Ein takkarkvøða til Josefinu Jacobsen

Bókasavnið 50 ár –  heiðursløta fyri Josefinu Jacobsen

Hjartaliga vælkomin øll somul, nú vit í dag hátíðarhalda 50 ára dagin hjá Bókasavninum og hava eina heiðursløtu fyri Josefinu Jacobsen, sum hevur verið við frá byrjan.

Tá ið Bókasavnið hevði 50 ára stovningardag í 2019, var ætlanin at hátíðarhalda dagin, men av einhvørji orsøk bar hetta ikki til. Ætlanin var so at hava tiltakið á vári í fjør, men  Korona forðaði fyri hesum. -Men nú eru vit so her. Vónandi fáa vit eina hugnaliga løtu saman.

Vit, sum fóru í skúla 18. august 1962, upplivdu ikki at hava nakað veruligt bókasavn í barnaskúlanum. Men vit minnast, at tað komu stórir trækassar úr Havn við postbátinum. Hesir kassar vóru eyðkendir, væl lakkeraðir, á tremur við bókum frá Landsbókasavninum.

Verulig gongd at fyrireika Bókasavnið kemur tann 6. februar 1968, tá ið stovningarskjal verður undirskrivað av Ernst Hansen, táverandi bygdaráðsformanni og Sverra Egholm, landsbókavørði.

Kommunan setti stutt eftir eina bókasavnsnevnd. Í nevndina komu Johannes Follend, prestur á Nesi, Sørin E. Johannesen, arbeiðsmaður, Toftir, og Josefina Jacobsen, lærari, Toftir.

 

Nevndin skipaði seg við Josefinu Jacobsen sum fyribils formanni. Uppgávan hjá nevndini var at gera fyrireikingararbeiðið til at lata upp eitt bókasavn. Á heysti 1969 vóru fyrireikingarnar komnar undir land, og á fundi í bókasavnsnevndini, ið varð hildin  4. sept. 1969, varð nevndin umskipað við Johannes Follend sum formanni. Fyrsti útlánsdagur hjá bókasavninum var 18. september 1969. Josefina Jacobsen varð sett sum bókavørður, og hon sat í hesum starvinum í 20 ár.

 

Tá ið Tofta skúli í 1981 varð útbygdur, fekk Bókasavnið samstundis betri hølisumstøður. Eftir útbyggingina fór bókasavnið eisini at virka sum skúlabókasavn. Solveig Debess varð tá sett sum skúlabókavørður. Hon røkti starvið til 2007, tá ið Lis Gøthe í Jákupsstovu tók við. Seinastu tíðina hevur Lis havt farloyvi. Hesa tíðina hevur Anna Maria Olsen, lærari, verið bókavørður. Hon samstarvar við Hallfríð Hammer í Hjøllum, ið seinastu tíðina hevur havt bókasavnstímar fyri skúlan. Í Tofta skúla, eins og manga aðrastaðni, hava vit fólkabókasavn og skúlabókasavn í einum.

 

Sigast má, at tann kommunala bókasavnnevndin hevur, síðan stovnanina í 1969, havt sera trúgvar nevndarlimir.

Josefina Jacobsen hevur verið við síðan byrjan til nú á nýggjárinum 2021.

Sørin Johannesen, sáli, sat í nevndini til ellisár og heilsan av álvara fór at bila. -Sagt verður, at hann á sínum 90 ára føðingardegi var og lænti sær bók á bókasavninum.

 

Asbjørn Vang, lærari, kom í nevndin fyri Follend. Asbjørn var sostatt nevndarlimur í fleiri áratíggjur til fyri heilt fáum árum síðan, tá ið hann eisini var farin frá sum lærari.

Jaspur Langgaard kom inn fyri Asbjørn.

Sjálvur sat eg í 2-3 ár fyri  Solveig Debess, tá ið hon var flutt av landinum.

 Á nýggjárinum bar Josefina seg undan at taka við afturvali, og nú er nevndin mannað við:

Jaspuri Langgaard sum formanni, Høgna Hansen, bygdaráðslimi, og Hallfríð Hammer í Hjøllum, lærara. Anna Maria Olsen er skrivari.

Sum sagt, so fór Josefina frá á nýggjárinum, og tað er í hesum sambandi, at Nes kommuna og Bókasavnið ikki bara ynskja at halda 50 ára føðingardagin, men ynksja at hava eina heiðursløtu fyri Josefinu Jacobsen, sum so trúliga hevur tænt bókasavninum.

Josefina Jacobsen er fødd 3. juli 1937 á Hellu á Toftum. Bæði foreldrini vóru av Toftum. Pápin, Axel Olsen, var ættaður ”uppi á Regni”. Mamman, Nanna, f. Højgaard, kom ”av Lakju”.

Sum nógvum kunnugt vóru foreldrini hjá Josefinu sera søgufróð. Tey vóru sera vitandi um alt, sum hevði við fólk, ættir og tað søguliga um bygdirnar her um leiðir. Í mong ár skrivaði Nannu upp tað, sum hon visti, og partar av tí bleiv eisini brúkt, tá ið bygdasøgan Nes, Toftir og Saltnes varð skrivað fyri nøkrum árum síðan.

 

Tey árini í 1970-unum og 1980-unum, tá ið eg var avloysari sum postboð fyri pápa mín, kom eg dagliga á gátt hjá Nannu og Axel uppi á Hellu. Tey vóru altíð sera fyrikomandi og søgufróð. -Tað var týðiligt, at tað lá teimum á hjarta, at vit yngru eisini skuldu koma at kenna søguna.

 

Josefina traðkaði sum kunnugt sínar barnaskógvar her á Toftum. Hon hevur tí, heilt frá barni av, hoyrt foreldrini siga frá um søgu og søgn. Tí kunnu vit av sonnum siga, at hennara áhugi fyri bókmentum og søgu, hevur hon ikki frá fremmandum.

Josefina fór á Føroya Lærara skúla í 1956 og tók prógv í 1960. So vendi hon aftur til  heimbygdina og starvaðist í Tofta skúla í árunum 1960-97. Josefina var varastjóri skúlaárið 1986/87 og skúlastjóri 1987-97.

 

Josefina hevði farloyvi skúlaárið 1963/64, tá ið hon var vikarur á Langmarksskolen í Horsens. -Tað var nú ikki av tilvild, at hon fór til Horsens. Josefina var trúlovað  við Jørgin Jacobsen úr Søldarfirði. Jørgin las verkfrøði í Horsens, og hann skuldi um hetta mundið gera lesturin lidnan. -Fyri Josefinu og Jørgin gjørdist uppihaldi í Horsens gleðiligt og  hendingaríkt. Tey bæði blivu gift í Horsens tann 22. des. 1963. Árið eftir, tann 19. oktober 1964 verða tey foreldur á fyrsta sinni, tá ið Meinhard verður føddur.

 

Josefina hevur í síni starvstíð eisini lagt dent á eftirútbúgving við styttri og longri skeiðum. Eitt nú var Josefina á ársskeiði hjá DLH í Skive skúlaárið 1991/92

 

Josefina hevur sitið í nevndini fyri bókasavnið í Nes kommunu síðan 1969, ein stóran part av tíðini sum formaður.

 

Góða Josefina! Persónliga vil eg eisini siga tær stóra takk fyri gott samstarv millum ár og dag. Vit bæði sótu í fyrstu fyrireikingarnevndini til útbyggingina av Tofta skúla, har vit vóru so sera samd um, at skúlin skuldi skipast við eini miðju, einum savningarhøli, sum vit nú eru stødd í – og ikki minni samd um, at bókasavnið skuldi vera sum eitt hjartað, ein tænastudepil í nýbyggingini.

 

Samstundis sum eg var skúlastjóri í Fuglafirði, vart tú skúlastjóri á Toftum. Ikki so sjáldan tosaðu vit saman, góvu hvørjum øðrum hugskot og funnu loysnir, sum gagnaðu skúlunum. Við takksemi minnist eg aftur á hesa tíðina.

 

Góða Josefina! Vegna Nes kommunu vil eg hervið takka fyri trúgva og drúgva tænastu fyri Bókasavnið í Nes kommunu. Í hesum sambandi vil eg eisini takka tær fyri stóran leiklut í Forminnisfelagnum/bygdasavninum, har tú aftur og aftur minnir okkum øll á: ”Latið ei søguna doyggja”.

 

Vit ynskja tær alt tað besta, framhaldandi blíðan byr og Guðs signing á lívsleiðini.

 

Súni í Hjøllum, borgarstjóri

Ingrid Hansen fer úr starvi

Í morgun var hugnalig samkoma í Barnagarðinum á Svangaskarði, nú Ingrid Hansen, námsfrøðingur, fer úr starvi.

Ingrid Hansen starvaðist sum leiðari í Barnagarðinum á Svangaskarði frá 1. januar 2002 til 15. apríl 2008.

Frá 15. august 2011 til nú, hevur Ingrid starvast sum námsfrøðingur í Barnagarðinum á Svangaskarði.

Vegna Nes kommunu takkaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Ingrid Hansen fyri sera gott samstarv,  trúgva og samvitskufulla tænastu í starvinum.

Borgarstjórin handaði henni blómur, ynskti henni framhaldandi blíðan byr og Guðs signing á lívsleiðini.

Almenn móttøka mikudagin 29. sept. kl. 16

Bókasavnsnevndin og Nes kommuna skipa fyri almennari móttøku mikudagin 29. september kl. 16 í Tofta skúla.

Hetta verður gjørt í samband við, at Bókasavnið er 50 ár – og eisini til heiðurs fyri Josefinu Jacobssen, sum hevur verið við frá byrjan.

Á skránni verður felagssangur, heilsanir og ein góður drekkamuður.

Kirkjukórið luttekur eisini við sangi.

Hjartaliga vælkomin!

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Øll mugu kóka vatnið í Nes kommunu

Tíverri er aftur staðfest í dag,  at bakteriur eru í drekkivatninum í øllum bygdunum í Nes kommunu.

Mælt verður tí til, at øll kóka drekkivatnið, til nærri boð koma.

 

Vatnveitingin í Nes kommunu

Framvegis er neyðugt at kóka  vatnið í Saltnesi, tí enn eru bakteriur í vatninum.

Arbeitt verður við at loysa trupulleikan, eitt nú við at lata brandpostarnar renna ymsastaðni í kommununi. Av hesi orsøk kann koma fyri, at minni trýst er. Tað kann eisini koma fyri, at einki vatn er í eitt styttri tíðarskeið.

Nes kommuna ger alt fyri at loysa avbjóðinga so skjótt sum møguligt.

Nærri boð verða givin mánadagin.

 

Ótolandi parkering á almennum vegum

 

Øll, sum hava ognað sær eitt grundstykki ( ein bústað ), eiga at vita treytirnar um parkeringspláss til bilar inni á stykkinum. ( sí brot úr reglugerðini )

  1. gr. Øki til bilstøðlar. Við sethús skal pláss verða gjørt til bilstøðlar til í minsta lagi 3 bilar (fyrr 2 bilar) hjá hvørjum bústaði.

Tó standa nógvir bilar úti á almennum vegi. Fleiri av hesum hava staðið í áratíggjur, og í ávísum førum verður einki gjørt við at loysa trupulleikan.

Eisini standa fleiri bilar uppi á gonguteigum, so fólk til gongu eru noydd út á vegin. Ikki heilt vandaleyst! Frægast er ( hóast alt ), at gonguteigar eru fríir fyri bilum.

Tey flestu stykkini hava eina vídd millum 500 og 700 fermetrar. Tá ið húsavíddin er farin burturav, er í flestu førum ríkiligt pláss eftir at skipa síni viðurskiftir. Trý parkeringspláss krevja einans eina vídd á 50m². So hetta kann fáast við eitt nú at taka burtur av urtagarðinum.

Tekniska deild fegnast um, at seinastu tíðina hava fleiri fólk tikið stig til at fáa bilarnar av almennum vegi og inn á  egið stykki.

Tí vil eg sum tekniskur leiðari hervið heita á tykkum, sum enn brúka almennu vegirnar til parkeringspláss, um at fáa hesi viðurskiftini í rættlag til frama fyri okkum øll.

Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við Teknisku deild at fáa vegleiðing til at skipa tygara parkeringspláss.

Við vón um batar

Toftir, tann 17. sept. 2021

Aksel Højgaard

Tekniskur leiðari

Tlf: +298  565001

E-mail: aksel@nes.fo

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Integration vicar/integratiónsprestur

Marjun Lómaklett, integratiónprestur, var á vitjan hjá borgarstjóranum í Nes kommunu í dag.

Tá flutt verður til eitt nýtt land, kann hetta hava við sær nógvar spurningar, ivamál og avbjóðingar av ymiskum slagi.

Fólkakirkjan hevur sett ”integratiónsprest”, Marjun Lómaklett, ið tilflytarar, avvarðandi teirra og onnur kunnu seta seg í samband við til tess at fáa ráð og vegleiðing. Fólk eru eisini sera vælkomin til bert at tosa  við Marjuna um øll viðurskifti og spurningar, sum leika á.

Gjørdur er ein faldari á føroyskum og enskum. Faldarin kann fást á kommunuskrivstovuni.

Eru spurningar ella ivamál, ber altíð til at ringja til Marjuna Lómaklett, tlf. 237345 ella á Facebook ”integratiónsprestur”/integration vicar.

Integration vicar

Moving to a new country can cause and reveal a lot of defferent questions and challenges. 

Til National Church has placed an integration vicar, Marjun Lómaklett that newcomers, their relatives and others can contact to get advice and derections but people are also welcome just to talk with Marjun about all different kinds av matters and questions that might be of immediate importance

Áminning

Áminning um leys djór

Eingi djór eiga at ganga leys á almennum økjum í kommununi

Nes kommuna hevur aktingarmann at taka upp leys djór allar tíðir á døgninum. Hetta verður gjørt í samstarvi við løgregluna og sambært reglugerð.

Fráboðanir um leys djór skulu latast til løgregluna á tel. 35 14 48.

Seyður: Leysgangandi seyður er eisini umfataður av hesi reglugerð.

Hundar: Hundalógin ásetir, at hundar eldri enn 4 mánaðir skulu hava hálsband og spjaldur við navni og bústaði hjá eigaranum.

Hundar skulu havast í bandi á økjum, ið eru opin fyri vanligari ferðslu. Bandið skal vera so stutt, at leiðarin hevur hundin tætt inni at sær.

Gongur hundur leysur uttan leiðara, tekur løgreglan hann upp og boðar eigaranum frá. Hevur hundurin einki spjaldur, verður lýst eftir eigaranum. Hevur eigarin ikki innan 3 samdøgur verið eftir hundinum, kann løgreglan avlíva ella avhenda hann.

Eigarin hevur skyldu at tekna eina hundaábyrgdartrygging.

Nes kommuna

 

 

23 børn í 1. flokk

Í dag fóru 23 børn í 1. flokk í Tofta skúla.

Børnini hava glett seg sera nógv til henda søguliga dagin, sum er byrjanin til eina spennandi og læruríka tíð við ymsum avbjóðingum fyri framman.

Tá ið Durita Jakobsen, skúlastjóri í Tofta skúla, bjóðaði vælkomin, legði hon dent á, at gott samstarv  millum skúla og foreldur er sera umráðandi, um skúlagongdin skal eydnast væl. 

Nes kommuna ynskir næmingum, foreldrum og lærarum blíðan byr.

×