Eingin almenn svimjing

Vegna Korona er eingin almenn svimjing í Tofta skúla frá í dag og fyribils til og við fríggjadagin 21. januar.

Nes kommuna

Trivnaður, framburður og burðardygg menning við skilagóðari fíggjarstýring

Fyri júst einum ári síðan fór nýggja bygdaráðið til verka í góðum treysti. Samstarvið í bygdaráðnum hevur frá fyrsta degi verið sera gott.

Nývalda bygdaráðið hevur sett sær sum stavnhald framhaldandi at skapa fortreytir fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagóðari fíggjarstýring.

Sum áður frásagt í tíðindastubba í gjár, hevur kommunan seinasta árið havt metstórar inntøkur. Fólkatalið í Nes kommunu er eisini vaksið munandi, og var um árskiftið 1452.

Samstarvið við grannakommunurnar um eldraøkið, barnaverndartænstuna, sløkkiliðið o. a. hevur verið sera gott. Her kann nevnast, at um stutta tíð er umvælingin og umbyggingin á EER liðug. Hetta merkir m. a., at heimið hevur fingið nýggjan køk, og at svimjihylurin verður virkin aftur.

Stutt kunning um tær størstu íløgurnar um ársskiftið

Størsta einstaka íløgan í 2020 og 2021 var í nýggja Frítíðarskúlan. Fyri summarfrítíðina í fjør var nýggi parturin av Frítíðarskúlanum tikin í nýtslu. Samstundis hevði nýggja bygdaráðið samtykt at umvæla ein stóran part av eldra partinum av bygninginum, eins og gera uttanumøkið meira hóskandi. Eftir ætlan verður hetta arbeiðið liðugt tíðliga í hesum árinum.

Í desember 2020 varð nýggja útstykkingin við Høganesvegin liðug. Talan var um 11 grundøki niðan fyri vegin. Seinni er eitt grundøki matrikulerað afturat, so talan er um 12 grundøki. Øll grundøkini eru seld, og fleiri hava fingið byggiloyvi.

Á sumri 2021 varð eitt øki á 2000 fermetrar við Høganesvegin, oman fyri vegin, boðið alment út til bygging. Inn komu trý spennandi hugskot. Bygdaráðið valdi at taka av hugskotinum hjá KBH, sum í næstum fer undir bygging av seks randarhúsum í økinum.

Í sama øki við Høganesvegin, omanfyri vegin, er ætlanin at loyva fleiri byggingum av íbúðarlonum, randarhúsum v. m. Eisini er ætlanin at fremja somu bygging við vatnbrunnarnar við Regnavegin. Byggisamtyktin við Høganesvegin eins og við Regnavegin er nú góðkend og broytt samsvarandi hesum. Kommunan hevur søkt um loyvi at keypa meira lendi við Høganesvegin og Regnavegin. Tá ið hetta er avgreitt, vónandi heilt skjótt, fer kommunan at bjóða út meira byggilendi.

Á vári 2021 samtykti bygdaráðið at fara undir útstykkingina á Ólavsvegi, sum er framhald av Gaddavegnum. Talan er um veg til 9 grundøki, sum øll eru umbiðin. Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt nú í januar.

Seinastu árini hevur nógv virksemi verið á Kneysum. Kommunan gjørdi vegin og økið byggibúgvið, móti ávísum gjaldi, til íbúðarlonirnar hjá Bústøðum.  Í sama øki, ella við Heygsvegin, hevur KBH gjørt tvær íbúðarlonir. Í hesum sambandi hevur og fer kommunan at breiðka vegin og gera p-øki. Kommunan fegnast um, at um stutta tíð búgva fólk í øllum 34 íbúðunum á Kneysum og við Heygvsvegin.

Í fjørsummar varð gamli parturin av Barnagarðinum á Svangaskarði klæddur. Byrjað varð eisini at gera uttanumøki betri. Peningur er avsettur til framhald av hesum arbeiði í 2022.

Partur av Tofta skúla, sonevndi 1958-bygningurin, varð klæddur í heyst. Í hesum sambandi verður -um ikki so langa  tíð – skúlans búmerki sett á vestursíðuna. Í 2022 er ætlanin at fáa nýggja ventilatiónsskipan í svimjihylin og betri umstøður til musikkskúlan. Eisini hevur kommunan avsett pening til at bøta um uttanumøki skúlans. Dagføring av 1981-bygninginum fer eisini eftir ætlan at halda fram komandi árini.

Seinastu árini hevur økið og ítróttarhúsið á Svangaskarði verið dagført. Í 2021 varð B68-húsið málað og ein nýggj goymsla gjørd. Í fíggjarætlanini fyri 2022 er peningur avsettur til at dagføra køkin, seta eina girðing á vestursíðuni á vøllinum og gera eina málgoymslu.

Til tess at bøta um kyrruna í Oyrahavnini eru kanningar gjørdar, sum vísa, at neyðugt er at leingja grótverjuna. Í fíggjarætlanini fyri 2022 er peningur avsettur til at spreingja bakkan norðan fyri MJ-saltsøluna. Grótið úr økinum verður fyrst og fremst brúkt til at leingja grótverjuna í Oyrunum. Tó verður ein minni partur brúktur til at gera eitt øki byggibúgvið norðan fyri Saltsøluna.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

2021 royndist væl

 

Vit kunnu fegnast og eru takksom fyri, at hóast Korona eisini í 2021 hevur merkt gerandisdagin hjá okkum øllum,  at farna ár sum heild hevur roynst væl hjá Nes kommunu.

Seinasta árið er fólkatalið økt við 53 fólkum, ella við 3,8 pct. Tann 31. desember 2021 búðu 1452 fólk í Nes kommunu.

Skatturin fyri desember 2021 gjørdist tkr. 5.175. Bert ein mánaður í 2021 var betri, tað var í februar. Tá var skattainntøkan tkr. 5.181. Undanfarna ár var inntøkan í desember tkr. 4.793, Sostatt er talan um eina meirinntøku í desember 2021 á tkr. 382, ið er ein hækking á 8 pct.

Samb. fíggjarætlanini hjá Nes kommunu fyri 2021, skal skatturin í miðal verða tkr. 4.250. Sostatt er skatturin  í desember 2021 tkr. 925 meira, sum er 21,8 pct.

Samandráttur fyri 2021:

Álíknaður skattur januar-des. 2021                               tkr. 54.753

Samb. fíggjarætlan                                                                tkr. 51.000

Meirinntøka                                                                                tkr.   3.753, ið er 7,4 pct.

 

Um vit taka reguleringar fyri undanfarin ár við í uppgerðina, so er hetta fyribils ein útreiðsla á tkr. 1.549. Sostatt verður meirinntøkan fyri 2021 tkr. 2.204  (4,3 pct.) í mun til fíggjarætlanina.

Galdandi frá í dag

Upplatingartíðirnar á Endurnýtsluvirkinum í Nes kommunu eru nú:

mánadag og týsdag: frá kl. 17 – 19

hósdag : frá kl. 16 – 18

leygardag : frá kl. 13 – 16

Søkjast má um loyvi at brenna bál á nýggjárinum

Sambært kunngerð um burturkast, nr. 147 frá 19. oktober 1995, er krav, at
góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál.

Søkjast kann um loyvi hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði á telefon 448235,  ella við at senda teldupost til sks@sks.fo innan 31. desember klokkan 12.00.

Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:
• at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur
• at støddin á bálinum er í mesta lagi 3 metrar í diametur og 2 metrar í hædd
• at bál, ið eru størri enn 3 metrar í diametur og/ella 2 metrar í hædd, skulu
frammanundan góðkennast av Sløkkiliðnum við sýni á staðnum. Loyvið verður bert givið, um Sløkkiliðið metir trygd og frástøðu hóskandi í mun til umstøðurnar
• at veðrið er til vildar
• at frástøða til hús og lutir er nóg stór og á góðkendum stað
• at navnsnevndur ábyrgdarpersónur er á staðnum. At navn, adressa og telefonnummar verða upplýst Sløkkiliðsstøðini á telefon 448235 ella við telduposti til sks@sks.fo
• um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda,
er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning
• mælt verður til at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella
køling í samband við møguligar brunaskaðar
• at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir

Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi,
umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini.

 

 

Einki felags nýggjárshald

Einki felags nýggjárshald verður á Toftum í ár vegna Korona/smittuvandan.

Tó verður fýrverk skotið nýggjársaftan kl. 24.00.

B68 og Nes kommuna 

 

 

Jan Petersen og Kristin Nordendal 25 ár í starvi

Í morgun varð tekniska toymið í Nes kommunu boðið til ein góðan drekkamunn á kommunuskrivstovuni, nú tveir starvsfelagar hava verið í starvi í 25 ár.

Jan Petersen, arbeiðsformaður, varð settur í starv á vári í 1996. Kristin Nordendal, arbeiðsmaður, varð settur í starv á heysti sama ár.

Í øll hesi 25 árini hava teir arbeitt saman, oftast lið um lið, altíð í sera góðum samstarvi.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, segði,  at tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri kommununa at hava so trúgv starvsfólk. Gjøgnum eitt langt arbeiðslív hava tit møtt nógvum ymiskum avbjóðingum. Tað er ein stórur fyrimunur fyri kommununa at hava fólk við innliti og royndum, tá ið uppgávurnar skulu loysast.

Borgarstjórin takkaði teimum fyri vælaverk og sera gott samstarv millum ár og dag, fyri trúgva og drúgva tænastu, ynskti teimum framhaldandi blíðan byr og handaði teimum hvør sín málning og blómur.

Málningarnar hevur Jógvan Martin Olsen málað

 

Johild Túgvustein 20 ár í starvi

Fyrrapartin í dag varð skipað fyri hátíðarløtu í Barnagarðinum á Svangaskarði, nú Johild Túgvustein, námfrøðiligur atstøðingur, hevur verið í starvi hjá Nes kommunu í 20 ár.

Johild byrjaði í starvi sum dagrøktari í Nes kommunu í 1998. Hon røkti ábyrgdarfult og trúliga hetta starv til 2014, tá ið hon fór at nema sær víðari útbúgivng innan námsfrøðiliga yrkið.

Í 2016 varð Johild Túgvustein sett sum námsfrøðilgur atstøðingur í Barnagarðinum á Svangaskarði. Við sínum drúgvu royndum og fakligu barlast hevur Johild Túgvustein verið ein fongur fyri Barnagarðin á Svangaskarði, segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, tá ið hann vegna bygdaráðið í Nes kommunu takkaði henni fyri trúgva og drúgva tænastu.

Tað hevur alstóran týdning fyri kommununa at hava dugnalig og trúføst starvsfólk, segði borgarstjórin, áðrenn hann handaði Johild Túgvustein gávu og blómur. Samstundis ynskti hann henni framhaldandi blíðan byr.

 

 

 

×