Nes kommuna hevur samtykt at gera rammuavtalu við Bústaðir

Síðan januar 2021 hevur Nes kommuna verið í samskifti við Almannaverkið um bygging av íbúðum til borgarar, ið eru fevndir av tænastum hjá Almannaverkinum. Almannaverkið hevur seinni heitt á Bústaðir um at standa fyri verkætlanini.

Verkætlanin inniber at byggja 18 + 1 íbúðir á matr. nr. 415o og 415p, sum er sunnan fyri KRIS bygningin. Bygningurin fer at standa soleiðis, at p-pláss eru frammanfyri. Eftir ætlan hevur bygningurin kjallara og tvær hæddir.

Bústaðir og Nes kommuna hava í eina tíð samskift um uppskot til rammuavtalu um íbúðarbygging á Toftum til serligar málbólkar hjá Almannaverkinum.

Í juni hava partarnir gjørt eina rammuavtalu, sum varð løgd fyri og einmælt samtykt á bygdaráðsfundi tann 27. juni 2022. 

Eftir summarfrítíðina fer Nes kommuna at gera økið byggiklárt. Bústaðir fyrireikar nú sjálva byggingina, og nærri verður væntandi at frætta um tað til heystar.

 

Grótverjan í Oyrunum skal leingjast 80-90 m

Á bygdaráðsfundi tann 27. juni 2022 samtykti bygdaráðið í Nes kommunu at taka av lægsta tilboðnum, sum RTS átti, at leingja grótverjuna í Oyrunum áleið 80-90 m. Grótið verður útvegað úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna, og nøgdin er uml. 38.000 m3. LBF og Terra eru ráðgevandi. LBF hevur gjørt projekteringsarbeiðið og fer at hava eftirlitið, meðan Terra útvegar neyðug loyvi.

Í innbodnari lisitatión hevur LBF fingið tríggjar arbeiðstakarar at geva tilboð. Tilboðsgevararnir eru J&K Petersen, Articon og RTS.

Tilboðsgevararnir hava givið tvey tilboð hvør. Tilboð A, sum umfatar arbeiðið at gera grótverjuna í Oyrunum 80-90 m við at spreingja grót úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna, og tilboð B, sum umfatar at taka ímóti og leggja grót frá møguligu íbúðarverkætlanini á Regnavegnum. Við tí grótinum, sum er mett til 60.000 m3, ber til at leingja grótverjuna áleið 100 metrar afturat. Tilboð B verður ikki sett í verk, fyrr enn vissa er fingin fyri, um íbúðarverkætlanin á Regnavegnum verður framd.

Í dag varð sáttmálin undirskrivaður við RTS. Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, meðan Svend Lamhauge undirskrivaði fyri RTS. Sáttmálaupphæddin er áleið 8 mió. kr. Harafturat skal kommunan gjalda fyri trygging, ráðgeving og eftirlit.

Arbeiðið byrjar eftir ætlan seinnapartin í august, og tað skal verða liðugt tíðliga komandi vár.

 

Nes kommuna takkar Mikael Jóhan Heinesen, kórleiðara og organisti

 

Eftir at hava starvast sum lærari í Tofta skúla síðan 1986, hevur Mikael Jóhan Heinesen valt at gevast sum lærari. Hann fer nú saman við familjuni til Danmarkar at búgva.

Mikael Jóhan Heinesen hevur verið serstakliga virkin í nærumhvørvinum. Her kann m.a. nevnast, at hann, umframt at vera lærari, hevur verið røktingarmaður, kórleiðari og organistur.

Á lítlari samkomu í gjár nýtti Súni í Hjøllum, borgartjóri, høvi vegna Nes kommunu, at takka Mikael Jóhan Heinesen fyri hansara stóra arbeiði at menna ta lokalu sang- og tónleikamentanina í heimliga umhvørvinum. Borgarstjórin takkaði honum hjartaliga fyri, at hann hevði verið so góður at heita á, tá ið kommunan skipaði fyri tiltøkum, har sangur og tónleikur skuldi framførast.

Vegna Nes kommunu ynskti borgarstjórin Mikael Jóhan og familjuni alt tað besta, blíðan byr og Guðs signing, nú tey skulu byrja upp á eitt nýtt kapittul á lívsleiðini við bústaði í Danmark.

 

Nes kommuna takkar Elinborg Højgaard

Eftir at hava verið í starvi sum vaskifólk hjá Nes kommunu í 41 ár, meginpartin av tíðini í skúlanum, hevur Elinborg Højgaard valt at gevast, nú hon um stutta tíð fer at runda tey sjeyti.

Fráfaringarsamkoma var í skúlanum í dag, har Súni í Hjøllum, borgarstjóri, vegna Nes kommunu, takkaði henni fyri trúgva og drúgva tænastu, ynskti henni alt tað besta og framhaldandi blíðan byr á lívsleiðini.

 

Hugnalig løta við Toftavatn

Á ársins longsta degi skipaðu grannakommunurnar fyri afturvendandi tiltakinum “Summarkvøld við Toftavatn”.

Steintór Rasmussen, Pætur við Keldu og Jóannes S. Hansen stóðu fyri sangi og tónleiki, meðan Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, helt røðu

Torleif Johannesen segði:

Góðu áhoyrarar!

Eg takki fyri heiðurin, mær er sýndur at siga nøkur orð hesa løtu við Toftavatn.
Hetta er eitt gott tiltakið og eitt frálíkt høvi at koma út í Guds fríðu náttúru, har vit kunnu hoyra egið hjartaslag og egnan andadrátt, saman við fuglaljóði, áartutli, dunnugvaggan, jarman frá seyði, práti og hugnað frá fólki, saman við mongum øðrum lívgevandi ljóði.

Latum okkum tí taka oyrnapropparnar út, seta fartelefonirnar á ljóðleyst, ella leggja tær eftir við hús, so vit kunnu hoyra og síggja okkum sjálvi, tey vit ferðast saman við og møta, hoyra umhvørvið – ja, hoyra lívið í tess ovurstóra fjølbroytni og ríkidømi.

Økið við Toftavatn er vakurt og hugtakandi í øllum førum fyri okkum, sum á ein ella annan hátt eru knýtt at økinum og hava góðar og jaligar upplivingar hiðani. Toftavatn, fjórðstørsta vatnið í Føroyum við sínum hálva ferkilometri, hevur, síðani fólk vitjaðu tað av fyrstan tíð, verið ein upplivingardepil.
Upplivingardepil, er óivað eitt nýtt orð, men upplivingar í vøkrum, mennandi og hugnaligum umhvørvi, er ein gomul sannroynd – sum føroyingar eisini hava notið gott av gjøgnum tíðirnar.

Toftavatn var óivað ein upplivingardepil og sonn náttúruperla, langt áðrenn fólk byrjaðu at tosa við hesum nøvnum um ávís støð. Vatnið og umhvørvið rundan um lá bara her og hevði sína jaligu atdráttarmegi, sum altíð var eina vitjan verd.
Soleiðis var tað eisini langt áðrenn vit byrjaðu at selja landið sum ferðamannaland, langt áðrenn kunningarstovur og “Visit” Føroyar, sóu dagsins ljós, og langt áðrenn ferðamálini skuldu kannast á alnótini, áðrenn fráferð.

Hevði Toftavatn kunnað sagt frá teimum orðum, her eru søgd og teimum upplivingum, fólk hava havt her, ja, so hevði røðan verið long, áhugaverd, spennandi, hugtakandi og sorgblíð.

-Tá høvdu vit hoyrt um børn og vaksin, sum hugnaðu sær fram við vatninum, á vatninum og í vatninum í tímar. Ja, tey vistu ikki rættiliga, hvussu tímarnir fóru, og gleddust um tann vælsmakkandi matpakkan, sum smakkaði betri í nátúruni enn heima.
-Tá høvdu vit hoyrt um hugnaligar og mennandi útferðir hjá skúlaflokkum, familjum, grannaløgum, ferðaløgum og øðrum.
-Tá høvdu vit hoyrt um fólkafundir, Blákrossfundir, sunnudagsskúlaútferðir, útimøti og aðrar fundir.
-Tá høvdu vit hoyrt vinarlig orð frá ungum og eldri, sum á kærleiksútferð vitjaðu vatnið, og kanska fyrstu ferð leiddust, mussaðust og tóku um hvønn annan.

-Tá høvdu vit hoyrt frá sorgarbundnum menniskjum, sum fingu lætt um sorgina við   at siga hana fyri einum vini ella kenningi, tey gingu ein túr saman við.

-Tá høvdu vit hoyrt góð og stimbrandi tíðindi, ið fók søgdu við ein annan. Tí gleðilig tíðindi gleða lurtaran.

-Kent er óivað danska orðtakið:
“Delt sorg er halv sorg og delt glede er dobbelt glæde.”
Her hevur Toftavatn óivað verið ein góður ‘psykologur’, sum hevur dugað væl at lurtað – og samstundis havt tagnarskyldu.😊

Ja, hevði Toftavatn kunnað sagt frá upplivingum, so høvdu vit hoyrt um:
-Sílafiskarar, sum fegnir stóðu við tráðu og fingu síl og smakkaðu jaligu upplivingina.
-Sílafiskarar, sum einki síl fingu, men kortini fingu eina góða ferð í Guds vøkru náttúru og fingu rørt skrokið.

-Tá høvdu vit hoyrt um frálíkar løtur, tá børn og vaksin hugnaðu sær við báti ella flakum, har alt gekk væl og jaliga, og kveikjandi upplivingin stóð rist í minnið.

-Tá høvdu vit eisini hoyrt um sorgartilburðir, og serliga stóra sorgardagin, 31. august 1964, tá tríggir dreingir druknaðu á vatninum. Tá vendist vatnið brádliga frá at vera eitt hugnaligt “gleðisvatn” til eitt ræðandi “sorgarvatn”.
Tá høvdu vit hoyrt um gongu- og rennitúrar, har ung og eldri fingu gleði og likamsvenjing, við einum túri um innara vatnið

Toftavatn er tó ikki vatnið, eg og aðrir nesdreingir á mínum aldri eru vaksnir upp við. Tá eru tað heldur Starvatn, Kornvatn, “Tjørnuháls”, Vøruvatn og Nesvatn, ið lógu nærri við.
Og tó, so minnist eg fleiri góðar løtur saman við vinum aftaná skúlatíð, har vitjað og spælt var á Bøllunesi, á Sandinum mikla og aðrastaðni. Minuttir og tímar runnu avstað, tá spenningurin at fanga maðkapirrur og síl vóru fremst í huganum.
Jú, mangt kundi verið at hugleitt um við Toftavatn.

Lat meg enda við eini hending frá barnaárunum.
Eitt tað fyrsta minnið, eg havi frá innari hálvu av kommununi, er ein gongutúrur Eystan úr Líð á Nesi og inn í Heiðarnar, sum nú kallast Runavík. Hetta var óivað, áðrenn eg fór í skúla, og hevur tí verið miðskeiðis í 1960-unum.                                 
Mamma skuldi inn í Heiðarnar eitthvørt ørindi. Pápi var óivað til sjós og systirin var ikki fødd. Bilur var eingin í húsinum, og taxa leigaði mamma ikki, og tí máttu vit tríggir beiggjarnir, saman við mammu, ganga heilt inn í Heiðarnar. Tað var ein túrur um fimm kilometrar hvønnvegin, um ikki onkur koyrdi okkum útaftur.

Tá vit vóru komin inn í Rók, verða vit bjóðaði inn til Jenny Kirke til ein drekkamunn. Mamma og Jenny vóru javngamlar og kendust væl. Vit dreingir hava óivað fegnast um steðgin og hvílt beinini. Men tað, eg minnist best, eru heitu pannukøkurnar, Jenny borðreiddi við.

Gestablídni og pannukøkurnar styttu nógv um túrin og settu hann í eitt jaligt ljós og minni. Gestablídni kann geva arbeiði, men gevur samstundis samband, vinarlag og  signing. Tí er tað við góðari grund, at Bíblian minnir á gestablídni. Harvið kunnu vit fáa vitjan av einglum. Kanska Jenny hevði einglavitjan tann dagin😊

Hví nevna hetta?
Tí Nes- og Runavíkar kommunur hava stóran fólkavøkstur í hesum tíðum. Tað er gott og spennandi, men hevur samstundis sínar tímuligu avbjóðingar, so sum grundstykki, vøggustovu og barnagarðs- og skúlapláss, arbeiðspláss og annað.
Humanar og andaligar avbjóðingar eru eisini knýttar av fólkavøkstri; tí hava vit hjartarúm, húsarúm, ítróttarrúm, kirkju- og samkomurúm fyri tilflytarunum?
Ynskja og arbeiða vit fyri, at tey kenna seg vælkomin, kenna seg sædd, vird og fevnd – eins og hinir íbúgvarnir í komununum?
Taka vit okkum tíð og orku til at bjóða teimum inn – ístaðin fyri út, til prát og t.d. ein  drekkamunn – kanska við pannukøkum afturvið?
Minst til:
-Tey, sum fevna onnur – vera sjálvi fevnd.
-Tey, sum ríka onnur – gerast sjálvi rík.
-Tey, sum hita onnur – gerast sjálvi heit.
-Tey, sum gleða onnur – gerast sjálvi glað.
-Tey, sum geva, skulu fáa, sigur Bíblian.

Her við Toftavatn, á ársins longsta degi, ynski, vóni og biði eg um, at vit og alt Føroya fólk síggja, virða, takka og undrast yvir Guds mongu gávur, so sum lívið, heilsu, familju, heim, mat, klæðir, skúlar, arbeiðspláss, sjúkrahús, eitt trygt og skipað samfelag, har hús, bilar, bátar fáa frið og ofta standa ólæst, og børn spæla óttaleys millum húsa.
Eg havi hoyrt fleiri útlendingar sagt, at Føroyar er eitt “paradís”.  Passar tað?  Síggja vit tað? Takka vit fyri tað?
Jú, gávurnar eru nógvar, stórar og fjølbroyttar, og ábyrgdin tilsvarandi. Ábyrgdin til at hjálpa teimum ið fingu minni ella einki av øllum hesum vit fingu.

Máttu vit tí átt evni, hjartalag og mátt at umsitið gávurnar rætt. Vit kunnu ikki krevja at fáa tær. Gloymið tí ikki tøkkina til Guds og menniskju – tí so hvørvur gleðin, nøgdsemið, hjálpsemið og undranin.
Tøkkin og gleðin eru tvíburar – sum ikki kunnu skiljast – uttan báðar doyggja.

Takk fyri, og gott summar!! 🙂      

                                                                               

Nes kommuna takkar Áka Dyssegaard

Seinasta tvey árini hevur Áki Dyssegaard verið leiðari í Tofta kvøldskúla. Áki, sum er ættaður úr Løgumkloster í Danmark, er búsitandi á Strondum. Áki er útbúgvin fólkaskúlalærari. Hann hevur verið lærari í Tofta skúla síðani 2018.

Áki Dyssegaard hevur ynskt at fara frá sum leiðari í Tofta Kvøldskúla. Í vár hevur Nes kommuna avgjørt at seta Johnleif Gerðisá sum kvøldskúlaleiðara frá 1. august 2022.

Í hesum sambandi varð seinnapartin skipað fyri fundi á kommunuskrivstovuni, har umsitingin, fráfarandi og nýsetti leiðarin høvdu høvi at tosa nærri um kvøldskúlaskipanina.

Vegna Nes kommunu takkaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Áka Dysseggard fyri tíðinda sum kvøldskúlaleiðari og frøddist um, at fleiri nýggj kvøldskúlatilboð hava sæð dagsins ljós seinastu tvey árini undir leiðslu av Áka.

Børnini eru okkara framtíð

Tá ið nýggi Frítíðarskúlin alment varð sýndur fram fríggjadagin 10. juni, handaði Dávur R Hansen frá FUGLARK lykilin til borgarstjóran, sum so aftur handaði lykilin til leiðaran í Frítíðarskúlanum.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, segði:

Hetta er ein stórur dagur fyri okkum øll í Nes kommunu. Vit eru sera fegin um at hava fingið nýggjan Frítíðarskúla og at hátíðarhalda tað í dag.

Skal eisini nýta høvi at siga, at vit eru sera fegin um, at tit eru so væl møtt, og at vit eru so mong, sum saman kunnu fegnast um hetta framstig á barnaøkinum í Nes kommunu.

Børnini er tann allar størsta og allar kærasta gávan, sum foreldur fáa. Og tað er sanniliga eisini ein stórfingin gáva at blíva abbi ella omma. Tí vilja øll, kommuna – og hvør einstakur av okkum, gera alt tað besta fyri børnini, sum er framtíðin fyri eitthvørt samfelag.

Persónliga eri eg fegin um at hava verið partur at tilgongdini til úrslitið, sum vit síggja í dag. Var limur í Trivnaðarnevndini í undanfarna bygdaráði, sum samtykti og legði lunnar undir byggingina. Sum borgarstjóri frá

 1. januar 2021 havi eg sjálvandi verið nærri knýttur at gongdini í byggingini – og soleiðis samstarva nógv og væl við Trivnaðarnevndina, Dáva Reinert Hansen, sum vegna FuglArk hevur havt byggieftirlitið/ráðgeving og Eydnu Olsen, leiðara í Frítíðarskúlanum her á Brekkukletti. 

Øllum tykkum, sum eg hava samskift so nógv við, vil eg bera eina hjartans tøkk. Stóra takk fyri, at samstarvið hevur verið merkt av áliti og einum so positivum vilja at fáa sum mest burturúr. 

Eisini vil eg takka nýggja bygdaráðnum, sum vildi játta pening til at fara suður um linjuna, sum vit so skemtandi siga. Ivist ikki í, at framtíðin fer at vísa, at tað eisini var rætt at umvæla og gera dagføringar innandura í gamla bygninginum. Vónandi ber eisini til, um ikki so langa tíð, at fara undir dagføringarnar uttandura á gamla bygninginum. 

Øllum tykkum, sum hava gjørt alt tað praktiska arbeiðið, fyrst grundøkið, síðan tekningar og ikki minst sjálv handverkið. Hjartaliga takk fyri! Øll tit, saman, hava bygt ein varða her á Brekkukletti. Hvørt tað einasta klípi hevur havt sín stóra týdning fyri at náa góðum úrsliti – eisini við atliti til grøna orkuskiftið. 

Góði Dávur! Hjartaliga takk fyri lykilin. Tú ert ein álitismaður. Vegna Nes kommunu vil eg takka tær mangar ferðir fyri sera gott samstarv og hervið handa tær eina blómukurv.

Góða Eydna! Stóra, stóra takk fyri títt tolni, áhaldni, trúfesti og samstundis tíni góðu evni sum leiðari at fáa tað at bera til í undafarnum árum, tá ið hølisviðurskiftini mangan vóru so ivasom. Tú hevur eisini havt trúføst starvsfólk, sum vildu hava tað at bera til.  Tað er kommunan sera takksom fyri. 

Undir byggingini  hevur tú sum leiðari eisini verið sera góð at samstarva við og gjørt alt fyri at fáa gerandisdagin at ganga so smidliga, hóast økið her hevur verið eitt byggipláss, og Frítíðarskúlin samstundis eisini varð raktur av koronu.

Við hesum fáu orðum vil eg so, vegna Nes kommunu, handa lykilin til tín, Eydnu Olsen, leiðara í Frítíðarskúlanum á Brekkukletti. Hetta verður gjørt í vissuni og ynskinum um, at tú, saman við tínum samstarvsfólkum, eisini framhaldandi fert at leiða stovnin soleiðis, at her er tryggleiki og góðar umstøður at menna seg hjá okkara børnum. Tað hevur so alstóran týdning fyri okkara gimsteinar, okkara kæru børn. Ynski tykkum øllum blíðan byr!

Bygdaráðið hevur samtykt at lata Frítíðarskúlanum eitt keyboard sum gávu í dag. Somuleiðis vil eg vegna Nes kommunu handa tær eina blómukurv. 

Súni í Hjøllum, borgarstjóri

 

Dávur R Hansen

frá FUGLARK greiddi frá byggingini av Frítíðarskúlanum:

Vegna FUGLARK fari eg at takka fyri álitið frá Nes kommunu. Takk fyri, at vit vóru bidnir at verða høvuðsráðgevarar i hesari útbyggingini og dagføringini av Frítíðarskúlanum.

Tilgongdin

Ætlanin var, frá byrjan, bert at byggja omaná bilhúsið sunnanfyri, men skjótt var greitt, at tørvurin av plássi var nógv størri. Tískil varð farið norður um við útbyggingini. Barnagarðurin á Svangaskarið var eisini við at verða ov lítil, og tí var ynski, at skúlabólkurin skuldi flyta suður um vegin. Tí mátti útbyggingin  víðkast enn meir. Úslitið er bygningurin, vit standa í í dag; ein bygningur í tveimum hæddum + tøknirúm á 3. hædd. Ein partur í kjallaranum er ikki liðugt innrættaður, men er gjørdur klárur til at innrætta til eina stovu, líknandi hesi stovuni, vit síggja á hesi hæddini.

Eisini kann nevnast, at undir tilgongdini varð avgjørt, at bygningurin skuldi hava jarðhita. Tað má sigast, at hendan íløgan var skilagóð, tá hugsað verður um umhvørvið og kommunukassan, nú oljuprísirnir eru hækkaðir so nógv. 

Bygningsskap

Frítíðarskúlin á Toftum er útbygdur og dagførdur sum meginmál, at bygningurin hóskar seg væl til verandi frítíðarskúla og grannalagið við sethúsaumhvørvi. Yvirskipað er málið, at samanlagdi bygningurin kemur at sýnast sum ein heild. Arkitektururin er sera einfaldur. Sniðið hevur flog og verður lætt og leikandi, tá hugt verður ovast á tekjuni. – Skapið tekur støði í verandi húsamønu, byggir seg norð- og niðaneftir í lendið og lættliga framkoma fleirfald tekjuskap. – Stór, smá og ymisk snið av gluggum sýna fram ítriv, frítíðarvirksemi, ymisleika og skapa eitt lætt og ljóst inniumhvørvið. Ein rúmlig trappa úr viði er miðsett í bygninginum, og hon knýtir verandi og nýggja bygningin saman, og virkar hon sum samband millum Skúlabólkin og Frítíðarskúlan, spælirúm og møtisstað hjá starvfólki, foreldrum og børnum. Felagsrúmið við køki er nú staðsett sum hjarta í húsinum, innrættað við opnum goymsluhyllum til leikur og íblástur, og her angar ofta av nýbakaðum bollum og kaku. – Umframt felagshølini, so eru stovur til børnini, starvfólkaumhvørvið, klædna- og vátrúm. Skúlabólkurin og Frítíðarskúlin eru nú undir felags lon, har bæði innan- og uttanduraumhvørvið eru kveikjandi og fevnandi frítíðarrúm; her húsast okkara ágrýtnu og virkisfýsnu børn í kommununi.

Ætlanin hjá kommununi er at klæða og skifta tak á gamla bygninginum, tí alt kemur alt at sýnast sum ein samanhangandi eind.

Bilhúsið er klætt og bjálvað. Tað hevur eisini fingið nýggj vindeygu, so tað kann nýtast til ymiskt kreativt arbeið.

Støddin á útbyggingini er áleið 422 m2 í tveimum hæddum, tøknirúm á 40 m2 á 3. hædd + bilhúsið á 45 m2, ið er sunnan fyri gamla bygningin, er gjørt av nýggjum.

Í prosjektteringtoyminum, umframt Fuglark, hava verið hesar fyritøkurnar:

Sverri Absalonsen –  Konstruktiónir

PBC – HVS – prosjekt

SMJ –  el-prosjekt

 

Bygginging

Avgjørt varð at bjóða arbeiðið út í   fakarbeiðstøku, og vóru lægstbjóðandi fyritøkurnar hesar

Byggibúning: RTS Contractors

Stórarbeiðstøka: Byggivirkið KBH

HVS arbeiðstøka: Blikksmiðjan

EL arbeiðstøka: HD Electric

Málaraarbeiðstøka: AM -Máling

Gólvarbeiðstøka: Gólvmenn

Veitarar av innbúgvi hava verið hesir: Nema, Petur Gaardlykke, Ba og Borg

Uttanumøkið, umframt KBH, hava hesir staðið fyri: Klaus Højgaard hevur hegnað, Kaj Eli Hansen hevur gjørt  maskinarbeiðið, meðan kommunumenninir hava gjørt gøtur og fríðkað um.

 

Bygningsarbeiðið byrjaði í september mánaði 2019. Tað varð avhendað í mai mánaði 2021. Arbeiðið hevur sum heild gingið væl, tó kann nevnast, at veðrið var sera illfýsið. Útsynningsstormarnir vóru harðir meðan stoypingin fór fram. Tað kann nevnast, at ein maður, ið býr í grannalagnum, helt skemtiliga fyri ein morgunin, at umstøðurnar at forskalla í hesum veðrinum, var líka so hart sum at standa við rulluna ein illveðursdag. Ein onnur avbjóðing, sum darvaði nakað, var sóttarhald og veiting av tilfari vegna farsóttina.

Kjallarin í verandi Frítíðarskúla var ikki partur av fyrsta útboðnum. Hetta mátti gerast aftaná, at nýggju hølini vóru tikin í nýtslu.

Kostnaðarætlanin fyri 1. byggistig helt, afturat hesum er gjørt ymiskt annað. Ymiskar broytingar og dagføringar í kjallara í verandi frítíðarskúla, tún og garðar omanfyri, gøta niðanfyri, trappa norðanfyri, hegning og víðkan og asfaltering av parkeringsøkjunum.

Verandi Frítíðarskúlin hevur verið opin alla tíðina, meðan byggingin er farin fram, undantikið onkrar hendinga dagar, har tey máttu finna alternativ hølir vegna serlig arbeiðir. Nevnast má,at Eydna, øll starvsfólkini, børnini og foreldur, hava verið sera tolin og kreativ at funnið loysnir undir byggingini, serliga tá uttanumøkið var minkað rættiliga nógv.

 

Eg vil takka øllum samstarvspørtunum, øllum arbeiðstakarunum, Eydnu og starvfólkunum í Frítíðarskúlanum, ráðgevum, starvsfólkunum hjá kommununi, bygdaráðslimun og báðum borgarstjórunum undir byggingini, fyrverandi Jóhannusi og núverandi Súna, fyri gott samstarv og ynskja tykkum góða eydnu við bygninginum.

Hervið vil eg handa Súna í Hjøllum, borgarstjóra, lykilin til nýggja Frítíðarskúlan á Brekkukletti.

 

 

Eydna Olsen, leiðari í Frítíðarskúlanum

Tá ið Frítíðarskúlin hevði almenna móttøku fríggjadagin 10. juni segði Eydna Olsen, leiðari, m. a.:

Orðatakið sigur: ”Tolin trívst”, tað haldi eg hevur eyðkent Frítíðarskúlan.

Vit hava búleikast í skiftandi hølum, men vit hava havt tolin og góð starvsfólk øll árini, so trivanðurin hevur verið góður.

Í Endamálsorðingi hjá Frítíðarskúlanum stendur:

Vit bjóða børnum ein gerandisdag við fjølbroyttum innihaldi, har tey á ein skapandi og mennandi hátt kunnu royna seg.

Vit leggja dent á, at menna allar barnsins førleikar, harímillum teir sosialu, og persónligu førleikarnar.

Tá barnið er í frítíðarskúla, fer stórur partur av degnum við Leika og Lær og nakað av skipanum innihaldi. Vit bjóða børnunum umstøður at fara ígongd við ymiskt, sum tey kunna taka lut í, um tey hava hug til tað.

Ì Frítíðarskúlanum leggja vit stóran dent á at barnið hevur frí og kann sjálvt við vegleiðing saman við vaksnum skipa dagin.

Frítíðarskúlin leggur dent á at børnini trívast, mennast og hava góðar og tryggar umstøður.

Um eg hugleiði  aftur á tíðina,sum farin er, hava vit havt nógv børn, samanlagt hava vit havt 498 børn frá tí vit byrjaðu í 2001.

Vit hava húsast eitt sindur runt í bygdini. Vit hava havt sera trúføst og dugnalig starvsfólk, og eru vit tvær, ið hava arbeitt frá tí at Frítíðarskúlin byrjaði í 2001.

Tá ið Frítíðarskúlan byrjaði í kjallaranum í gamla B68 húsinum, sum vóru gjørd í stand til endamálið, vóru  tað 25 børn í 1. fl. 2. fl. og 3. fl.

Barnatalið vaks skjótt, og vit fingu tørv á fleiri fermetrum.

Vit fóru síðani at leiga úti í kjallaranum í Missiónshúsinum, har vit vóru til 2007.

Vit fingu bjóða hesi húsini á Brekkukletti til keyps. Síðan gjørdu vit smáar broytingar, og fluttu inn her í juni 2007. Her hava vit trivist sera væl. Vit hava verið sera heldig, tí vit hava allatíðina havt  sera góð, tolin og dugnalig starvsfólk.

Barnatalið vaks alsamt, og eitt tíðarskeið høvdu vit ov lítið av plássi, og tá fóru vit oman í (lítlaskúla) Ungdómshúsið, við einum árgangi.

Í august 2021 kom ein árgangur úr barnagarðinum yvir í Frítíðarskúlan. Stovan, har tey halda til, kalla vit Samspírin, og halda vit, at tað hevur riggað væl.

Hettar skúlaárið  hava vit havt samanlagt 65 børn. Vit hava pláss til 100, tá alt er innrættað.

Eg havi arbeitt undir nógvum ymiskum borgarstjórum. Tá eg byrjaði var Marjun Gaardbo borgarstjóri – síðani blivu Símin Jóhannesen, Jóhannus Danielsen og nú Súni í Hjøllum  –  Eitt hevur eyðkent øll, og tað er, at tey hava verið sera góð at arbeiða saman við. Men eg haldi eisini, eg havi verið nokkso nemm og tolin at fingist við.

Til seinast vil eg takk tykkum øllum- Nes Kommunu – Fugl Ark –  foreldrum  – og øllum teimum fittu børnunum, sum ganga og hava gingið her – fyri eitt gott samstarv.

Takk fyri!

Eydna Olsen, leiðari í Frítíðarskúlanum.

Høgni Hansen, formaður í Trivnaðarnevndini:

Tá ið Frítíðarskúlin hevði opið hús 10. juni, segði Høgni:

Vælkomin í okkara nýggja og umbygda Frítíðarskúla!

Eg havi nú í eina tíð við spenningi fylgt við, hvussu tað hevur gingist við byggingini. Og eg má siga, at nú eg síggi tað endaliga úrslitið, so kann man ikki verða annað enn væl nøgdur.

Tá seinasta bygdaráði bleiv valt, so bleiv tað skjótt klárt fyri okkum, at vit máttu gera okkurt við Frítíðarskúlan, tí hann var blivin ov lítil, og so trongdi  hann til ábøtur.

Nú eru vit so komin hartil, at børnini, bæði tey í frítíðarskúlanum og so børnini í Samspíranum, síðan summarferiuna síðsta ár hava gingið í hesum stásiliga húsinum.

Tá eg vaks upp í 60-70 árunum, vóru nakrir heilt fáir bilar á Toftum, einki sjónvarp, telefon var ikki í hvørjum húsi og sjálvsagt einki internet, so vit børn vóru fyri tað mesta úti og spældu, bæði í fjøru og haga.

Í fjøruni bleiv nógv gjørt av at fanga krabbar. Tá var fjøra, sum vit børn kundu spæla í, líka frá í Viku (tey sum ikki vita hvar í Viku er, so er tað beint sunnanfyri skrelliplássið) og mest sum allan vegin inn til Saltnes. Krabbarnir blivu sum oftast sleptir avstað aftur, stuttleikin var jú at fanga krabbarnar, men ofta tá man fekk stórar krabbar, so bleiv skelin tikin av, reinsað og løgd á oljufýringina. Tá tær høvdu ligið á oljufýringin nakrar dagar, so høvdu tær fingið ein so penan reyðan lit. Vit smádreingir hildu tær vóru øgiliga penar, men ivist í, um mammurnar hildu tað sama, tí nú eg hugsi um tað, so minnist eg ikki at tær vóru  brúkt sum prýði í húsinum.

Eitt annað, sum eg eisini minnist væl frá tí vit vóru smádreingir, var at vit nýttu ferguleguna at sparka á. Eitt mál var beint undir Mattihasa pakkhúsi, og so bleiv spælt grís. Ein var málmaður, og so vóru restin deilt sundur í tveir partar. Tað gekk ofta harðliga fyri seg, tí hvørgin parturin vildi tapa, men illstøða kom ongantíð millum okkum dreingir av tí. Ofta so fór bólturin á sjógv, og um lotið lá av landi, so var bara eitt at gera, og tað var at fara inn í bátahylin at lána sær ein róðrabát, og so rógva eftir bóltinum.

Ofta bleiv sparkað langt út á kvøldið, og fyri at fáa okkum heim, so minnist eg, at bæði mamma og Emma plagdu at fara út í tún og so rópa eftir okkum fyri at fáa okkum heim. Tað bar væl til tá, tí bilarnir vóru fáir, so tað var so mikið friðarligt, at vit hoyrdu væl tá tær róptu. Tað hevði nokk ikki borið til í dag.

Ein vísur maður segði einaferð, at vit verða formað av umhvørvinum, men vit kunna eisini siga, at vit sum fólk  forma umhvørvi. Einki er at ivast í, at vit sum vuksu í 60-70 blivu formaði av umhvørvinum og teimum, vit livdu saman við, men at vit, sum nú eru vaksin, hava eisini formað umhvørvið. Ídag er stórt sæð øll fjøran á Toftum vekk, burtursæð frá fjøruni inni við Rætt, nógv fleiri bilar og  eitt ella fleiri sjónvørp í hvørjum húsi og ein telefon er í hvørjum reyvalumma. So børnini, sum vaksa upp í dag, hava heilt aðrar fortreytir, enn vit, sum vuksu upp í 60-70 unum.

Um vit lesa í okkara bygdasøgu, so síggja vit, at um vit fara aftur til uml. ár 1900, so var nógvur sluppfiskiskapur og nógv av fiskaarbeiði á landi. Tá var tað at fiska mannfólkaarbeið, meðan atknýtta arbeiðið á landi við fiskavasking og fiskaturking var konufólkaarbeiði.

Annar heimsbardagi hevði stóra ávirkan á vinnumynstrið í Føroyum. Arbeiðsloysið var stórt, og tørvurin eftir klippfiski úr Føroyum minkaði munandi.

Føroysku myndugleikarinir, saman við fíggjingarstovnunum, royndu at bøta um støðuna, við at fíggja keyp av nýggjum og meira nýmótans skipum, sum førdu fiskin feskan til flakavirkjini. Hetta gjørdi so tað, at aftur vóru boð eftir kvinnunum. Á Toftum var lønandi arbeiði á Nyki stóran part av árinum. Hetta førdi so við sær, at eingin var heima at ansa børnunum heima. Aldargamla familjumynstrið, har altíð onkur var heima at taka sær børnum og gomlum, flutti í sjeyti- og áttatiárunum frá at vera arbeiði hjá kvinnum heima, til at gerast ein kommunal uppgáva.

Fyrstu tíðina hjálptust fólk í Nes kommuna eins og arðastaðni við privatara barnaansing. Kommunal dagrøkt kom í 1986. Dagrøktin bleiv eftir 30 ár, avloyst av vøggustovu fyri tey 0-3 ára gomlu.

Tilboð er eisini til øll børn í 1-2 flokki at ganga í Frítíðarskúla. Frítíðarskúlin byrjaði í 2001, og hevur hildið til her síðani 2007. Áðrenn tað vóru tey í Missionhúsinum. Eydna hevur verði leiðari øll árini.

Sum sagt so byrjað undanfarna kommunustýrið at tosa um at byggja uppí Frítíðarskúlan, tí hann var blivin ov lítil og ótíðarhóskandi. Í august 2017 bleiv Fuglark bidnir um at gera eitt uppskot og kostnaðarmeting fyri einari uppíbygging suðureftir og at taka garaguna uppí húsi og byggja omaná garaguna.

Tann loysnin bleiv tó slept og eftir nógva og drúgva umrøðu, bleiv í nov. 2018 avgjørt at  útbyggja og dagføra frítíðarskúlan og at flyta flyta skúlabólkin, Samspýrin, í frítíðaskúlan. Tað kom eisini at bøta um í Barnagarðinum, sum eisini var blivin í so trongur.

So bleiv arbeitt víðari við tí, og í juni 2019 komu tilboðini inn uppá arbeiði.

  • Útgrevstur RTS
  • Timburarbeið KBH
  • El arbeið HAD (Hans Arne Davidsen)
  • Gólv Colorama
  • Máling AM máling
  • Sanitet Blikksmiðjan

RTS byrjaði útgrevstin beinanveg, og í des 2019 byrjaðu KBH sítt arbeiði.

Tá man nú bygdi nýtt og dagførdi gamla Frítíðaskúlan, so bleiv nógv tosað um, hvørja loysn man skuldi brúka til at hita húsið. Tilboð blivu heintaði inn uppá ymsar loysnir, og í sept 2019 bleiv avgjørt, at Frítíðarskúlin skuldi hava jarðhita. Tað má sigast at vera ein góð loysn, nú í oljuprísurin er so høgur.

Tá arbeiðið uppá húsið byrjaði at halla í 2021, bleiv tosað um at fyri fáa umstøðurnar so góðar sum gjørligt, bæði hjá starvsfólki og børnum, máttu vit eisini dagføra økið rundan um húsið. Avgjørt bleiv at stoypa garð og tún runt húsið og at fáa planta trø og annað.

Eisini bleiv í jan 2022 tikið av einum tilboði frá Innspark um at gera ein forðabana í útiøki norðanfyri, til børnini at spæla í. Eisini er ein stórur sandkassi gjørdur norðanfyri

Eisini er ætlanin, at kommunan tey næstu árini kemurat seta pening av til uttanum økið.

Eitt er at hava teir fysisku karmarnar í ordan, men uttan góð starvsfólk kann alt gera tað sama. Og her muga vit bara siga, at har eru vit sera heppin, tí vit hava so sera góð og trúgv starvsfólk. Takk skula tit hava takk fyri. Og takk fyri tykkara tol í smb við byggjaríið og tykkara íkast til loysnir fyri at fáa alt so gott sum gjørligt.

Eisini skal tøkk veitast øllum, sum hava veriði við í byggingini, fyri gott og væl úr hondum greitt arbeiði.

 

Eg vil vegna Trivnaðrnevndina í Nes kommunu ynskja tykkum øllum, børnum og starvsfólki alt tað besta, og at tit øll koma at trívast í hesum snotiligum hølunum.

Takk fyri!

 

Høgni Hansen, formaður í Trivnaðarnevndini í Nes kommunu.

×