Nes kommuna er býur

Seinastu árini hevur fólkavøksturin í Nes kommunu verið stórur. Í morgun kundi staðfestast, at tað búgva 1502 fólk í Nes kommunu, sum tí kann velja at taka sær býaarheiti.

  1. januar 2018 búðu 1279 fólk í Nes kommunu; sostatt er fólkatalið hækkað við 223 fólkum,  ella ein vøkstur á  17,4 % seinastu fimm árini.

Í januar ætlar bygdaráðið  at hátíðarhalda býarheitið við einum tiltaki fyri íbúgvunum.

 

 

3. fl. í Tofta skúla vitjaði á kommunuskrivstovuni

3. flokkur í Tofta skúla var saman við tveimum lærarum og vitjaði á kommunuskrivstovuni fyrrapartin. Hetta er ein partur av frálæruni í Heimstaðarlæru, at næmingarnir fáa høvi at koma út og kunna seg um ymisk viðurskifti.

Borgarstjórin greiddi frá um Nes kommunu og ymisk viðurskifti.

At kommuna merkir felagsskapur, um nevndararbeiði, hvat fólkaræði/demokrati er, hvat skattur er o. s. fr., o. s. fr.

Hesi fittu næmingarnir vóru sera áhugaðir og settu nógvar spurningar.

At enda fingu næmingarnir leskidrykk og søtmeti.

Nýggj tónleikahøli til musikkskúlan í Tofta skúla

Avhendingarskjalið uppá nýggju tónleikahølini í Tofta skúla vórðu undirskrivaði fyrrapartin. Fyri byggifyritøkuna KBH undirskrivaði Helgi Johannesen, stjóri, og fyri Nes kommunu Súni í Hjøllum, borgarstjóri.

Annars er tað Karl Johannesen, byggifrøðingur, sum vegna KBH hevur havt byggileiðsluna av hesum arbeiðnum. Teknistovan í Gøtu við Henning Olsen og Jens Klæmint Jacobsen hevur havt um hendi projektering og eftirlit vegna Nes kommunu.

Arbeiðið hevur eftir umstøðunum gingið væl, og partarnir eru sera væl nøgdir við úrslitið.

Tað var í summar, at farið varð undir at umbyggja gamla køkin í 1981-bygninginum til  tónleikahøli ætlað musikkskúlanum. Talan er um eina gólvvídd á umleið 110 fermetrar. Gjørd eru fýra venjingarrúm, harav tey trý hava dragihurðar ímillum, so til ber at hava samanspæl í einum størri høli. Eisini er eitt høli við tekøki, har starvsfólk og næmingar kunnu savnast.

Eftir ætlan verða nýggju hølini sýnd fram fyri almenninginum í januar, tá ið Musikkskúlin skipar fyri einum tónleikatiltaki.

Endamálið hjá Musikkskúlanum er at vekja ans fyri tónlistini. At menna tónlistarligu gávur næminganna og í aðramáta at leggja støði undir einum ríkum tónleikalívi; eitt nú við samanspæli, sangi, fyrireika konsertir og spæla til ymisk almenn endamál.

Tóri R Jacobsen er leiðari í Nes Sóknar Musikkskúla.

 

 

Tíðir í venjingarrúminum á Svangaskarði

Fram til jóla eru hesar tíðir upptiknar í venjingarrúminum

Mándag 17-20

Týsdag 17-20

Hósdag 17-20

Leygardag 10-12

Annars er opið  sum vant. Møguligir lyklar fáast frá Peturi Hans Hansen, umsjónarmanni, tlf. 565008.

Jóhan Magnus Gunrim helt røðuna, tá ið jólatræið varð tendrað

Góðan dag øll somul og takk fyri, at eg kann vera saman við tykkum í dag.

Eisini vil eg nýta høvi til at takka Nes Kommunu fyri møguleikan at siga nøkur fá orð í dag.

 

Fyri tykkum, sum ikki kenna meg, so eri eg uppvaksin í Saltnesi, og búgvi í dag á Høganesvegnum. Vit byggja eisini hús longur inni á Høganesi. Eg eri giftur vi∂ Beintu, sum er av Eiði, og saman eiga vit trý børn: Malin, Miriam og Kristian.

 

Í summar vóru vit á fjalli á Mýrunum, og fekk eg eitt deiligt prát við Jákup hjá Ethel. Samrøðan byrjaði við, at eg spurdi: Jákup, kennir tú meg? Hann svaraði: Ja, eg kenni teg. Og so helt hann fram nakað soleiðis. Um eg ikki hevði kent teg, so hevði eg kent teg alíkavæl. Tú líkist abba tínum, segði hann. Abbi mín var Magnus Andreassen, vanliga kallaður Maggi, og omma mín var Hilda. Foreldur míni eru Annika og Kristian.

——–

Sum eg sat og fyrireikaði meg til at siga nøkur fá orð í dag, so fór eg at hugsa um ein gongutúr, ið eg gjørdi mær á vári í fjør. Eg gekk ein túr eftir havnalagnum, og endaði úti á pirinum. Komin heilt út á pirin, vendi eg eyguni niðan móti bygdini.  Á, tann sjón, eg fekk tá.

 

Beint frammanfyri mær var bátur komin av útróðri, og ein trukkur, allarhelst frá landingarmiðstøðini, stóð klárur at taka fiskin upp úr lastini. Og tá eg sá hetta, so fór eg at hugsa um virksemið á kaiini; við Toftagjøgv, við Oyrarnar og niðri við Rætt. Síðani fór eg at hugsa um skúlan, barnagarðin, frítíðarskúlan o.s.fr. Og tá so alt hetta fór í gongd í høvdinum hjá mær, so fór eg eisini at hugsa um kommununa sum heild, og serliga um fólkið, tykkum, okkum, sum búgva her, og tær góður løturnar, ið eg havi notið saman við fleiri av tykkum.

 

Eg eri av nátturu eitt sindur smæðin, so eg leypi ikki á fólk. Men tiltøk s.s ruddingardagar, várdagar, bátafestivalur, summarkvøld við Toftavatn og løtur sum hesa, hava gjørt mær væl. Her havi eg fingið nógvar góðar samrøður við fleiri av tykkum, og eg vóni at fáa enn fleir góðar samrøður við tykkum í framtíðini.

 

Tá eg hugsi um kommununa sum heild, so haldi eg, at vit hava tað gott í kommununi. Vit hava nógv at gleðast um og nógv at takka fyri. Og ja, lat okkum ikki smæðast at tosa um krossin á Høganesi, um tað gula drekkivatnið, um hægri barnafrádrátt, um skattalætta, og ja, enntá marinaðina við bátahylin. Vit eiga at kunna tosa um alt hetta, men lat tað vera við virðing yvir fyri hvør øðrum. Lat okkum minnast til at vera góð við hvør annan, hóast semja ikki er um alt. Lat okkum hjálpa hvør øðrum, tí tá alt kemur til alt, so ynskja vit øll tað besta fyri kommununa.

Paulus skrivar soleiðis í filippibrævinum:

“Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi!” Tí hvat gjørdi Jesus?

Hann “gjørdi Seg eins og tænara og varð menniskjum líkur.” (Fillip. 2:5, 7b)

 

Jesus kom ikki fyri at verða tæntur, men fyri at tæna. Mátti hetta eyðkent okkum øll, sum borgarar í Nes Kommunu.

———-

Eg skal vera liðugur nú. Tá vit savnast til løtur sum hesa, har vit líkasum skulu tendra jólini, so hugsi eg altíð um hendan spurningin: hví halda vit jól? Snýr tað seg bara um gávur, ella um mat, ella kanska vápnahvíld? Hví halda vit jól? Ella, sum ein sangur sigur: Hvat er tað, sum á jólum teg man frøa?

 

Hetta er ein danskur sangur, ið Edmund Williamson týddi til føroyskt fyri nøkrum árum síðani. Hann sigur soleiðis:

 

Hvat er tað, sum á jólum teg man frøa, ger fjálga lon, kann harða hjarta grøða?

er alt um fjós og krubbu jólanátt eitt einki, tá ið stjørnan kámast brátt?

Nei, stjørnan lýsir bjørt, tá eyga sær tað barn í krubbu, alt er vorðið mær.

 

Er jólaboð alt gávur upp í leypar, bert fagurt ljós og ovurfyltir steypar?

Er heimsins og familju friðarstund, bert vápnahvíld við jólunum á fund?

Nei, stjørnan lýsir bjørt, tá eyga sær tað barn í krubbu, alt er vorðið mær.

 

Er stjørnan bert til prýðis, kertur bjørtu, og flættar tú tey sonnu jólahjørtu?

Slapp Gud at tendra ljós í tær og mær, og letur tú ta stjørnu lýsa tær?

Ja, stjørnan lýsir bjørt, tá eyga sær tað barn í krubbu, alt er vorðið mær.

 

Vit, heima hjá okkum halda jól, tí vit ynskja at minnast hetta barnið, ið varð føtt í krubbu. Vit ynskja at minnast Jesus. Jesus kom, sum áður nevnt, ikki fyri at verða tæntur, men fyri at tæna. Lat okkum minnast Hann, nú vit tendra jólini.

 

At enda vil eg enn einaferð takka Nes Kommunu fyri møguleikan at siga nøkur orð til tykkum í dag. Má Harrin signa okkum øll.

 

Eftir er bert at ynskja okkum øllum eini gleðilig jól, takk fyri!

 

Jørgin Olsen verður nýggi leiðarin í Barnagarðinum

Nes kommuna hevur søkt eftir nýggjum leiðara til Barnagarðin á Svangaskarði, nú Tóra Johannesen, leiðari, hevur valt at siga seg úr hesum starvi, sum hon hevur røkt seinastu 14 árini.

Tá ið umsóknarfreistin var farin tann 09.11.2022, vóru 5 umsóknir til starvið.

Á bygdaráðsfundi tann 28. november samtykti bygdaráðið at seta Jørgin Olsen, námsfrøðing, í starv sum nýggjan leiðara frá 1. januar 2023.

Jørgin Olsen er 55 ár og búsitandi í Runavík. Umframt námsfrøðiliga útbúgving hevur hann tikið leiðarútbúgvingar. Hevur drúgvar royndir í námsfrøðiligum arbeiði í sambýlum og dagstovnum eins og leiðsluroyndir.

Jørgin Olsen var leiðari í Dagstovninum við Stórá í Rituvík í árunum 2008-2017. Síðan hevur hann verið eindarleiðari í Eind 1 hjá Almannverkinum í Norðoyggjum.

Í dag vitjaði Jørgin Olsen á kommuskrivstovuni og heilsaði uppá Súna í Hjøllum, borgarstjóra, sum ynskti honum tillukku við nýggja starvinum og allar bestu eydnu.

 

 

 

 

 

 

Fíggjarætlanin hjá Nes kommunu fyri 2023

Á bygdaráðsfundi hjá Nes kommunu mánakvøldið tann 28.11.2022 varð fíggjarætlanin  fyri 2023 einmælt samtykt.

Skattaprosentið verður 20,5%, sum er tað sama sum í 2022. Barnafrádrátturin verður kr. 5.500, sum eisini er tann sami sum í 2022.

Samlaðu inntøkurnar verða mettar at verða 72,5 mió. kr. Rakstrarútreiðslurnar verða mettar til 63,5 mió. Kr. Hetta gevur eitt rakstraravlop á 9,0 mió. kr.

Avsettar eru 17,1 mió. kr. til íløgur. Samlað gevur hetta eitt hall á 8,1 mió. kr.

Afturgjald av skuld verður í 2023 umleið 3 mió. kr.

Samtykt er at afturgjald av skuld verður fíggjað av tøkum peningi. Íløgurnar verður fíggjaðar av rakstraravlopi, tøkum peningi og lántøku á 8 mió. kr.

Á barnaansingarøkinum verða ansingargjøldini óbroytt. Frítíðarkortið á kr. 2.000 fyri hvørt barn millum 0-18 ár verður – eins og í 2022 – eisini galdandi í 2023.

 

Til íløgur í 2023:

0,07 mió. kr. til Heilsumiðstøðina

0,20 mió. kr. til útiøkið í Barnagarðinum

0,15 mió. kr. til útiøkið í Frítíðarskúlanum

0,20 mió. kr. til útiøkið í Tofta skúla

2,20 mió. kr. til fakhøli í Tofta skúla

0,10 mió. kr. til svimjihylin

0,25 mió. kr. til amboð í venjingarrúmið á Svangaskarði

5,20 mió. kr. til ítróttarøkið á Svangaskarði

0,28 mió. kr. til alment wc

0,20 mió. kr. til keyp av lendi til víðkan av kirkjugarðinum

2,43 mió. kr. søla av lendi

1,70 mió. kr. til nýíløgu í reinsiverkið

0,20 mió. kr. til kantsteinar á Kvíggjarvegi

0,35 mió. kr. til keyp av lendi

0,38 mió. kr. til byggibúning

0,25 mió. kr. til gøtu á Nesi

0,15 mió. kr. til keyp av arbeiðsbili

0,12 mió. kr. til Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið

7,52 mió. kr. til leingjan av grótverjuni í Oyrunum

Annars eru avsettar smærri og størri upphæddir til rakstur av kommunalum vegum, bygningum og ognum annars.

Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at vaksa, í dag búgva 1494 fólk í Nes kommunu. Sostatt er fólkavøksturin higartil í ár komin uppá 44 fólk.

Bygdaráðið í Nes kommunu fer framhaldandi at leggja dent á at skapa fortreytir fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagóðari fíggjarstýring.

Toftir, tann 29. nov. 2022

Vegna bygdaráðið í Nes kommunu

Súni í Hjøllum, borgarstjóri 

 

Tríggir starvsdagar í Nes kommunu

Um vikuskiftið vórðu tríggjar kvinnur heiðraðar, tá ið kommunan skipaði fyri jólaborðhaldi fyri starvssfólkunum.

Turid Hansen fyri 20 ár, Súsanna Skoradal fyri 20 ár og Karina Olsen fyri 25 ár í starvi hjá Nes kommunu. Tær arbeiða allar í Barnagarðinum á Svangaskarði.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, segði, at tað hevur ómetaliga stóran týdning at hava trúgv fólk á dagstovnunum, sum ár eftir ár, dag og dagliga gera sítt allarbesta fyri at røkja sína uppgávu.  Hetta verður virðismett sera høgt.

Borgarstjórin takkaði teimum fyri  sera gott samstarv millum ár og dag, fyri trúgva og drúgva tænastu, ynskti teimum framhaldandi blíðan byr og handaði teimum gávur og blómur.

Jóan Jacob Skoradal í nýggjum starvi

 

Í morgun byrjaði Jóan Jacob Skoradal í starvi sum partur í Tekniska toyminum hjá Nes kommunu. Umframt fyrifallandi arbeiði kemur hann at koyra minigravaran, arbeiða á Endurnýtsluvirkinum og taka sær av kommunalu flaggingini ávísar dagar og til ávís høvi.

Tað var á bygdaráðsfundi tann 31. okt.  at bygdaráðið samtykti, eftir tilmæli frá Teknisku nevnd, at seta Jóan Jacob Skoradal í starvið.

Í morgun bjóðaðu umboð fyri Nes kommunu Jóan Jacob vælkomnum og ynsktu honum góða eydnu í starvinum.

Á myndini: Jan Petersen, arbeiðsformaður, Dakko Petersen, formaður í Teknisku nevnd, Jóan Jacob Skordadal, arbeiðsmaður og Súni í Hjøllum, borgarstjóri.

Fyrstu randarhúsini við Høganesvegin eru reist í dag

Í dag eru fyrstu randarhúsini, sum KBH byggir við Høganesvegin, reist.

Hendan verkætlanin hjá KBH hevur seks randarhús. Tey eru staðsett í vøkrum náttúruumhvørvi og góðum útsýni yvir Skálafjørðin. Randarhúsini eru partur av nýggja býlinginum í økinum , har Nes kommuna hevur longt Høganesvegin,  Nýtt setahúsaøki er í niðaru síðu av vegnum, meðan ætlanin er at hava randarhús, íbúðir o. l. í ovaru síðuni.

KBH fer í hesi verkætlanini at byggja tvær ymiskar húsatypir í tveimum hæddum. Hvørt randarhús hevur yvirdekkað bilskýli, tøknirúm, goysmlsu, inngongd/dur, 2 wc, bryggers, stórt rúm til køk/stovu og ávikavist 3 ella 4 kømur.

Haraftuat er ein stór altan/terassa og gott tún bæði í niðaru og ovaru síðu.

 

×