Myndir frá hátíðarhaldinum
Nes kommuna takkar hjartaliga fyri sera góða uppmøting til hátíðarhaldið leygarmorgunin 11. februar 2023, nú kommunan tekur við býarheitinum.
Fundarhamari til Nes kommunu
Kyndilsmessudag kom Johan Elkjær Hansen, Nes, inn á kommunuskrivstovuna.
Ørindini vóru at handa borgarstjóranum eina gávu, sum hann sjálvur hevði evnað til.
Í heilsanini skrivar hann:
Til Nes kommunu
“Fari við hesum at ynskja Nes kommunu hjartaliga tillukku við býarheitinum.
Í hesum sambandi vil eg fegin geva kommununi hesa gávu, ein fundarhamar, ið er dreyaður úr eini grein av gullregni. Greinin er av einum træi, sum bleiv gróðursett á Toftum fyri mongum árum, og fyri umleið tíggju árum síðan varð skorin av.
Greinin hevur ligið og tornað í nøkur ár, klár at seta í dreyibonkin at evna til.
Við ynski um góða eydnu og blíðan byr.
Johan Elkjær Hansen
Við hesum vil borgarstjórin, vegna Nes kommunu, hjartaliga takka Jóhan Elkjær Hansen fyri hesa sera vøkru gávu og fyri góðynski.
Nú er vegurin opin aftur
Vegurin um Agnið, við Kornvatn, er opin aftur.
Nes kommuna og LV.
Við virðing bera góða førningin víðari
Nes kommuna er býur, hugnaløta 11. februar 2023
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, hevði røðu og heiðraði Dagfinn Højgaard, sum er borgari nr. 1500
Borgarstjórin segði:
Vegna bygdaráðið, nú býráðið, er tað er mær ein heiður og eisini ein stór gleði sum borgarstjóri í Nes kommunu at kunna heilsa tykkum øllum vælkomnum. Tað tað skal verða mín vón, at hetta verður ein góð og gevandi løta í góðum felagsskapi.
Orðið kommuna merkir felagsskapur. Nes kommuna er frá 1. apríl 1967 og fevnir sum kunnugt um bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes.
Í 1967 búðu 841 fólk í kommununi. Menningin hevur verið øgiliga stór, og fólkatalið er støðugt vaksið, undantikið kreppuárini í 1990-unum.
Fyri at fáa eina hóming av, hvussu gongdin í fólkatalinum hevur verið, kunnu við taka nøkur hagtøl:
1967: 841 fólk
1990: 1153 fólk
1992: 1149 fólk
1996: 1072 fólk
2007: 1248 fólk
2016: 1261 fólk
2018: 1280 fólk
2021: 1399 fólk
2022: 1452 fólk
2023: 1502 fólk
Og í dag búgva 1510 fólk í Nes kommunu.
So, fólkavøksturin hevur verið lutfalsliga øgiliga stórur seinastu árini. Her hevur Eysturoyartunnilin heilt víst havt sína ávirkan, men eisini tað, at her í kommununi hava karmarnir fyri fjølbroyttari bygging verið til staðar, har hugsað verður um sethús, íbúðir og skjótt eisini randarhús.
Sum kunnugt var tað í desember í fjør, at fólkatalið fór upp um 1500, og bygdaráðið avgjørdi á fundi í januar at kommunan tekur við býarheitinum. Tað merkir, at nú fer tað at eita býráðið í Nes kommunu. Nú fer tað at eita býráðslimur, heldur enn bygdaráðslimur.
Formliga merkir tað eisini, at borgarstjórin fær heimild til vígslu. Annars merkir tað sum so ikki so nógv. Vit í felagsskapinum í Nes kommunu eru Føroya yngsti býur, men hava einki ímóti at verða skýrd eitt sindur bygdaslig, tí vit bæði vóna og vænta, at okkara felagsskapur, okkara kommuna, verður merkt av, at fólk framhaldandi fara at halda væl saman og í felag taka tøk, sum eru til gleði og gagns fyri okkum øll í felagsskapinum.
Her í kommununi eru fleiri dømi um, at ófatuliga nógv kann gerast í felagsskapi og góðum anda. Svangaskarð er ímyndin av, hvat kann gerast í góðum og gevandi felagsskapi. Í fótbóltsheiminum er Svangaskarð ikki bara kent í Føroyum, men langt út um landoddarnar. Svangaskarð er ein stórur partur av samleikanum hjá okkum, sum eru ættað hiðan av Toftum, Nesi ella Saltnesi.
Vit kunnu eisini nevna Fríðrikskirkjuna, Tabor og Nebo sum dømi um, hvat felasskapurin kann fremja, tá ið vit standa saman, har mong ofra tíð og arbeiði uttan fíggjarligan vinning.
Eisini skal tað ljóða ein hjartans tøkk frá okkum í býráðnum í Nes kommunu fyri alt tað ólønta arbeiðið, sum fólk gera í øllum okkara ítróttarfeløgum, sum so mangan standa seg væl í kappingum og umboða okkara kommunu so væl, at vit sanniliga eru errin av tykkum.
Eisini hjartaliga tøkk fyri arbeiðið, ið verður gjørt í øllum áhugafeløgum og fyri barna- og ungdómsaarbeiðið, sum verður gjørt út frá kirkju, missión og samkomum annars. Hjartaliga takk fyri!
—-
So hvørt sum fólkatalið er vaksið, eru beinleiðis skattainntøkurnar vaksnar munandi. Fyri at fáa eina hóming av hesum, so fari eg at nevna nøkur hagtøl:
1967: 0,5 mió. kr.
1990: 13,7 mió. kr.
1992: 11,2 mió. kr.
1996: 15,6 mió. kr.
2007: 32,4 mió. kr.
2016: 39,8 mió kr.
2018: 44,3 mió. kr.
2021: 53,2 mió. kr.
2022: 57,6 mió. kr.
2023: Væntandi 58,6 mió. kr.
Langtíðarskuldin hjá Nes kommunu við árslok 2022 var 31,6 mió. kr, ið er tað sama sum fyri einum ári síðan, so samanumtikið kann sigast, at kommunan er rímiliga væl fyri fíggjarliga, nú kommunan hevur eina lánibyrðu, í er minni enn helmingurin av eini álíkning. -Og tað er eisini nógv at takka fyri!
Sitandi bygdaráð, sum tók við tann 1 . januar 2021, setti sum høvuðyvirskrift fyri hetta valskeiðið: ”Trivnaður, framburður og burðardygg menning við skilagóðar fíggjarstýring”.
Samstarvsviljin hevur verið góður í bygdaráðnum, og vit leggja stóran dent á at tosa málini væl ígjøgnum og finna felags loysnir. Vit hava bygt á tað, sum undanfarin bygdaráð hava framt – og vit halda veruliga, at væl er komið á skafti hesi fyrstu tvey árini í valskeiðnum.
Bæði størri og smærri verkætlanir eru framdar, og aðrar eru í gongd – og spennandi ætlanir liggja fyri framman. Hesar verkætlanir hava til endamáls at skapa góðar karmar fyri bæði vinnulív og einstaka borgaran. Vit royna umvegis heimasíðuna at kunna alment um, so hvørt verkætlanir verða fyrireikaðar og fara av barkastokki. Tí fari eg ikki í hesum umfari at nevna hvørja einstaka verkætlan, tó við einum undantaki. -Men eg kann nevna, at hesi seinastu 8 árini eru íløgur gjørdar fyri áleið íalt 108 mió. kr, ella í miðal 13-14 mió. kr. um árið.
Ein kommuna hevur nógvar skyldur at røkja. Størstu kjarnuuppgávurnar eru skúli, dagstovnar, mentanarøkið, eldraøkið, útstykkingar og byggibúning. Men eisini vatn- kloakk og vegir fara við stórari fíggjarorku.
Einstaka verkætlanin, ið eg loyvi mær at nevna, er um vatnið. Tær avbjóðingarnar, sum vit hava havt við drekkivatninum, verða tiknar í størsta álvara, og tí verður júst nú arbeitt við eini verkætlan, sum eftir ætlan fer at føra til eina góða og varandi loysn. Munandi peningauhædd er sett av til at loysa avbjóðingina við vatninum. Tað er full semja um hetta. -Tað fer at gagna hvørjum einstøkum borgara, men eisini vinnulívinum sum heild.
Nú kommunan veksur so skjótt, hava avvarðandi nevndir í bygdaráðnum eitt vakið eyga við, at dagstovnar og skúli, eisini framyvir, hava hóskandi hølisumstøður.
Eldraøkið verður umsitið av Roðanum, sum er eitt felags kommunalt samstarv, sum kommunurnar við Skálafjørðin, Nes-, Runavíkar- og Sjóvar kommuna varða av. Samstarvið hevur verið gott, og kommunurnar hava lagt doyin á at gera sum frægast, tó at okkurt kundi verði betri, so er tað mín fatan, at nógv er gott – og eisini sera gott, har starvsfólk gera eitt dygdargott arbeiði. Tað er okkara stóra ynski, at eldraøkið – eisini framyvir – verður raðfest í kommunala geiranum.
Kommunurnar við Skálafjørðin hava eisini m.a. samstarv um Skálafjarðar sløkkilið, og eisini tað samstarvið eru vit í Nes kommunu takksom fyri.
Vegna bygdaráðið vil eg eisini bera starvsfólkunum hjá Nes kommunu eina hjartans tøkk fyri tykkara týdningarmikla arbeið, sum tit fremja millum ár og dag. Ein serlig tøkk til tykkum, sum í dag hava fyrireikað og skipað hetta hugnaliga tiltakið. Sum politikari ert tú valdur at tæna fólkinum, og tí er tað so hugaligt at merkja ein positivan hugburð millum starvsfólkini, har aðalreglan er at vilja tæna borgarunum.
At enda vil eg siga, at tað er ein heiður, ábyrgdarfull og spennandi uppgáva at verða borgarstjóri í Nes kommunu, sum nú tekur við býarheitinum. Samstundis vil eg minna á – fyrst og fremst meg sjálvan, eina løtu sum hesa, at hugsa um innihaldið í sanginum ”Morgun” hjá Martin Joensen, har hann í seinasta ørindi sigur:
”Ábyrgdin á tínum herðum,
Gáva frá okkum til tín.
Byrða, ið tung er at bera,
Ber hana betur enn vit.”
Sum borgarstjóri, maður, pápi og ikki minst abbi – so áliggur tað mær – og okkum øllum, í øllum verki, at taka skilagóðar og ábyrgdarfullar avgerðir, ið tæna komandi ættarliðum. At vit við virðing bera góða førningin, sum vit fingu frá fedrum okkara, teimum, sum løgdu lunnar undir okkara vælferðarsamfelag, víðari til okkara eftirkomarar.
Guð, gevi mær – og okkum øllum – styrki og vísdóm til tað!
Takk fyri!
Súni í Hjøllum, borgarstjóri
Grannakaffi
Grannakaffi verður í vikuskiftinum 17. – 19. mars |
Árliga innsavningin hjá Krabbameinsfelagnum, Grannakaffi, verður í vikuskiftinum 17. – 19. mars og tilmeldingin er byrja.
„Hvat kann eg gera fyri at hjálpa? Hvussu kann eg gera mun?” Henda spurningin kenna tey flestu og henda spurningin fær Krabbameinsfelagið javnan frá fólki. Hóast tað til tíðir kann tykjast torført at fáa greiði á, hvussu ein best kann veita hjálp, so er einfalda loysnin at hjálpa teimum, sum longu hjálpa. Tú setur tín dám á innsavningina, so leingi tað ikki stríðir móti virðunum hjá Krabbameinsfelagnum.Tú kanst hava Grannakaffi heima, bjóða grannunum til ein drekkamunn og spyrja um tey vilja lata eitt oyra í bússuna. Tú kanst hava bússuna við til arbeiðis og hava eina innsavning við tínum starvsfeløgum. Tú kanst eisini fara ein túr í grannalagnum við bússuni, hava hana við í skúla, hava loppumarknað, ella tú kanst biðja fólk lata Krabbameinsfelagnum eina gávu, tá tú hevur føðingardag. Ja møguleikarnir eru nógvir. Nýt hugflogið, tað er tú sum avgerð hvussu tín innsavning sær út. Tilmeldingin fer fram her. Krabbameinsfelagið vónar at fáa innsavnarar kring alt landið. Tey, ið hava hug at hava Grannakaffi fáa nærri kunning um, hvussu ein ber seg at við at venda sær til Krabbameinsfelagið ella nema sær kunning á www.krabbamein.fo. Endamálið hjá Krabbameinsfelagnum er upplýsa um krabbamein, stuðla gransking í krabbameini og hjálpa teimum, sum fáa boðini: ‘Tú hevur krabbamein’. Og at hjálpa teimum, sum eiga tey, sum fáa hesi boðini. Í 44 ár hevur tað borið til hjá okkum at hjálpt. Og tað hevur borið til, tí felagið fær dyggan stuðul. Frá sjálvbodnum. Fyritøkum. Feløgum. Einstaklingum. Takk fyri tykkara áhaldandi stuðul. Hann er grundarlagið undir okkara arbeiði. |
Svimjihylurin stongdur leygardagin 4. februar
Vegna Flot-kappingina verður eingin almenn svimjing á Toftum leygardagin 4. februar.
Nes kommuna
Vegur fyribils stongdur
Vegurin við Kornvatn er skrædnaður. Vegurin er tí fyribils stongdur frá Kornvatni og niðan til Mylluvegin.
Nógv fólk møttu at síggja Tónalon
Í gjár var hugnalig móttøka í Tofta skúla, nú nýggju hølini vórðu handaði til Musikkskúlan. Nógv fólk møttu at síggja snotuligu hølini og hoyra tónleikabólkarnar framføra. Eisini nýttu fleiri høvi at bera Nes Sóknar Musikkskúla góðynski.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, segði:
Góðan dagin og hjartaliga vælkomin í Tónalon. Tónalon, eitt navn, sum eg haldi situr sera væl.
Góði Tóri og øll tíni góðu starvsfólk í Nes Sóknar Musikkskúla! Hjartaliga tillukku við nýggju hølunum. Nú er tað veruleiki, at umstøðurnar gjørdust betri.
Tá ið sitandi bygdaráð tók við, settu við eina yvirskrift at stýra eftir, sum ljóðaði: ”Trivnaður, framburður og burðardygg menning við skilagóðari fíggjarstýring”.
Tosa vit um skúlan, sum var útbygdur í 2008, so er tað ein veruleiki, at ætlanin eisini tá var at umvæla og umbyggja 1981-bygningin, her vit eru stødd í dag. Peningurin rakk ikki til alt í einum, so undanfarnu bygdaráð eins og nústitanda bygdaráð hava, eftir førimuni, roynt at seta ávísa upphædd árliga til at fáa 1981-bygningin og svimjihøllina dagførda.
Svimjihøllin er komin langt í dagføringini, og í vár verður nýtt ventilatiónsanlegg sett upp. Útsíðan vestureftir á 1981 bygninginum er dagførd við vindeygum og klædningi, og seinni í ár er ætlanin at fara undir at dagføra alis/evnafrøðistovuna.
Í fjør var suðursíðan og endaveggurin á 1958-bygninginum klæddur og nýtt búmerki sett upp.
Av øðrum viðlíkahaldi er at nevna, at eisini er samtykt at mála tvær skúlastovur árliga eins og at skifta skúlamøblarnar út so líðandi. Í ár er játtan til møblar, vónandi til tvær skúlastovur.
Í fjør og í ár er eisini peningur avsettur til at dagføra útiøki skúlans sambært eini heildarætlan.
—-
Ynski um betri umstøður til Musikkskúlan hevur leingi verið á skrá. Tá ið eg setti meg í borgarstjórasessin 2. januar í 2021, var musikkskúlaleiðarin ein av teimum allar fyrstu, haldi tann fyrsti, sum kom inn á skrivstovuna, har hann bar sítt ynski fram um betri hølisumstøður.
Í 2022 varð so peningur avsettur til at seta hesi hølini, gamla køkin, í stand til Musikkskúlan. At umvæla í einum gomlum bygningi kann verða avbjóðandi, so kostnaðurin er áleið 1,9 mió. kr. við øllum.
Eg vil hervið hjartaliga takka Teknistovuni í Gøtu fyri projektering og eftirlit, Steingrund Akustik fyri ráðgeving, byggifyritøkuni KBH við undirveitarunum Mainhard Fróða Højgaard fyri el-arbeiði, Signar á Fríðufløtu fyri málaraarbeiði, Gólvfix við Sigurd Hentze fyri gólvarbeiði eins og Colorama fyri teirra veiting. Eisini vil eg vegna Nes kommunu takka húsavørðinum, Borgari Hansen og Hans Hilmarson Hansen fyri vvs-arbeiði. Hjartaliga takk fyri gott samstarv og eitt vælaverk.
Musikkskúlaskipanin, sum vit kenna hana í dag, er ikki komin av ongum. Eldsálir slóðaðu fyri. Á Toftum ber ikki til at tosa um tann ríka sangskattin, sum bygdin er kend fyri, uttan at nevna toftamannin, læraran og tónaskaldið Hans Jacob Højgaard. Hann var ein eldsál innan sítt økið, og hann varð kendur um alt Føroya land fyri sín framúrskarandi kórsang.
Tað ber ikki til at tosa um Musikkskúlan uttan at nevna undangongumannin, musikkskúlaleiðaran og tónlistarligu eldsálina Ólav Hátun, sála. Hann slóðaði fyri, og sum tíðin leið eydnaðist honum saman við øðrum góðum væl útbúnum tónleikalærarum at menna musikkskúlaskipanina til tað heilt ótrúliga, ja, lyfta hana – sum nú – millum heimsins bestu. Hjartaliga takk fyri tað góðu starvsfólk.
Musikkskúlin hevur gjøgnum árini útbúgvið stór talent, og hevur samstundis havt ringvirkningar út í hvønn krók í landinum, har tónleikurin sprettir og livir í besta blóma. Hetta hevur ómetaliga stóran týdning fyri trivnaðin hjá undóminum.
Tónleikur er mennandi bæði fyri likam og sál, og vit kunnu eisini fegnast um, at Nes Sóknar Musikkskúli er ómetaliga væl umtóktur millum bæði yngri og eldri – børn og foreldur í Nes og Runavíkar kommunu, sum varða av skúlanum.
Tað er okkara vón, at batarnir, sum nú eru gjørdir her í Tofta skúla, verða til gleði og gagn, bæði fyri næmingar, lærarar og okkara lokalsamfelag.
At enda vil eg nýta høvi at takka tykkum øllum, sum Nes kommuna samstarvar við í samband við Musikkskúlan. Ein serlig tøkk til Runavíkar kommunu. Hjartaliga takk fyri fruktagott samstarv.
Tvey grundøki við Høganesvegin til sølu til íbúðarbygging
Hervið verða tvey grundøki í Nes kommunu lýst til sølu til íbúðarbygging. Grundøkini, sum eru við Høganesvegin á Toftum, eru ávikavist 1.611 m2 og 1.182 m2.
Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.
Ognirnar liggja sambært byggisamtyktini í A2 øki, sum er miðstaðarendamál – íbúðir.
Nes kommuna ynskir at bjóða ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum kann nøkta ymiska tørvin hjá borgarunum til bústað. At útvega íbúðir er partur av hesi ætlan.
Tað er ein treyt, at hóskandi tal av íbúðum er í verkætlanini. Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið. Kommunan leggur eisini dent á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í landslagið.
Bjóðast kann uppá ognirnar hvør sær ella undir einum. Prísurin er kr. 275,- fyri fermeturin.
Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi. Hetta merkir m.a., at Nes kommuna ikki hevur skyldu at taka av nøkrum boði.
Fyrispurningar viðvíkjandi sølutreytunum/útbjóðingini kunnu sendast til SÓKN Advokatar, att. Eyðbjørn Larsen, adv., Jekaragøta 10, Postboks 258, 110 Tórshavn, telefon 660500 ella 219325 og teldupost eyl@sokn.fo. Sølutilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til SÓKN Advokatar.
Øll, sum vísa útboðnum áhuga, kunnu við at skráseta seg hjá SÓKN Advokatum fáa skrivliga kunning um settar fyrispurningar og svar. Kunningin er navnleys.
Freistin at lata inn skrivlig boð er fríggjadagin 17. februar 2023 kl. 12:00.