Eydna Olsen, leiðari í 20 ár

Á vári í 2001 samtykti bygdaráðið í Nes kommuna at seta á stovn ein Frítíðarskúla. Í juni varð Eydna Olsen, námsfrøðingur, sett í starv sum leiðari. Frítíðarskúlin lat upp í august 2001.

Fyrstu  árini hevði Frítíðarskúlin ymisk høli í bygdini, til Nes kommuna fyri  14 árum síðan keypti eini sethús á Brekkukletti til endamálið. Hesi høli vóru, nú barnatalið er økt, vorðin alt ov trong.

Undanfarna bygdaráð samtykti tí at fara undir ný- og útbygging av Frítíðarskúlanum á Brekkukletti. Nýggi parturin av Frítíðarskúlanum var so mikið liðugur í summar, at hann kundi takast í nýtslu. Seinastu mánaðirnar hava verið gjørdar umvælingar av gamla bygninginum. Eisini verður uttanumøki dagført. Um stutta tíð verður tað arbeiðið liðugt, og Nes kommuna fegnast um, at Frítíðarskúlin hevur fingið góðar umstøður.

Eydna Olsen, sum hevur verið leiðari í øll árini, er sera álítandi, dugnalig, nærløgd, loyal og samstarvssinnað, segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, tá hann fyrrapartin í dag vitjaði í Frítíðarskúlanum.

Vegna bygdaráðið í Nes kommunu takkaði borgarstjórin Eydnu Olsen fyri hennara góðu leiðslu av Frítíðarskúlanum í øll hesi 20 árini, áðrenn hann handaði henni gávu og blómur til minnis um starvsdagin.

Annie í Hjøllum 25 ára starvsdag

Í dag varð Annie í Hjøllum heiðrað á kommunuskrivstovuni fyri at hava verið í starvi hjá Nes kommunu í 25 ár.

Annie í Hjøllum varð sett í starv sum dagrøktari í Nes kommunu í 1995. Annie var dagrøktari í 10 ár. Eftir ein steðg í nakrar mánaðir varð Annie í Hjøllum sett í starv sum vaskifólk í svimjihøllini í Tofta skúla í 2006.

Trúliga og við nærlagni hevur Annie í Hjøllum møtt upp seint á kvøldi at vaska svimjihøllina øll árini, so høllin er rein og nosslig hjá skúlanum morgunin eftir. Vegna bygdaráðið í Nes kommunu takkaði borgarstjórin henni fyri vælaverk, trúgva og drúgva tænastu.

Súni í Hjøllum handaði síðani málning og blómur og ynskti Annie í Hjøllum framhaldandi blíðan byr.

Málningin hevur Jógvan Martin Olsen málað.

Elinborg Højgaard 40 ára starvsdag

Fyrrapartin i dag varð Elinborg Højgaard heiðrað  á kommunuskrivstovuni fyri at hava verið í starvi hjá Nes kommunu í 40 ár.

Elinborg Højgaard byrjaði í starvi sum vaksifólk  hjá Nes kommunu í 1981. Tey fyrstu árini vaskaði hon viðtaluhølið hjá læknanum og á kommunuskrivstovuni. Nøkur ár seinni fór hon eisini at vaska í Tofta skúla, har hon enn trúliga útinnir sítt arbeiði á fyrimyndarligan hátt sum vaskifólk, segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, tá ið hann vegna bygdaráðið í Nes kommunu takkaði Elinborg Højgaard fyri trúgva og drúgva tænastu.

Borgastjórin handaði Elinborg Højgaard málning og blómur og ynskti henni framhaldandi blíðan byr.

Málningin hevur Jón Magnus Joensen málað.

Margit 40 ára starvsdag

Í morgun var lítil samkoma á skrivstovuni í Nes kommunu, har Margit Andersen varð heiðrað  fyri at hava verið í starvi  í 40 ár sum vaskifólk í Tofta skúla.

Margit byrjaði í starvi hjá Nes kommunu tann 1. september 1981. Hon hevur við nærlagni og trúfesti í øll hesi ár røkt starv sítt á fyrimyndarligan hátt, segði Súni í Hjøllum, borgastjóri.

Vegna bygdaráðið í Nes kommunu takkaði borgarstjórin henni fyri trúgva og drúgva tænastu, áðrenn hann handaði henni ein málning og blómur.

Málningin hevur Jón Magnus Joensen málað.

Fíggjarætlanin fyri 2022 hjá Nes kommunu

Á bygdaráðsfundi hjá Nes kommunu í kvøld, tann 29. november, varð fíggjarætlanin fyri 2022 einmælt samtykt.

Skattaprosentið verður 20,5%, sum er tað sama sum í 2021. Barnafrádrátturin verður kr. 5.500, sum eisini er tann sami sum í 2021.

Samlaðu inntøkurnar verða mettar at verða  67.3 mió kr. Rakstrarútreiðslurnar verða mettar til 58,8 mió. kr. Hetta gevur eitt rakstraravlop á 8,5 mió. kr..

Avsettar eru 12,9 mió. kr. til íløgur. Samlað gevur hettar eitt hall á 4,4 mió. kr..

Afturgjald av skuld verður í 2022 umleið 3 mió. kr.

Samtykt er, at afturgjald av skuld verður fíggjað við rakstraravlopi. Íløgurnar verða fíggjaðar við rakstraravlopi, tøkum peningi og lántøku á 4 mió. kr.

Á barnaansingarøkinum verða ansingargjøldini óbroytt. Frítíðarkortið á kr. 2.000 fyri hvørt barn millum 0-18 ár verður – eins og í 2021 – eisini galdandi í 2022.

Størstu í íløgurnar í 2021 vóru at gera Frítíðarskúla lidnan, útstykkingarveg á  Ólavsvegi, parkeringsøki v. m. við íbúðirnar á Kneysum/Heygsvegi, klæðing av 1958 skúlabygninginum og umbygging av Røktar- og Ellisheiminum í Runavík. Hesar íløgurnar verða eftir ætlan lidnar um árskiftið.

Í 2022 eru avsettar:

4,0 mió. kr. til at spreingja bakkan innan fyri MJ-saltsøluna; vinnuøki og verjugrót til Oyrahavnina

3,0 mió. kr. til jarðarkeyp til íbúðar-, rað- og sethúsabygging við Høganesveg og Regnaveg

1,7 mió til skúlan; ætlað til tónleikastovu, ventilatión í svimjihylinum, útøki og búmerki

1,9 mió. kr. til Heygsveg

1,0 mió. kr. til øki á Svangaskarði; ætlað til girðing, køk og málgoymslu

0,4 mió. kr. til útøki við Barnagarðin/vøggustovuna og Frítíðarskúlan

0,5 mió. kr. til Endurnýtsluplássið; ætlað til pressubingju v.m.

0,3 mió. kr. til vatn-reinsiverkið

0,2 mió. kr. til Neshamar

0,2 mió kr. til moldgoymsluna

0,1 mió. kr. til gøtu úti á Nesi

0,1 mió. kr til Heilsumiðstøðina

 

Annars eru avsettar smærri og størri upphæddir til rakstur av kommunalum vegum, bygningum og ognum annars.

Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at vaksa. Tann 25. november 2021 búðu 1451 fólk í Nes kommunu. Sostatt er fólkavøskturin higartil í ár komin uppá 52 fólk.

Bygdaráðið í Nes kommunu fer framhaldandi at leggja dent á at skapa fortreytir fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagóðari fíggjarstýring.

 

Vegna bygdaráðið í Nes kommunu

Súni í Hjøllum, borgarstjóri

 

 

Gøtuljósini á Nesi

Tíverri er ólag á kaðalinum, og tí lýsa gøtuljósini frá Nes kirkju og eystureftir ikki.

Hóast tað hevur verið arbeitt við at finna brekið, so er tað ikki eydnast enn. Nes kommuna vónar, at brekið verður funnið og rættað sum skjótast.

 

Nes kommuna

Jólatrøini verða tendrað leygardagin kl. 15.30

Leygardagin 27. november kl. 15.30  verða jólatrøini hjá Nes kommunu tendraði.

Haldið verður við kommunuskrivstovuna á Toftum kl. 15.30, har Ingrid Hansen fer at røða og tendra jólatræið. Hornorkestrið hjá Nes sóknar Musikkfelag luttekur.

Orsakað av Korona/smittuvandanum verða jólapakkarnir býttir út til børnini í  Barnagarðinum, Frítíðarskúlanum og í skúlanum fríggjadagin 26. november.

Nes kommuna

 

Gøtan um Innara vatn

Fyri nøkrum árum síðan gjørdu Nes og Runavíkar kommuna í felag eina gongugøtu  um Innara Toftavatn. Tiltakið hevur verið til gleði og gagn fyri mangar av okkara borgarum. Fleiri av okkara borgarum ganga eftir gøtuna dagliga og njóta vøkru náttúrperluna við Toftavatn.

Í áarførinum fyrr í vikuna kom nakað av skaða á gøtuna, sum arbeiðsmenninir hjá Nes kommunu beinanvegin fóru undir at umvæla.

Arbeiðstoymið hjá Nes kommuna hevur sum uppgávu at taka sær av viðlíkahaldinum av gøtruni. Útreiðlurnar verða býttar helvt um helvt millum kommunurnar.

Á myndin, sum varð tikin seinnapartin, síggja vit Jan Petersen, arbeiðsformann og Kristin Nordendal, arbeiðsmann. Millum ár og dag hava teir arbeitt mangar tímar á gøtuni við Toftavtatn, og tað eru vit í Runavíkar-  og Nes kommunu teimum sera takksom fyri.

Drekkivatnið

Nýggj kanning vísir, at nú er ikki neyðugt at kóka drekkivatnið.

Vh. Nes kommuna

Kókið drekkivatnið

Bakteriur eru staðfestar í vatninum, og tí verður mælt til at kóka drekkivatnið. Nærri boð koma væntandi seinnapartin mánadagin.

×