Vegna arbeiði verður eingin gjøgnumkoyring á Heygsvegi hósdagin 12. januar frá kl. 9 til umleið kl. 13
Hallur Jacobsen og Helgi Olsen fingu viðurkenning og tøkk
Trettandakvøld varð skipað fyri hugnaløtu í Bygdarhúsinum á Strondum fyri sløkkiliðsfólkunum í Skálafjarðar Sløkkiliði.
Í hesum sambandi vórðu Hallur Jacobsen, búsitandi í Oyndarfirði, og Helgi Olsen úr Rituvík, heiðraðir.
Hallur Jacobsen hevur verið virkin í mong ár, men hevur nú valt at gevast. Helgi Olsen hevur verið í sløkkiliðnum í 25 ár.
Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari, bar fram takkarkvøðu til teirra fyri trúgva og drúgva tænastu, meðan Súni í Hjøllum, formaður í stýrinum, handaði gávur og blómur.
Nes-, Runavíkar- og Sjóvar kommuna varða av Skálafjarðar Sløkkiliði. Fjórða hvørt ár, eftir at kommuval hevur verið, verður stýrið fyri sløkkiliðið valt.
Í stýrinum sita hesa setuna:
Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, formaður
Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, næstformaður
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu
Terje B. Vestegaard, býráðslimur í Runavíkar kommunu
Pauli Poulsen, býráðslimur í Runavíkar kommunu
Hans L. Djurhuus, Klaksvík, umboðar Fútaembætið
Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari, Runavík
Vilhelm M. Olsen, varaleiðari, Skála
Nýggjársrøðan
Heini S. Kristiansen, varaborgarstjóri:
Góðu øll somul,
2022 syngur uppá seinasta vers, og eitt nýtt ár stendur fyri durðum. Hetta er ofta høvið, har ið vit lýta aftur og samstundis seta ætlanir. Harumframt verður her ofta givið høvi at hugleiða til onkran, sum trívist við andgletti, mikrofon-tíð, uppmerksemi, at tosa og hava onnur lurtandi – í so máta hava tit funnið rætta mannin.
At seta sær mál
Ársgrøði er ársføði … Sigur orðatakið. Árið – kalendaraárið – er karmur um mangt í okkara tilveru. Fíggjarár, kappingarár, politiskt ár og mangt annað. Í veruleikanum er dagurin í dag og í morgin eins og flestu allir dagar. Men tó so – fáir aðrir dagar munnu rúma eins nógvum eftirmetingum, hugsanum, stúranum, vónum, gleði og líknandi sum gamlaárskvøld; Og fáar dagar munnu so nógv fitness hald verða teknað sum 1. januar ella fyrstu dagarnar á hvørjum ári. 1. januar er tí helst burðarplássið fyri flestu – meira ella minni væleydnaðu – ætlanir og lyfti. Í so máta er nýggjár nokk karmur um fleiri miseydnaðar ætlanir. Men tað ger einki. Tað er týdningarmikið, at vit áhaldandi taka okkara tilveru upp til revisión. Seta okkum mál. Og fylgja upp á gongdina. At vit eru vónargóð.
Godt begyndt er halvt fuldent … sigur danska orðatakið. Eg ivist ikki í, at vit øll hava sett okkum nøkur mál fyri 2023 … og so er longu komin góð byrjan á.
Nýggjárshald
Eg minnist sjálvur aftur á mong góð nýggjárshald sum barn. Tey flestu hava verið í høllini á Skála, men einstakt hevur eisini verið í Sandavági, har ið bygdin er lýst upp, og árstalið stendur á fjallinum í elddósum.
Eisini hevur mangt nýggjárshald verið hildið í Danmark – standandi á Langebro og lítandi móti Fisketorget ella ímóti ráðhuspladsen, har ið Københavns Kommune brendi eitt meira munandi fyrverksbudget av! Av sonnum ein flott sjón.
Seinastu árini hava vit ofta haft sera hugnaliga løtu saman við grannum sunnanvert hjá okkum. Hvørt land, hvør kommuna, hvør bygd, hvør familja, hvør einstakur hevur helst ymsar afturvendandi traditiónir á nýttárinum. Hugni er í hásæti, hugleitt verður um lívið, mál verða sett og vón ella stúran fyri framtíðini fær helst eisini pláss í hugaheiminum. Tøkk til B68 fyri, at tit so trúliga eru við til at skapa trivna og samanhald við frálíkum tiltøkum sum hesum.
Frá Oyrasund til akustikloft
Um eg lýti aftur nøkur ár í mínum lívi, so er inniskógvamentanin á Oyrasund nú vorðin útskift við familjulív, res, tiltøk “en masse” og alt ov stór køkuborð í Føroyum. Brettspæl og reyp í J 803 er nú vorðið til hugnalig prát í prestagarðinum á Nesi. Frískt-kvørnað kaffi í stempulkannu serverað í forkunnugu 1½ íbúðarstøddini í K304 er nú vorðið til CL dystir í nýggjari íbúð á Kneysum … og muttan vert, um Liverpool tapa. Hugnaligar vitjanir í J 606 er nú vorðið til barnaføðingardagar undir Nesinum hjá øðrum skálamanni, har ið verturin eigur niðurgravaða trampolin, sum er populer millum børnini, og nýinnstaleraðan køk og akustikvinarligt troldtekt loft, sum er populert millum tey nú gomlu oyruni. Hugaligt er, at hesi somu fólk – vinir og kenningar – hava søkt aftur á klettarnar, og at fleiri av teimum hava búsett seg í Nes Kommunu.
Býarlív
Her í Nes Kommunu kunnu vit fegnast um framgongd og vøkstur seinastu árini. Vit eru komin uppum 1.500 íbúgvar, og kommunan er tí vorðin býur eftir definitiónini í kommunustýrislógini. Tunnilin er komin upp í okkara kommunu – ikki Runavík ella Klaksvík, sum vit minnast frá skeltamálinum – og fleiri hyggja móti okkara øki, tá ið tey skulu velja sær bústað.
Vit hava nýggjar útstykkingar og fleiri fjølbroyttar íbúðarbyggingar í gongd og ávegis. Plasering er virðismikil lutur, tá ið fólk skulu velja sær bústað. Sentrala plaseringin, har ið Runavík, Havnin, Strendur og annað er sera tætt við hjá tykkum, er heilt vist til okkara fyrimun.
Men harumframt eru kjarnuøkini hjá einihvørjari kommunu – ansingarøki, skúli og eldraøki – sera týdningarmikil. Tøkk til øll starvsfólk, sum tæna okkum borgarum so fyrimyndarliga innan hesi øki.
Framtíðin er bjørt, og spennandi ætlanir eru fyri framman!
Lokala initiativið – Sig takk fyri tað!
Her í kommununi síggja vit, at lokala fólkið tekur stig og setur í gongd. Millum annað við hesum tiltakinum. Hetta hevur eitt sera stórt virði fyri øll. Nevnast kunnu eisini áhugafeløg, trúarsamfeløg, grannafeløg og trý lokal spælipláss, sum lokalar kreftir hava visjónir fyri og dríva fram á leið. Kommunan hevur stuðlað arbeiðinum, men eingin setur seg afturá og bíðar eftir, at onnur fáa ting at henda fyri seg.
Eg haldi tað vera áhugavert, at tit eru so virkin í lokaløkinum. Eg vil pástanda – uttan at hava nakra skjalfesting fyri mínum pástandi – at Nes kommuna hevur hægsta tal av sjálvbodnum tímum per capita. Tit eru stórleverandørar av eldhugaðum og sjálvbodnum kreftum í B68, Ternuni, Ravni, Flot, Tabor, Nebo, kirkjuni … og eisini til hugnaligasta tiltak Føroya – Nes Kommunu Cup.
Sig takk fyri tað!
Hesin eginleikin – at vera lokalt aktiv, men samstundis at vera í vøkstri og størri partur av samlaða landakortinum – er ein stóru fyrimunur. Altso ikki at einans skoða inneftir, men eisini úteftir, uttan at missa vilja og eginleika at styrkja tað, sum er okkara. Tað er gull vert!
Cafe Latté maskina stórtrívist
So mín áheitan til okkum øll í 2023 kann verða: lat okkum halda fram at styrkja um felagsskapin.
Hóast vit eru vorðin býur, so kunnu vit framvegis koma hvør øðrum við, taka hond í tí sjálvbodna arbeiðinum og fjálga um okkara felagsskap.
Tað er stuttligt, at vit eru vorðin býur. Persónliga kann eg gleðast um, at Cafe Latté maskinan heima hjá mær nú passar betri inn í meira urbana umhvørvið í einum býi. Men vit mugu minnast til tað bygdasliga.
Vit kunnu kanska miðja eftir at verða heimsins bygdasligasti býur, við bestu plassering á føroyska landakortinum … við Saltnesi sum forstaði.
Guds signing til okkum øll í komandi tíðum.
Gott nýggjár!
Hjartaliga vælkomin Jørgin Olsen
Jørgin Olsen, nýggi leiðarin í Barnagarðinum á Svangaskarði, hevði sín fyrsta arbeiðsdag í dag.
Í hesum sambandi varð skipað fyri lítlari móttøku, so umboð fyri kommununa og starvsfólk annars høvdu møguleika at heilsa uppá nýggja leiðaran.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, bjóðaði nýggja leiðaranum hjartaliga vælkomnum og segði m. a., at hann bæði vónaði og væntaði eitt gott samstarv. Borgarstjórin ynskti nýggja leiðaranum alt tað besta og blíðan byr í nýggja týdningarmikla starvinum. At enda fekk Jørgin Olsen eitt eintak av Bygdasøguni/Nes, Toftir, Saltnes. Í hesum sambandi minti borgarstjórin á, at Jørgin hevði røtur her úr økinum.
Jørgin Olsen takkaði fyri móttøkuna og segði, at hann hevur glett seg til uppgávuna sum leiðari í Barnagarðinum á Svangaskarði. Hann segði, at hann fer at leggja stóran dent á samstarv við kommunu, varaleiðara, starvsfólk og foreldur.
Tað var í november, at bygdaráðið samtykti at seta Jørgin Olsen, námsfrøðing, í starv sum nýggjan leiðara frá 1. januar 2023.
Jørgin Olsen er 55 ár, ættaður úr Fuglafirð og búsitandi í Runavík. Umframt námsfrøðiliga útbúgving hevur hann tikið leiðarútbúgvingar. Hevur drúgvar royndir í námsfrøðiligum arbeiði í sambýlum og dagstovnum eins og leiðsluroyndir.
Jørgin Olsen var leiðari í Dagstovninum við Stórá í Rituvík í árunum 2008-2017. Síðan hevur hann verið eindarleiðari í Eind 1 hjá Almannverkinum í Norðoyggjum.
Í dag byrjaði Jørgin Olsen so í nýggjum starvi sum leiðari í Barnagarðinum á Svangaskarði.
Á myndini eru frá vinstru: Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Jørgin Olsen, leiðari og Sheila Sigmundsdóttir, varaleiðari.
Fráfaringarsamkoma fyri Tóru Johannesen
Í heyst boðaði Tóra Johannesen, leiðari í Barnagarðinum, frá, at hon ynskti at gevast sum leiðari til jóla 2022, nú hon hevur røkt leiðarastarvið í næstan 15 ár.
Í morgun skipaði Nes kommuna fyri fráfaringarløtu, har Súni í Hjøllum, borgarstjórin, handaði Tóru ein málning og bar fram takkarorð.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, segði m.a.:
Tá ið eg fyri mongum árum síðan søkti inn á Føroya Læraraskúla og fekk svarskriv um, at eg var upptikin, var eitt longri skriv við, sum m. a. segði, at lærarastarvið var eitt kall.
Minnist enn, at tá kom eg at hugsa um, at helst var starvið á ein hátt at samanbera við prestastarv, har vit enn brúka setningin, at hann ella hon av kirkjuráðnum verður kallaður ella kallað at vera prestur í tí og tí kirkjusóknini.
Nú ljóðar hetta nokk so álvarsligt, men eitt haldi eg er púra vist, at skal arbeiðið í skúla ella á dagstovni eydnast, so er ein av fyritreytunum, at starvfólkini eru góð við børn, fara væl um tey og duga at laga seg til tað einstaka barnið við teimum fyritreytum og umstøðum, sum tey koma frá. At arbeiða sum lærari ella námsfrøðingur krevur ómetaliga stórt tol, og ofta hugsi eg og mong við mær, at starvið er eitt kall.
Samtíðin setir stór krøv til dagstovnarnar, starvsfólkini og ikki minst leiðaran, sum vegna kommununa skipar fyri. Tað er sera nógv broytt, síðan Dagrøktin í Nes kommunu sá dagsins ljós í 1986. Og tað er eisini nógv broytt, síðan Tóra tók við sum leiðari í Barnagarðinum 1. juni 2008. Sum leiðari hevur Tóra upplivað útbygging av Barnagarðinum, seinni við vøggustovu og í fjør, at skúlabólkurin fór yvir í nýggja Frítíðarskúlan.
Tóra hevur verið leingi í starvi hjá Nes kommu, umframt hesi 14,5 ári sum leiðari, so hevur Tóra arbeitt í dagrøktini í árunum 1986-94 og í Barnagarðinum sum námsfrøðingur, við Ingrid sum leiðara, árini 2003-2006. So samanlagt hevur Tóra verið í starvi hjá Nes kommu í áleið 25 ár.
Vegna Nes kommunu vil eg bera tær eina hjartans tøkk fyri tíðina. 14,5 ár sum leiðari á sama stovni er ein long starvstíð í dagsins samfelagi.
Vegna kommununa vil eg siga, at tú, við tínum góðu gávum og evnum, hevur verið sera álítandi, skilagóð, trúgv og samstarvssinnað. -Tað hevur heldur ongantíð verið nakar ivi um, at tú hevur viljað havt ein stovn við góðum starvsfólkum, sum saman við tær og í samstarvi við kommununa kundi vera millum fremstu stovnar í landinum.
Tað er, sum áður sagt, sera krevjandi at vera leiðari á einum so stórum stovni sum her á Svangaskarði. Vegna Nes kommu vil eg hjartaliga takka tær fyri sera gott samstarv, trúgva og drúgva tænastu. Vit ynskja tær blíðan byr, alt tað besta og Guðs signing í nýggja námsfrøðiliga starvinum, sum uttan iva eisini kennist tær sum eitt kall.
Frá Nes kommunu
Nes kommuna ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár.
Soleiðis er skrivstovan opin um jólini:
Kommunuskrivstovan er stongd 23. des. og millum jól og nýggjár. Opið verður aftur 2. januar 2022 sum vanligt.
Um tygum hava átroðkandi boð, ber til at ringja á vakttelefonina á tlf. nr. 448144.
Nes kommuna
Leiga av fimleikahøllini í jólafrítíðini
Í tíðarskeiðinum 23. des. til og við 1. jan. kemur Heri Danielsen at umsita fimleikahøllina. Ynskja tit at leiga ein tíma í hesum tíðarskeiðinum, kunnu tit heita á Hera Danielsen á tlf. 279737 og avtala tímar við hann.
Goldið verður kontant til Hera Danielsen Kr. 300,- fyri hvønn leigutíma.
Nes Cup verður í ár, og tey koma at hava høllina frá 28. des. kl 17.00 og allan dagin 29. des.
Nes kommuna
Frá IRF
Broytingar vegna veður!
Vegna veður eru fleiri broytingar í innsavningini av húsarhaldsposum hesa vikuna. Posarnir á Nesi, Toftum og Saltnesi, verða heintaðir hósdagin, 22. desember.