var meira umfatandi enn væntað, og tí hevur tað tikið longri tíð at gera umvælingina. Væntandi verður arbeiðið liðugt kl. 15.30 ella 16.
Nes kommuna
var meira umfatandi enn væntað, og tí hevur tað tikið longri tíð at gera umvælingina. Væntandi verður arbeiðið liðugt kl. 15.30 ella 16.
Nes kommuna
verður neyðugt at steingja fyri vatninum á Gaddavegnum í morgun kl. 10-12.
Mál nr. 21/2022 – Mannagongd viðv. sølu av grundstykkjum
Áður hevur bygdaráðið samtykt at avtaka sokallaða bíðilistan til grundstykkir.
Ætlanin er, at so hvørt tøk stykkir aftur eru klár at selja í eini kommunalari útstykking, vera tey sett á heimasíðina til almenna sølu.
Onnur kommuna hevur eina líknandi skipan, har tey selja grundstykkir eftir einum leisti, har tann, sum kemur fyrst, fær møguleikan at keypa fyrst. Fyri at Nes kommuna kann fáa eina líknandi skipan, er neyðugt við einum serligum talgildum korti á heimasíðuni hjá kommununi.
Eftir tilmæli frá teknisku- og fíggjarnevndini hevur bygdaráðið á fundi 28. februar samtykt at seta eina slíka skipan í verk og játta upp til kr 36.000 til endamálið í 2022.
Tá ið skipanin er klár at taka í brúk, eina ferð í vár, verður hetta gjølla kunngjørt á heimasíðuni hjá kommununi.
Mál nr. 15/2022 – Koyri- og Borgarakort – Talgildu Føroyar ALMENT
Talgildu Føroyar ætla at fara undir verkætlan í næstum, sum skal menna eitt talgilt koyri- og borgarakort.
Tey meta, at verkætlanin fer at kosta uml. 2 mió.
Nakað av fígging er fingin til vega:
– Apotekið, Strandferðslan, Akstovan, Tórshavnar-, Klaksvíkar-, og Runavíkar kommuna eru við.
Eftir at fíggja eru kr. 300.000.
Talgildu Føroyar hevur vent sær til Kommunufelagið fyri at gera eina felags avtalu, men tað bar ikki á mál. Síðani hava tey vent sær beinleiðis til hvørja einstaka kommunu til tess at vita, um áhugi er at vera við. Skipað varð fyri fundi at tosa nærri um ætlanina. Eystur-, Sunda-, Vága-, Vágs- og Nes kommuna hava víst verkætlanini áhuga. Talgildu Føroyar løgdu fram ein fíggingarleist, sum vísti, at parturin hjá Nes kommunu verður 50.000 kr
Á fundi tann 22.02.2022 mælir Fíggjarnevndin til játta at vera við í verkætlanini við kr. 50.000 og at peningurin verður tikin av stovninum “Aðrar kommunalar útreiðslur”, Talgildu Føroyar.
Tilmælið hjá Fíggjarnevndini varð einmælt samtykt.
Nú byrja føstuguðstænasturnar.
Hóskvøldið 3. mars kl. 20.15 prædikar Jákup Reinert Hansen í Nes kirkju.
Eftir guðstænastuna bjóðar kirkjuráðið til kirkjukaffi í Gamla prestagarðinum á Nesi.
Tá verður eisini møguleiki at ogna sær bøkurnar: “Verði ljós” fyri 348 kr, og “Góður gamal kristindómur” fyri 248 kr. Henda seinna bókin eigur at hava lokalan áhuga.
Tað ber til at gjalda við reiðum peningi, ella at fáa rokning sendandi.
er opin aftur sum vanligt frá mikudegnum 16. februar.
Nes kommuna
Gøtuljósini á Heygum, í Gerðinum, á Kvíggjarvegi, á Lýðarsvegi og har í nánd lýsa óregluliga vegna brek. Arbeitt verður við at rætta brekið.
Nes kommuna
Í januar søkti Nes kommuna eftir arbeiðsfólki/handverkarum at starvast í Tekniska toyminum hjá Nes kommunu.
Inn komu fýra væl skikkaðar umsóknir. Á bygdaráðsfundi seinasta mánakvøld varð samtykt, eftir tilmæli frá setanarbólkinum, at seta Atla Joensen og Høgna Petersern í starv sum handverkarar í Tekniska toyminum hjá Nes kommunu.
Teir byrjaðu í starvinum í morgun. Í hesum sambandi skipaði kommunan fyri eini lítlari móttøku, har borgarstjórin, tekniski leiðarin og arbeiðsformaðurin bjóðaðu nýggju monnunum vælkomnum.
Vegna umvælingar verður svimjihøllin í Tofta skúla stongd frá mikudegnum 9. februar. Arbeiðið væntast at taka eina viku. Nærri boð koma í næstu viku.
Nes kommuna