivt fyribrigdi. Tað er tað eisini fyri okkum føroyingar. Vit halda við okkara landsliði uttan at hava negativar kenslur mótvegis okkara mótstøðumonnum ella mótstøðukvinnum. Tá ið vit vunnu, var okkara gleði spontan, hon botnaði í kensluni av at hava gjørt eitt avreksverk og ikki í meinfýsni yvir mótstøðuliðið.

”Svangaskarð er staðið til ítrótt og til leik” syngja vit í Toftasanginum. Soleiðis hevur ikki altíð verið. Sum smádrongur dámdi mær væl at sparka, og tað geri eg enn. Men tá var eingin vøllur á Svangaskarði. Vit leiktu á bønum niðri í bygdini. -Skuldi ein serlig kapping gerast, fóru vit niðan á Stovugólvið, sum er her á slættanum norðan fyri vøllin á Svangaskarði. Vit høvdu ongantíð ordilig mál, men løgdu steinar út á vøllin ella settu pelar upp.

-Tá ið tíðini var onki fótbóltslið her í bygdini, og tí vóru vit fleiri toftadreingir, sum hildu við B36, tí har spældi ein toftadrongur við, sum æt Oddmar Færø. -Hann var ein fyrimynd hjá okkum tá.

Síðan vøllur kom á Svangaskarði – og nú enntá tveir, er tað her, at tað gongur fyri seg. Her hava verið nógvir søguligir dystir, sum vit minnast afturá við gleði. Her eru nógvir góðir fótbóltsspælarar uppaldir og hava gjørt seg galdandi bæði í B68, á landsliðnum og aðrastaðni – ella sagt við øðrum orðum, hava gjørt seg galdandi í fótbóltsheiminum bæði í Føroyum og uttanlands. Tað eru vit á Toftum og annars í Nes kommunu errin av og fegnast um.

Um tú skalt náa góðum úrslitum í fótbólti, so mást tú hava áhugan og annars díkja á at venja. Umstøðurnar at venja hava ikki altíð verið so góðar sum nú á døgum, hvørki hjá kendum føroyskum fótbóltsleikarum ella hjá heimskendum fótbóltsspælarum, men við einum stálsterkum vilja og áhuga bar til at røkka upp á tindarnar og teljast millum heimsins stjørnur.

Endamálið við fótbóltsskúlanum í dag og í morgin er at kveikja og styrkja fótbóltsáhugan hjá dreingjum og gentum, bæði royndum og óroyndum, í aldrinum 7-15 ár. Tit fáa góða fótbóltsvenjing, fótbóltsligu førleikarnir verða mentir – men ikki minst – eitt gott sosialt upplivilsi, so alskurin fyri einum av allarabestu spølum fær møguleika at eydnast.

Ítrótturin hevur grundleggjandi samfelagsvirði, er grundvøllurin undir leiki, kapping, mennandi samveru og góðum vinaløgum.

 

Góðu børn og ungdómar! Nú hava tit glett tykkum til summarið og summarfrítíðina. Hetta er ein góð byrjan. Vegna Nes kommunu vil eg sum borgarstjóri ynskja tykkum tveir góðar og innihaldsríkar dagar á Svangaskarði og annars eitt gott summar við orðunum hjá Mikkjali á Ryggi:

Vælkomin summartíðin
við sól um fjøll og fjørð!
Sjá blomsturskrýdda líðin
av signing Guðs væl grør;
tað, vetrarfonnin fjaldi,
Guð gav so góðan blund,
at styrkna tað upp nældi
á vársins lýggju stund.

 

Niclas Johannesen helt røðu

Tiltakið “Summarkvøld við Toftavatn” var mikukvøldið 16. juni.

Niclas Johannesen helt røðu. Niclas og Lena sungu og spældu, meðan Jóannes S. Hansen stuðlaði felagssanginum við harmonikuni.

Røðan hjá Niclasi:

 

Góðu áhoyrarar!

Tá eg vaknaði í morgun, og hugdi út gjøgnum gluggan, sá eg tað sama, sum tit.

Ein typiskan føroyskan summardag, gráur og tráur, sum ein súrhoyggjabrunnur á Glyvrum, áðrenn fyrst slerda grasið varð gaflað niður í tóma brunnin.

Tað næsta eg gjørdi – og tað gera vit helst øll nú á døgum – var at kekka mína telefon. Har vóru eini tekstboð úr Danmark frá mammu míni. Eg loyvi mær at endurgeva:

“Hey góði. Góða eydnu í dag til tykkum bæði (hjarta smíl emoji). Vildi ynskt, at eg var harheima. Vónandi verður veðrið tilvildar. Kanska tú sendir mær tína hugleiðing, ið eg vænti, tú skrivar niður (smiley). Muss og klemm til tykkum (tveir hjarta smileys).”

Hvat sigur tú?!? Góða eydnu við hvørjum?!? Hugleiðing?!? Skriva niður?!?

Jú, eftir øllum at døma er ein mamma í Danmark betri kunnað um, hvat hendir við Toftavatn eitt mikukvøld í juni, enn sonur hennara, sum býr eitt hanagleiv hagani.

Men rætt skal vera rætt: Eg hevði játtað at halda røðu her við Toftavatn. Lena og eg høvdu somuleiðis játtað at framføra. Men so var tað bara hetta við koronuni. Har kom ein avlýsing. Síðani ein avlýsing aftrat. Og so gloymdi eg líka sum alt um tað.

Nakað heilt annað er, at mín yngri bróðir, listamaðurin Øssur Johannesen, hevur ein nógv djúpri alsk til Toftavatn, enn eg kann reypa mær av at hava. Misskil meg ikki; hetta er ein náttúruperla, sum vit eiga at verja og fara væl um. Men eg kenni ongan, ið hevur snakkað so stútt og kærleiksfult um Toftavatn sum Øssur bróðir, og hann hevur heilt frá barnsbeini málað mangan málningin av hesum fantastiska náttúrustaði.

Men nú gjørdist tað so stóribeiggin, ið fekk uppgávuna. Ein trøllvaksin maður, ið má hava hjálp frá pensjóneraðu glyvramammuni í Danmark at finna út av, hvat vendir upp og niður henda gráa, regnváta summarmorgunin í Føroyum.

Hvat kanst tú læra av hesum? Jú, ert tú ikki á Facebook, so er tú ikki ordiliga koblaður á. Soleiðis er tað bara!

Hjá einum nývaknaðum musikara var fyrsta innskotið sjálvandi at blaka hándklæðið í ringin og avlýsa!Ja, kanska enn tá balla seg aftur og vóna, at hetta var ein marra, sum hvørvur, um tú fært tær ein góðan slang.

Tí tað einasta, sum er verri enn ein røða uttan røðara, er ein røðari uttan røðu. Og tað var tað, eg var; ein røðari uttan røðu!

Men so var tað, at sá eg ommu mína á Glyvrum fyri mær. Ingommu, sum vit kallaðu hana. Hon sat har, illa lamin, í køkskrókinum við sálmabók í einari hond og sigarett í hinari og lurtaði eftir morgunlestrinum (vit eru afturi í sjeytiárunum). Hon signaði okkum, gav okkum ein ordiligan ommumuss og bað jesuspápa vera við okkum, áðrenn leiðin aftur gekk niðan á vøllin at spæla bólt.

Men tann setningurin, eg minnist best frá hennara munni var: “Viljin er alt”. Hetta segði hon regluliga, og sum árini hava gingið, renna hesi orðini ofta fram fyri meg.

Tí, hvat eru vit uttan vilja? Viljanum at liva, viljanum at stríðast fyri sakini, viljanum at skapa, viljanum at vinna (kanska serliga móti B68!), viljanum at hjálpa tínum næsta? Ja, eg eri samdur við ommu. Viljin er alt. Restin er bara ein spurningur um, hvønn samanhang, vit eru fødd inn í, hvat hepni ella óhepni kemur okkara veg, og hvussu signað, vit kenna okkum.

Ein jazz klassikari frá 1936, sum Irving Berlin skrivaði, eitur “Let’s Face the Music and Dance”. Og er tað ikki júst okkara lutur her í lívinum. At dansa sum frægast til teir tónar, sum tilveran fløkir okkum inní? Tí vit vita tað øll. Lívið er eitt baks. Um tú so liggur lágt, ella situr allarhægst á rókini. Baksinum sleppur ongin okkara undan.

Og hetta fær meg at hugsa um pápa mín, sum seinastu gott og væl trý árini hevur búð nakrar fáar hundrað metrar higani, á Ellisheiminum í Runavík. Eitt ellisheim, sum hann sjálvur, sum kommunalpolitikari og borgarstjóri í áttatiárunum var við til at samtykkja at byggja. Pápi mín er nes-maður og sostatt tann veruliga orsøkin til, at eg yvirhøvur eri kvalifiseraður at siga nøkur orð her í dag. At hava eitt bein í hvørji legu, hevur sínar fyrimunir og vansar. Tað vita vit jú.

Og skal eg hugsa um ein ordiligan eysturing í orðsins rætta týdningi, so haldi eg ikki, mær nýtist at leita longri enn til pápa mín, sum er føddur árið eftir áðurnevnda kenda jazz klassikaran frá 1936.

Nú vildi lagnan tað soleiðis, at eg fann mær – ella var tað hon, sum fann meg  – eina damu, ið var uppvaksin í Kanada, í einum heilt øðrum kulturi enn tann, vit eru von við her um leiðir. Norðuramerika er jú kontinentið, sum uppfann orðið “WOW!”, og har tey “LOVE” alt frá Coca Cola til rakettvísund. “I Love your T-shirt” segði ein dama einaferð við meg, tá Lena og eg troðkaðust í einum elevatori saman við rúgvu av øðrum fólki á einum hotelli í Los Angeles. Hetta er jú eitt grúiligt kultursjokk hjá einum stuttbeintum glyvradrongi, sum er vaksin upp við, at um ongin sigur nakað; ja, so man alt vera í fínasta lagi. Og har tað ringasta, tú kanst vera, er at halda teg vera. “Heldur seg vera…..” Tá er skilið ikki gott her um leiðir, um tað spjaldrið verður hongt um hálsin á tær!

Ná, men aftur til pápa mín. Dia lærarin, sum fleiri úti á Toftum og her um leiðir enn kalla hann.

Honum dámar væl klassiskan tónleik, og fyri fýra árum síðani fóru vit á nýggjárskonsert við symfoniorkestrinum. Har sótu vit á fremsta raði, tí dóttir hansara Urd – systir mín – er gift við dirigentinum Benni… Fínt skal tað vera!

Har sat hann so og lurtaði við andakt, og tá ein russiskur sopranur kom inn og sang so fagurliga, hómaðist eitt tár í eygnakrókinum á gamla. Í steðginum, eftir drúgvar lógvabrestir, spyr Lena hann so: “Nú, hvussu dámar tær?”. Gamli svarar: ”Jú, hetta er interessant”…..

“Interessant!”

Eysturingurin hevði talað.

Winston Churchill segði einaferð: “We shape our buildings; thereafter they shape us.” Ella tú kanst siga “vit forma okkara bygningar, síðani forma teir okkum”. Eg haldi, hetta eru vísdómsorð.

Tú kanst taka hetta víðari og eisini siga, at umhvørvið formar okkum. Og vit forma okkara umhvørvið. Og tá eg hugsi um mín uppvøkstur, so svitast tað ikki, tú verður formaður av tínum nærumhvørvi og teimum menniskjum, tú livir saman við í tí dagliga.

Fá ættarlið munnu hava havt tann framíhjárætt at liva í eini so gróðraríkari tíð, við so stórum broytingum og framstigum, sum okkara. Vit, sum eru farin um hálva øld, minnast, hvussu tað var at búgva her uttan sjónvarp. Vit minnast, hvussu øll sótu sum við andakt meðan veðurberætningurin var lisin á døgurða. Vit minnast, at um tað breyt yviri á Hulki á Strondum, so fór at rulla illa við Tróndi til Havnar. Í dag tók tað mær eitt korter at koyra heimanífrá úr Hoyvík og inn higar. Seinasta stóra kollveltingin hendi altso fyri lítið longri enn hálvum ári síðani. Enn eitt gott dømi um, at umhvørvið ikki bara formar okkum, men at við framfýsni og hugsjónum kunnu vit eisini forma okkara umhvørvi og bøta um trivna og tilverugrundarlag tann vegin.

Hetta fær meg at hugsa um abba mín, ið var verkfrøðingur, men eisini virkaði sum arkitektur og hevur teknað mong hús og bygningar her um leiðir. Niels Pauli abbi doyði 25. mars í 1977, 71 ára gamal. Tá var eg 11 ár. Stutt fyri hetta hevði abbi bjóðað mær ein biltúr út til Runavíkar. Leiðin gekk til Musikkhandilin hjá Alfred. Har slapp eg at velja mær ein elektriskan guitar og ein forsterkara. Eg minnist, at eg peikaði á tann bíligasta, ið hekk har. Hetta skuldi gerast mær ein tann dýrabærasta gávan. Ikki tí at guitarin var fantastiskur. Men tí at abbi mín hevði sæð, hvagar hugurin leitaði. Og tá eg sum vaksin stóð so snópin aftur í Føroyum, sum ein “university drop out” miðskeiðis í hálvfemsunum, kom hendan hendingin aftur til mín. “Jamen abbi sá, at eg hevði hug til tónleikin. So má tað vera í lagi, at eg satsi.” Og er tað ikki júst tað, vit eiga at ynskja fyri hvørt tað einasta av okkara medmenniskjum: at vit finna okkara element? Mundi tað ikki vera tí, at Alfred lat upp musikkhandil fyrst á Nesi og so í Runavík? Hann var í sínum elementi – ella í essinum, sum vit siga, tá alt klingar, sum tað skal. Og tað, at hann lat upp ein musikkhandil hevur síðan havt stóra ávirkan á hetta økið, loyvi eg mær at siga. Mín stóra fyrimynd, Óli Poulsen, arbeiddi í Musikkhandlinum sum unglingi, og fekk har atgongd til alskyns ljóðføri, ið hjálptu honum at finna stevið. Hann gjørdist tann fyrsti føroyski prodjúsarin, sum gjørdi tónleikin til eina veruliga yrkisleið úti í verð. Hetta avmystifiseraði jú tað heila. Óli Poulsen, sum búði beint her inni! Um hann røkkur stjørnurnar, so eigi eg væl at kunna, at royna um ikki annað, at lenda á mánanum!

Og av Toftum kom Hjalti Joensen og spældi guitar so guddámmiliga. Hann tók meg undir sínar veingir og introduseraði meg til tónleik og guitarspæl, eg slettis ikki visti eksisteraði! Havi ofta hugsað um hetta, hvussu týðandi tað er við fyrimyndum í nærumhvørvinum, tá tú veksur upp. Menniskju, ið fáa teg at aspirera til nakað størri enn status quo, tað veri seg ein fótbóltsvenjari, ein skúlalærari, ein tónleikari, tíni foreldur. Ella ja; tín abbi.

Eystari armur á Skálafjørðinum hevur altíð verið sjálvbjargin við nógvum dugnaligum fólki, ið vístu vegin innan vinnu og handil, men sanniliga eisini innan mentan, vil eg halda. Og neyvan munnu tað vera nevndarsamtyktir og politisk rakstrarróp, ið broyta mest. Heldur eru tað einstøk menniskju, ið tordu at fara eftir tí, tey droymdu um. Um tað so er javnaldrin Regin á Bakka, klassakammeraturin Rodmundur Nielsen, ella Jónsvein Knudsen sáli. Ella mamma mín og Herta Jørgensen, ið opnaðu mótahandilin Shop-in einaferð tíðliga í sjeytiárunum við tí avleiðing, at ta einu tíðina var alt ‘in’ her. Shop-in, Hygg-inn, troðk-inn og hvat veit eg. Ella Jákup Mortensen, sum lovaði okkum at buldrast við musikkinum í kjallaranum saman við soninum Trygva.

Vit forma og vit verða formaði. Og hóast royking nú telist sum ein deyðssynd og morgunlesturin kanska ikki er tað, hann hevur verið, so standa orðini hjá ommu míni enn púra klár í minninum.

“Viljin er alt.”

Eisini eitt sjaskut summarkvøld við Toftavatn.

Takk fyri!

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Taka ikki ímóti børnum mánadagin 14. juni

Pedagogfelagið hevur lýst arbeiðsteðg fyri limir felagsins á Dagstovnaøkinum.

Barnagarðurin og Frítíðarskúlin á Svangaskarði taka tí ikki ímóti børnum frá mánadegnum 14. juni og so leingi arbeiðssteðgurin stendur við.

Nes kommuna harmast um, at arbeiðsteðgurin leggur dagstovnaøkið lamið og vónar, at ein loysn verður funnin millum samráðingarpartarnar áðrenn ov langt er umliðið.

 

Summarkvøld við Toftavatn

Mikukvøldið 16. juni kl. 18 er tiltakið summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá. Summarkvøld við Toftavatn er eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.

Farið verður avstað av tveimum støðum kl. 17.50: frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði.

Í ár hugleiðir Niclas Johannesen, Niclas og Lena framføra . Eisini verða felagssangir sungnir.

Talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har burgarar og okkurt at drekka verða at fáa ókeypis.

Mint verður á Koronatilmælini!!!

×