Stór íbúðarverkætlan á Toftum

Fyrrapartin varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Skákið. Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og fyri Skákið undirskrivaði Høgni Petersen, stjóri.

Í summar bjóðaði Nes kommuna út lendið við Regnavegin, beint sunnan fyri Svangaskarð, á leið 8.800 m2, alment til sølu til íbúðarbygging.

Sp/f Skákið við Høgna Petersen o. fl., Saltnes, vístu áhuga. Eftir samráðingar gjørdist greitt, at felagið ynskti at keypa lendið til íbúðarbygging og at byggja upp til 70 íbúðir í økinum.

Á bygdaráðsfundi í sept. varð samtykt at selja matrikkul 264i, áleið 8.800 m2, til Skákið, har treytað er, at kommunan eigur grótið. Eisini varð samtykt at taka av teirra tilboði um lessing og koyring av gróti oman í Oyrarnar, har grótið verður brúkt til grótverjuna, sum verður longd umleið 180 metrar norður móti Saltsøluni.

Nes kommuna metir, at hetta eru tvær spennandi verkætlanir. Við longdari grótverju fæst kyrra í Oyrahavnina og leggur lunnar undir eina byrjan til at gera Oyrarnar til eitt miðstaðar- og trivnaðarøki.

Seinastu tvey árini eru fleiri íbúðarbyggingar gjørdar í kommununi. Nes kommuna fegnast eisini um, at tað framvegis eru íleggjarar, sum hava áhuga og vilja at gera íløgur í eina nýggja íbúðarbygging í okkara øki, sum við Eysturoyartunnlinum er vorðið partur av miðstaðarøkinum í Føroyum.

 

Venjingarrúmið á Svangaskarði er stongt

Vegna umvælingar er venjingarrúmið á Svangaskarði stongt frá hósdegnum 6. okt. til arbeiðið er liðugt, vónandi um mánðarskiftið okt./nov.

Nærri fráboðan kemur!

Nes kommuna og RTS hava undirskrivað sáttmálan

Um middagsleitið í dag undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, vegna Nes kommunu og Svend Lamhauge, vegna RTS, nýggjan sáttmála um arbeiðið at leingja grótverjuna í Oyrunum við umleið 180 m.

Fyrr í summar undirskrivaðu partarnir sáttmála um at leingja grótverjuna 80-90 m. Grótið, umleið 38.000 rúmmetrar,  verður fingið til vega í bakkanum norðan fyri Saltsøluna. Tá varð eisini tilskilað, at um íbúðarverkætlanin á Regnavegnum gjørdist veruleiki, so skuldu partarnir aftur samráðast um útlegging av gróti frá tí økinum.

Mánakvøldið samtykti bygdaráðið at selja eini byggifyritøku lendið við Regnavegin, áleið 8.800 fermetrar, til íbúðarbygging. Í tí søluavtaluni er treytað, at kommunan eigur grótið, men skal bert gjalda fyri flutningin av grótinum oman í Oyrarnar. Grótnøgdin í tí økinum verður mett til 70.000 rúmmetrar.

Tað verður mett, at samlaða grótnøgdin, áleið 108.000 rúmmetrar, fer at røkka til at leingja grótverjuna í Oyrunum 180 metrar.

LBF og Terra eru ráðgevandi hjá Nes kommunu. LBF hevur gjørt projekteringsarbeiðið og fer at hava eftirlitið, meðan Terra útvegar neyðug loyvi.

Verkætlanin, sum hevur til endamáls at fáa kyrru í Oyrahavnina og leggja lunnar undir at gera Oyrarnar til eitt maritimt miðstaðar- og trivnaðarøki, fer at kosta umleið 13 mió. kr.

 

Grótverjan í Oyrunum og nýggj íbúðarbygging á Regnavegnum

Á bygdaráðsfundi tann 27. juni 2022 samtykti bygdaráðið í Nes kommunu at taka av lægsta tilboðnum, sum RTS átti, at leingja grótverjuna í Oyrunum áleið 80-90 m. Grótið verður útvegað úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna, og nøgdin er uml. 38.000 m3. LBF og Terra eru ráðgevandi. LBF hevur gjørt projekteringsarbeiðið og fer at hava eftirlitið, meðan Terra útvegar neyðug loyvi.

Tilboðsgevararnir hava givið tvey tilboð hvør. Tilboð A, sum umfatar arbeiðið at gera grótverjuna í Oyrunum 80-90 m við at spreingja grót úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna, og tilboð B, sum umfatar at taka ímóti og leggja grót frá møguligu íbúðarverkætlanini á Regnavegnum. Við tí grótinum, sum er mett til 70.000 m3, ber til at leingja grótverjuna áleið 100 metrar afturat, ella íalt 180 m.

Í juni varð eisini samtykt, at tilboð B verður ikki sett í verk, fyrr enn vissa er fingin fyri, um íbúðarverkætlanin á Regnavegnum verður framd.

Fyrr í summar bjóðaði Nes kommuna út lendið við Regnavegin, beint sunnan fyri Svangaskarð, á leið 8.800 m2, alment til sølu til íbúðarbygging.

Seinastu tíðina hava samráðingar verið við nýstovnaða felagið Sp/f Skákið við Høgna Petersen, Saltnes. Felagið ynskir at keypa lendið til íbúðarbygging og at byggja upp til 70 íbúðir í økinum.

Á bygdaráðsfundi í kvøld varð samtykt at selja matrikkul 264i,  áleið 8.800 m2, til Skákið, har treytað er, at kommuan eigur grótið. Eisini varð samtykt at taka av teirra tilboði um lessing og koyring av gróti oman í Oyrarnar. Somuleiðis samtykti bygdaráðið at taka av tilboði B frá RTS um móttøku og útlegging av gróti í Oyrunum.

Íalt er mett, at verkætlanin fer at kosta kommununi umleið 13 mió. kr.

Nes kommuna metir, at hetta er ein spennandi verkætlan, sum fær kyrru í Oyrahavnina og leggur lunnar undir eina byrjan til at gera Oyrarnar til eitt miðstaðar- og trivnaðarøki.

Nes kommuna fegnast eisini um, at íleggjarar hava áhuga og vilja at gera íløgur í eina nýggja íbúðarbygging í okkara øki, sum við Eysturoyartunnlinum er vorðið partur av miðstaðarøkinum í Føroyum.

 

 

 

 

 

Kunnandi fundur í Tofta skúla

Eldraráðið hevur kunnandi fund í Tofta skúla í kvøld, týskvøldið 20. sept. kl. 19.30.

Tiltakið er fyri øll, sum eru 60 ár ella eldri.

Menninir í Undirhúsinum syngja.

Janus Jensen hevur spennandi fyrilestur um staðrnøvn v.m.

Arbeiðið er byrjað

Á bygdaráðsfundi tann 27. juni 2022 samtykti bygdaráðið í Nes kommunu at taka av lægsta tilboðnum, sum RTS átti, at leingja grótverjuna í Oyrunum áleið 80-90 m. Grótið verður útvegað úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna, og nøgdin er uml. 38.000 m3.

Í vikuni er RTS farið undir at grava omanav.

Økið verður gjørt byggibúgvið

Beint fyri summarfrítíðina samtykti bygdaráðið at gera rammuavtalu við Bústaðir.

Kommunan hevur ognað sær matr. nr. 415o og 415p, sum er beint sunnan fyri KRIS-bygningin. Um verkætlanin ber á mál, so keypir Bústaðir økið og byggir 18+1 íbúðir, sum eru ætlaðar til borgarar, sum eru fevndir av tænastum hjá Almannaverkinum.

Eftir ætlan fer bygningurin at hava kjallara og tvær hæddir við p-plássum frammanfyri.

Sambært rammuavtaluni skal Nes kommuna gera økið byggibúgvið. P/f Falkon er biðið um at gera útgrevsturin. Hetta arbeiðið byrjaði í morgun.

Grótið verður koyrt í økið innan fyri Saltsøluna.

 

El-løðistøðin á Toftagjógv er virkin

Í fjør samtykti bygdaráðið eftir avtalu við SEV at seta upp eina løðistøð á Toftagjógv til el-bilar.

Nú er løðistøðin virkin og klár at nýta. Í hesum sambandi eru tveir p-básar á Toftagjógv frámerktir við tekstinum ”EL”.

 

 

Brimskaðin verður umvældur í næstum

Í vár vórðu umvælingar og dagføringar gjørdar á lendingina og økið á Neshamri.

Síðan eru fyrireikingar gjørdar til at seta upp  eitt el-spæl til smærri bátar. Eftir ætlan verður arbeiðið gjørt í komandi viku.

Eisini er avtala gjørd við arbeiðstakara um at umvæla brimskaðan á lendingina, sum kom fyri nøkrum árum síðan. Í morgun vóru kavarar niðri og gjørdu fyrieikingararbeiðið til umvælingina, sum eftir ætlan verður gjørd fyrst í september.

21 børn í 1. flokk

Í dag fóru 21 børn í 1. flokk í Tofta skúla.

Hesi fittu børnini hava glett seg sera nógv til henda søguliga dagin, sum er byrjanin til eina spennandi og læruríka tíð við nógvum ymsum avbjóðingum fyri framman.

Tá ið Durita Jakobsen, skúlastjóri í Tofta skúla, bjóðaði vælkomin, legði hon dent á, at gott samstarv  millum skúla og foreldur er sera umráðandi, um skúlagongdin skal eydnast væl.

Nes kommuna ynskir næmingum, foreldrum og lærarum blíðan byr.

×