Janus Jensen helt røðuna á Bátafestivalinum

Fyrst skal eg takka fyri, at eg fekk høvi at siga nøkur orð her í dag. Eg fari at bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin á Bátafestivalin í 2022, tað veri seg bátafólk, bygdarfólk og festivalgestir annars. Síðan 2005 hevur Bátafelagið á Toftum skipað fyri hesi hugnaligu stevnu fyrsta vikuskiftið í mai, og fyri okkum, sum búgva her um leiðir, er hetta vorðið eitt tekin um, at nú er várið komið. Hevði herviliga krúnufarsóttin ikki havt plágað okkum, so hevði hetta verið 18. bátafestivalurin á rað, men farsóttin gjørdi, at ongin festivalur var í 2020, og tí er hetta 17. bátafestivalurin á Toftum síðan byrjanina í 2005.
So sigast kann av røttum, at tit, sum hava skipað fyri festivalinum øll hesi ár, altíð sjálvbodin og uttan samsýning, hava verið drúgv. Vit onnur eiga sanniliga at vera takksom fyri, at tað enn finnast slíkar eldsálir okkara millum. Eisini síggja vit, at nogvir av fremmandu bátunum, sum vitja í Oyrahavnini í dag, eru teir somu, sum vitja her á hvørjum ári. Takk skulu tit bátafólk hava fyri tað.
Tað er altíð ein stórbær sjón at síggja stóra flotan av bátum, stórum og smáum, stevna út eftir Skálafjørðinum við kós móti Oyrahavnini á Toftum. Teir sigla somu leið sum skipafylgið hjá Tróndi í Gøtu á sinni. Tróndur gamli hevði skip síni á Skipanesi, men ørindi hansara ein ávísan dag fyri knøppum 1000 árum síðani vóru ikki at sigla út í Oyrahavnina at taka sær av løttum eitt vikuskifti saman við vinum og kenningum, hansara ørindi vóru at søkja at Sigmundi í Skúvoy, og ta søguna kenna vit øll.
Men síðani bardagan millum Sigmund og Trónd á sinni er nógv vatn runnið í ánni, og mangt er broytt. Á døgum Sigmunds og Tróndar var sjógvurin einasta farleið millum oyggjarnar, og komfortin, um eg so má siga, var ein heilt onnur umborð á bátum Tróndar enn hjá bátafólki í dag. Tróndur og menn hansara sótu við ár í hond í opnum bátum ofta illa tiltuskaðir av veðri og vindi. Í dag er øðrvísi. Umborð á fínastu og mest framkomnu førunum í dagsins bátafylgi sita fólk í fínum salónum, handan kúgveygu, ið eru skrýdd við vakurt baldýraðum gardinum og njóta ein sopa av cafe-latte ella onkrum øðrum góðum, meðan siglt verður. Og hetta er ikki tað einasta, tí um sama mundið, sum bátafólkið stimar út eftir fjørðinum við kós móti Oyrahavnini, koyrir bilafólkið undir havsins botni, gjøgnum Eysturoyartunnilin, eisini ávegis móti Oyrahavnini. Og uttan iva sita eisini nøkur onnur fólk í einum flogfari, sum flýgur yvir somu leið um sama mundi. Soleiðis broytist alt, og alt gott um tað, men eg ivist ikki í, at hevði gamli Tróndur sum segðist at duga meir enn at mata seg, vitað aftur til sín, so hevði hann sagt: Hetta er
tann rami gandur!
Flestu árini síðan byrjanina hevur bátafestivalurin verið hildin í Oyrunum og á økinum kring bátahavnina. Hetta er nærum sjálvsagt, tí økið her í Oyrunum hevur frá gamlari tíð verið ein miðdepil á Toftum, tá tað ræður um virksemi við bátum, útróðri, fiskavirking v.m.
Fyrr hevði bóndin á Heygsgarði Inni, Regnabóndin, neyst og støð í Oyrunum. Hetta lá væl fyri av tí, at lendið her upprunaliga var soleiðis dánað, at her var ein lítil vík ella nakrar smáar oyrur, og uttanfyri vóru nøkur smá sker, sum lógu sum ein verjugarður fyri lítlu víkini.
Tá man seinni, einaferð fyrst í 1940-unum, fór í holt við at gera ein veruligan bátahyl í Oyrunum, var fyrsta byggistigið ein brimgarður, sum var lagdur omaná nøkur av hesum skerunum. Í Oyrunum var Dánjalsstøð, har stóð Svananeystið, sum var neystið hjá Regnabóndanum. Í Svananeystinum stóð Svanurin ( Svanen), eitt áttamannafar, svartur í neðra og reyður í erva. Svanurin var grindabátur, sum Regnabóndin átti saman við øðrum monnum á Toftum. Hetta var eitt dupultneyst, tí bóndin hevði eisini aðrar bátar,
m.a. 6-mannaførini Flid og Arken. Við síðuna av Svananeystinum stóð neystið hjá Nes-Jakku, sum búði inni á Regni og sum var versonur bóndans. Í neystinum hjá Nes-Jakku stóð sjeymannafarið Solo. Solo hevði ein 5-hesta motor av slagnum Solo, og báturin var helst uppkallaður eftir motorinum. Hesi bæði neystini stóðu áleið har, sum syðsti hylurin er í verandi bátahavn. Beint niðanfyri gamla handilin hjá D.P. Højgaard, sum var bygdur í 1904, og sum stendur uppi enn, vóru tvey neyst. Sunnara neystið áttu tey Inni í gerði, og norðara neystið áttu brøðurnir Andreas og Hanus Højgaard ( Brekkhanus). Har stóðu bátarnir Royndin og Stjernen. Hesi bæði neystini stóðu beint norðan fyri Lítlubrúgv, sum var gjørd í 1906. Tá var Dánjal Petur Højgaard, ella D.P, sum hann eisini var nevndur, byrjaður at handla og taka ímóti fiski til turkingar í Oyrunum. Í 1912 var Stórabrúgv gjørd, og er hon til enn í dag (pierurin niðan fyri turkihúsið). Norðan fyri Turkihúsið er Slambraneystið, sum brøðurnir Hendrik og Maggi í Brekkum áttu. Í Slambraneystinum stóð 7-mannafarið Anana, sum brøðurnir áttu.
Teir fyrstu bátarnir, sum hava staðið í neystunum her í Oyrunum, hava sjálvandi verið árabátar, men fyrst í 1900-talinum byrjaðu menn at seta motorar í bátarnar. Helst hava teir í fyrsta lagi nýtt smáar páhangsmotorar. Vit vita t.d., at Gráasteinsmenninir helst hava verið teir fyrstu her á fjørðinum, sum høvdu páhangsmotor. Tíðliga í tíðini hevði Delfinin, annar av bátunum hjá teimum, ein slíkan. Dánjal á Gráasteini, sum var sera hegnigur maður, setti sjálvur motorin saman og festi hann í stokkin nakað aftanfyri lærbekk.
Hesir fyrstu motorarnir vóru ógvuliga smáir og vóru sum oftast bert nýttir sum hjálpartól aftrat árum og segli. Av ti, at menn sjálvandi ikki kendu stórvegis til motorar tá í tíðini, so kundi hetta ofta geva trupulleikar, og fleiri skemtiligar søgur eru eru um, hvussu hetta gekk.
Marius Skaale, keypmaður, keypti sær ein lítlan páhangsmotor tíðliga í tíðini. Tá motorurin ikki var í brúk, stóð hann í handilskjallaranum í einari tunnu, sum var fylt við sjógvi. Av og á for Marius so í kjallaran at starta motorinum til tess at vísa monnum, hvussu hetta apparatið virkaði. Hetta høvdu smádreingirnir fingið við, so einaferð høvdu gavstrikkarnir stoytt grønsápu í tunnuna, uttan at Marius visti av hesum. Tá Marius so einaferð fer í handilskjallaran við nøkrum monnum og setir motorin í tunnuni í gongd, kemur rumbul í, og menn koma bóltandi út gjøgnum hurðina, tá kjallarin byrjar at fyllast við sápuskumi frá páhangaranum, sum snurraði í tunnuni.
Ein onnur skemtilig søga frá hesi tíðini er um Joen Sigvardsen Úti á Heygum, ella Mullajógvan, sum hann var róptur á Toftum. Mullajógvan róði út saman við teimum Uppi á Hamri. Teir hevði júst fingið ein páhangara í bátin og vóru ikki serliga kønur í at handfara hann. Teir fara so til útróðrar, motorurin verður startaður, og siglingin gongur av tí allar besta, men tá teir skulu leggja til miðis eystanfyri, so bar ikki til at leggja stilt, tí teir dugdu ikki at steðga motorinum. Tá skuldi Mullajógvan siga tey kendu orðini: Her eru tvinnir kostir í at velja, antin er at lirka hundin fyri borð, ella at halda á Norrakystina.
Tá eg vaks upp í 50`unum og fyrra parti av 60` unum vóru nógvir bátar í bátahylinum í Oyrunum. Tá var nærum bátur uppá hvørt hús í bygdini. Hetta vóru vanligir føroyskir træbátar, minnist ongan plastikk- ella glasfipurbát frá teirri tíðini. Hesir bátar vóru allir riggaðir til útróður og fiskarí, summir meira og summir minni. Serliga væl minnist eg prýðiligu tíggjumannaførini og seksæringarnar, sum vóru nýttir til útróður í Grønlandi um sumrarnar. Hesir plagdu at liggja í bátahylinum í Oyrunum um veturin. Hetta vóru sanniliga snotilig før.
Her lógu m.a. Sjóguttin hjá Páll uppi á Regni, Sigmundur, sum Hanni og teir hja Sigmundi áttu og Vaðið hjá Ysta. Fleiri av brøðrunum Inni í Króki høvdu eisini bátar, sum vóru nýttir til útróður í Grønlandi. Edgar hevði Eystnes, Esmar hevði Juliu og Hanni hevði Fiskin umftamt Dia, sum hevði Norðbúgvan og Palla, sum hevði Inga. Klæmint uppi á Hamri hevði Hertogan, Johan í Gerðinum hevði Gerðisbátin, og Erling inni í Króki átti bátin við vakra og poetiska navninum Eydnuvón. Minnist serliga væl ta tíðina um várið, tá teir riggaðu bátarnar til at fara til Grønlands. Allir vóru drignir upp á land at verða umvældir og málaðir, og tá liðugt var, var hvør snotiligari enn annar. Tá var altíð nógv fólk og nógv lív í Oyrahavnini.
Bundin er bátleysur maður, sigur eitt gamalt orðatak. Fyri teir gomlu í árabátunum var báturin ein tilverutreyt. Tað vóru ikki allir, sum áttu bát tá í tíðini, men hvør maður hevði fastan sess í báti, og var hetta ein treyt fyri at kunna lívbjarga sær og sínum.
Um ikki heilt á sama hátt sum hjá teimum gomlu, so var báturin eisini ein fortreyt fyri at fáa ársinntøkuna hjá grønlandsfararunum og útróðrarmonnunum her á Toftum í nógv ár. Fór mær ein túr nú ein dagin oman í bátahylin í Oyrunum. Eg taldi meir enn hálvthundrað bátar í hylinum. Av hesum eru 5 ella seks træbátar, meðan restin er glasfipurbátar, og av hesum var helmingurin vælútgjørdir frítíðarbátar ella gardinbátar. Av bátum, sum verða nýttir til útróður burturav, eru bert ein ella tveir eftir. Soleiðis broytist alt í hesum heimi.Vit kunnu siga, at hvørt tíðarskeið hevur sín tørv. Teir gomlu høvdu tørv á bátinum til tess at kunna breyðføða seg og síni. Hesum hevur maðurin í nútíðarfrítíðarbátinum ikki tørv á, hann fær sína ársinntøku á annan hátt. Hinvegin so hevur hann tørv á at sleppa burturúr vanliga gerandislívinum við øllum stressinum, fartelefonunum og larminum eina løtu til tess at løða sálarligu battaríini aftur, og til tess fæst valla nakar betri heilivágur enn at fara ein túr við frítíðarbátinum, og kanska serliga, tá farið verður til bátastevnu á Toftum.
Vælkomin á Bátafestival øll somul.

Hjálp til Ukraina

8. flokkur í Tofta skúla hevur eftir áheitan frá Nes kommunu ruddað á Svangaskarði í dag. Samsýningin fer óskerd til “Hjálp til Ukraina”. Fyrrapartin var borgarstjórin og takkaði teimum fyri arbeiðið og tók hesa myndina.

VÆLEYDNAÐ STUÐULSÁTAK TIL FRAMA FYRI “HJÁLP TIL UKRAINA”.

Tofta skúli skipaði týsdagin 3.mai fyri einum sera væleydnaðum stuðulsátaki til frama fyri ”Hjálp til Ukraina”.

Stuðulsátakið varð skipað sum ein stuðulsrenning uppi á rennibreytini á Svangaskarði, hvar ið allir næmingarnir runna ella gingu í ein hálvan tíma.

Fleiri møguleikar vóru at stuðla átakinum. Rættiliga nógv valdu at lata pening, fyri at stuðla næmingunum, sum gingu ella runnu. Onnur komu við reiðum peningi.

Næmingaráðið í Tofta skúla skipaði eisini fyri fløskuinnsavnan og rættilgia nógur peningur kom eisini inn ígjøgnum teirra átak.

Eftir stuðulsrenningina á Svangaskarði, fóru øll oman í Tofta skúla, har allir næmingarnir og skúlabólkurin fingu sunkist og søtmeti, sum Nes kommuna hevði latið til høvið.

Stuðulsátakið endaði við einari almennari hugnaløtu kl.13.00. Á skránni varð nógvur sangur, har næmingar spældu undir á ljóðføri og sungu fyri til felagssangin. Nógv foreldur, ommur, abbar og aðrir næstringar møttu upp til hesa hugnaløtu. Tá sangløtan var liðug, varð boðið til ein góðan kaffimunn. Eisini varð møguligt at keypa smákøkur og heimagjørt súltutoy. Allur innkomni peningurin fyri hesa sølu fór til stuðulsátakið.

Í skrivandi løtu, er ikki endaliga gjørt upp, hvussu nógv kom inn til stuðulsátakið ”Hjálp til Ukraina”. Tað verður helst ikki greitt fyrr enn um hálvan mai.

Avgjørt er, at allur stuðulin verður latin til Reyða Kross Føroya at umsita og lata sum hjálp til Ukraina.

 

Várdagarnir halda fram

Fríggjadagur 6. mai

Kl. 20:00 – 22:00 Sangløta í teltinum á havnalagnum. Á skránni verður:

– Magni Christiansen

– Terje B. Vestergaard

– Barnakór úr Nebo

– Ólavur Jacobsen

– Felagssangur

– “Vespureiðrið” v/ John Andersen og Johnhard Hansen

Kl. 22:30            Suppa
Kl. 23:00            Ungdómsbrak

Várdagarnir halda fram

Mikudagur 4. mai

Kl. 13:15                 Gongutúrur fyri borgarar í Nes kommunu:
Bussur koyrir av havnalagnum til Oyggjarvegin,
haðani verður gingið eftir Kambinum og oman til Kaldbaks, har vit fáa suppu umborð á Norðlýsinum og Draganum, sum sigla okkum inn á Toftir.
Frásøgufólk/ferðaleiðari verður við á túrinum.

     Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á tlf. 447586.
Freistin at melda seg til og heinta atgongumerki á skrivstovuni er
mánadagin 2. mai kl. 15.00.


Kl. 16:00 – 18:00 Almenn svimjing fyri børn og vaksin. Ókeypis.

 

Hósdagur 5. Mai

Kl. 11:00 – 13:00 Morgunkafé í Tabor. Hetta er seinasta morgunkafé í hesa vetrarhálvuni. Á skránni eru ymisk innsløg og morgunkaféin bjóðar døgurða. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding. Freistin at melda seg til, er týsdagin 3. mai á tlf. 225836 ella 220398.

Kl. 16:30                 B68 skipar fyri tiltaki fyri børnum á Svangaskarði.

Kl. 18:00                 Skrúvuguðstænasta í Fríðrikskirkjuni við Ova Brim, presti

Kl. 17:00 – 19:00 Almenn svimjing fyri børn og vaksin. Ókeypis.

Kl. 19:00 – 20:00 Almenn svimjing fyri vaksin. Ókeypis.

Kl. 20:00                 Bindiskeið í Navia við Sáru Mrdalu. Ókeypis. Ein drekkamuður                                       verður at fáa.

Várdagarnir halda fram

 

Týsdagur 3. mai

Kl. 10:00 – 12:00 Gamla Gerði er opið. Frásøgn við Tórði Mikkelsen og systrunum í Gerðinum. Musikskúlanæmingar luttaka. Ein drekkamuður verður at fáa. Ókeypis.

Kl. 16:00 – 18:00 Tekniverkstað fyri børn á Bókasavninum v/Edith Mørkøre (Litbrigdi). Børn undir 7 ár kunnu luttaka saman við vaksnum. Ókeypis.

Kl. 17:00                 Hugnalig sangløta á Neshamri við “Ólavi Højgaard og vinmonnum”. Aftaná er nátturði við breyði og føroyskum viðskera í gamla prestagarðinum. Ókeypis.

Kl. 20:00:           Kvinnukvøld í Tofta skúla. Marjun Lómaklett, integratiónsprestur, hevur upplegg: “Kvinnur  í dagsins samfelag”. Herborg Torkilsdóttir framførir. mótasýning v.m. Drekkamuður verður at fáa.

Várdagarnir halda fram

 

Mánadagur 2. mai

Kl 13:00             Innisúkkling við Toftagjógv (lætt), Ókeypis.

Kl 14:00              Innisúkkling við Toftagjógv (miðal), Ókeypis.

Kl 15:00              Ternan: Flogbolt fyri øll í fimleikarhøllini. Ókeypis.

Kl. 16:00            Lær at nýta hjartastartara. Møtt verður í miðhøll skúlans. Ókeypis.

Kl 17:00              Rørslubingo v/ Remi Langgaard. Vit møtast á Svangaskarði til eitt hugnaligt tiltak fyri øll. Nøkur av tølunum eru at finna úti á einari rutu. Tilber at ganga, renna ella súkkla rutuna. Møta aftur á Svangaskarði kl 19.00 at spæla bingo liðugt og finna vinnararnar. Kommunan bjóðar ábit. Tiltakið er ókeypis.

Kl. 19:00            Lær at nýta hjartastartara. Møtt verður í miðhøll skúlans. Ókeypis.

Kl. 18:00 – 19:00 Almenn svimjing fyri børn og vaksin. Ókeypis.
Kl. 19:00 – 20:00 Almenn svimjing fyri vaksin. Ókeypis.

Ábøtur og dagføringar á Neshamri

Í fjør summar vóru ávísar umvælingar gjørdar á Neshamri. Í fíggjarætlanini fyri 2022 er eisini peningur avsettur, so ávísar dagføringar og umvælingar kunnu gerast. Á myndin síggja vit arbeiðsmenn hjá kommununi, sum fyrr í vikuni eru í ferð við at bøta um atkomuna til økið.

Skráin fyri Várdagarnar hjá Nes kommunu kemur í hvørt hús týsdagin 26. apríl. Eitt av tiltøkunum er á Neshamri:

Týsdagin 3. mai kl. 17 er hugnalig sangløta á Neshamri við “Ólavi Højgaard og vinmonnum”. Aftaná verður boðið til nátturða í Gamla prestagarði.

Ein heilsan og viðurkenning til KBH

Nýggjur býlingur á Toftum

Seinastu tvey-trý árini hevur byggifyritøkan KBH bygt 34 íbúðir á Kneysum og við Heygsveg, miðskeiðis á Toftum. Fyrst 18 íbúðir fyri Bústaðir, 10 leiguíbúðir og 8 lutaíbúðir. Seinni hevur fyritøkan sjálv staðið fyri og bygt 16 eigaraíbúðir.

Nú eru seinastu íbúðirnar lidnar, og íbúgvararnir eru farnir at flyta inn í vikuni.

Í dag fyriskipaði KBH fyri eini móttøku fyri handverkarunum, har Nes kommuna eisini varð boðin við.

Í  eini heilsan til KBH, segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri:

“Vegna Nes kommunu vil eg siga tykkum so hjartaliga tillukku við hesi stóru verkætlan.

Nes kommuna hevur verið ein samstarvspartnari í hesi stóru og í okkara bygdasamfelagi slóðbrótandi verkætlan. Fyrst við at gera veg og byggibúgvið til íbúðirnar hjá Bústøðum. Seinni við at fara undir at dagføra Heygsveg við eigaraíbúðirnar hjá KBH.

Nú handverkararnir fara av byggiøkinum, fer Nes kommuna í summar at skipa fyri at gera arbeiðið við Heygsveg við tilhoyrandi parkering liðugt.

Góðu tit! Hjartaliga takk fyri fyri gott samstarv. Havi nevnt tað so mangan, at tað kemur einki av sær sjálvum. Ongin ger nakað einsamallur, men saman kunnu vit nógv. Tit í KBH, sum hava staðið á odda, hava verið óførir og úrslitið vísir, at tit hava gott fólk afturat tykkum. Vit, sum umboða Nes kommunu, eru errin av byggifyritøkuni KBH og tykkara árræði innan bygging.Fyritøkan hevur alstóran týdning fyri bygdasamfelagið á so mangan hátt.

At enda fari eg, vegna alt fólkið her býr, at ynskja tykkum blíðan byr í verkætlanunum, sum standa fyri framman og biða Helga Johannesen, stjóra í KBH, taka ímóti eini blómuheilsan frá Nes kommunu”

Seinastu tíðina hevur verið stórur fólkavøkstur í Nes kommunu. Í dag búgva 1475 fólk í kommununi.

 

 

Kristin Nordendal fer úr starvi

Í morgun varð boðið til samkomu á kommunuskrivistovuni, nú Kristin Nordendal hevur nátt pensjónsaldri og valt at fara úr starvi.

Kristin Nordendal, arbeiðsmaður, varð settur í starv hjá Nes kommunu tann 1. september 1996.

Í øll hesi meira enn 25 árini hevur Kristin Nordendal trúliga, saman við sínum starvsfeløgum, loyst sera ymsar fyrifallandi uppgávur fyri kommununa.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri segði,  at tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri kommununa at hava so trúgv og góð starvsfólk. Gjøgnum eitt langt arbeiðslív møtir ein nógvum ymiskum avbjóðingum. Tað er ein stórur fyrimunur fyri kommununa at hava fólk við innliti og royndum, tá ið uppgávurnar skulu loysast.

Vegna Nes kommunu takkaði borgarstjórin Kristini hjartaliga fyri trúgva og drúgva tænastu, fyri gott samstarv og ynskti honum og familjuni alt tað besta, framhaldandi blíðan byr og Guðs signing á lívsleiðini.

 

 

Borgarstjórin heilsaði Tofta Ítróttarfelag

Tofta Ítróttarfelag 60 ár 

Vit øll, sum eru møtt til borðhald her í kvøld, eru góð við okkara Ítróttarfelag. Vegna Nes kommunu vil eg ynskja felagnum hjartaliga tillukku við teimum 60 árunum.

60 ár eru ikki 60 dagar. Ófatuliga nógv er hent av framburði í hesi 60 árini. Vit kunnu av sonnum siga, at Tofta Ítróttarfelag og Svangaskarð hava eina stolta søgu at vísa á.

Úrslitini og framburðurin eru komin, tí bygdafólkið og skiftandi bygdaráð hava staðið saman við teimum, sum slóðaðu fyri at fremja stórverk. Øllum tykkum, og tit eru ikki so fá, sum millum ár og dag hava verið í nevnd og staðið á odda fyri felagnum, eiga eina hjartans tøkk uppiborna. Tit mongu, sum trúliga rætta felagnum eina hjálpandi hond, vil eg eisini, vegna Nes kommunu, bera eina hjartans tøkk. Uttan alt tað ólønta arbeiðið hevði tað als ikki borið til.

Ítrótturin hevur alstóran samfelagsligan týdning fyri okkara bygdasamfelag. Hetta grundleggjandi samfelagsvirðið er grundvøllurin undir leiki, kapping, mennandi samveru og góðum vinaløgum.

Nes kommuna virðismetir ómetaliga nógv tað stóra og góða arbeiðið, sum verður gjørt her á Svangaskarði, ikki minst millum  børn og ung. Tí er tað, at kommunan árliga játtar ein munagóðan  stuðul til virksemið her á Svangaskarði.

Í 2013 yvirtók kommunan ogningar her á Svangaskarði. Við hesum yvirtók kommunan eisini rakstrarútreiðslurnar við eini avtalu um, at Ítróttarfelagið eisini kundi nýta húsið til tess at skaffa sær inntøkur.

Stórar íløgur eru framdar her tey seinastu 10 árini.  Hetta er eisini gjørt í góðum samstarvi við FSF, sum hevur verið sinnað at gera stórar íløgur á Svangaskarði og harvið hava fullan rætt at nýta vøll og hús til venjingar og U-landsdystirnar.

Tað hevur verið, og er tað framvegis, eitt aðalmál hjá bygdaráðnum at gera umstøðurnar so góðar sum møguligt her á Svangaskarði. Her hugsa vit bæði um tað ítróttarliga, og eisini møguleikan hjá felagnum at skaffa sær inntøkur.

Sum sagt, so eru gjørdar stórar ábøtur tey seinnu árini, altíð í góðum samstarvi við Ítróttarfelagið, eisini fyri at fáa peningin at røkka sum longst. Í ár er einki undantak. Peningurrin í ár verður brúktur til at gera ábøtur á køkin, víðkan av venjingarrúminum, betri umstøður í  málgoymsluni og girðing.

Vit vita eisini, at komandi árini eru alneyðugar íløgur fyri framman.

Vegna Nes kommunu verður hervið takka Ítróttarfelagnum og Ian Jacobsen, formanni, fyri fyrimyndarligt samstarv.

Sum tøkk ynskja vit at handa felagnum eina viðurkennandi gávu. Blíðan byr!

Súni í Hjøllum, borgarstjóri

 

 

 

×