Skrá:
Kl. 09.00: Morgunmatur í forhøllini í Tofta skúla, har posar verða at fáa
Kl. 12.00: Hugnaløta á havnalagnum. Træhandan og sangframførsla við Barnakórinum í Tabor. Grillaðir búffar verða til matna.
Møtið fjølment!
V.h. NES KOMMUNA
Skrá:
Kl. 09.00: Morgunmatur í forhøllini í Tofta skúla, har posar verða at fáa
Kl. 12.00: Hugnaløta á havnalagnum. Træhandan og sangframførsla við Barnakórinum í Tabor. Grillaðir búffar verða til matna.
Møtið fjølment!
V.h. NES KOMMUNA
Selma Hansen, sum hevur starvast sum roknskparleiðari hjá Nes kommunu síðan 2009, hevur fingið játtað farloyvi í eitt ár frá 1. mai.
Býráðið í Nes kommunu hevur sett Niels Peter Bech, sum er búsitandi í Søldarfirði, sum avloysara. Niels Peter hevur drúgvar starvsroyndir, eisini innan bókhald og roknskap.
Niels Peter Bech byrjaði í avloysarastarvinum í morgun. Súni í Hjøllum, borgarstjóri, bjóðaði honum hjartaliga vælkomnum við ynski um gott samstarv.
Í hesum døgum eru umboð fyri Avannaata kommunu úr Grønlandi á vitjan í Føroyum. Tey ynskja at gera seg meira kunnug við kommunala geiran í Føroyum.
Tey vitjaðu Nes kommunu í morgun, har Súni í Hjøllum, borgarstjóri, hevði eina framløgu um kommununa og greiddi frá, hvussu vit skipa okkum í okkara kommunu, tá ið talan er um tilboð, rakstur og íløgur. Aftaná var høvi at seta spurningar og tosa nærri um ávís viðurskifti.
Palle Jerimiassen, borgarstjóri í Avannaata kommunu, greiddi stutt frá um teirra kommunu, og serliga um tær avbjóðingar, tey hava við høgum rakstrarútreiðslum, tí teirra kommuna strekkir seg yvir ein tein á 1300 km.
Í Avannaata kommunu, eisini nevnd Nord kommune, eru 4 býir og 21 bygdir. Fólkatalið er á leið 12.000, og býráðið hevur sæti í Ilulissat.
Til minnis um vitjanina vórðu gávur handaðar. Avannaata kommuna gav eitt model av hundasletu, sum eitt av teirra listafólkum hevði gjørt.
Nes kommuna gav tveir stakar, sum Joel Cole, listamaður, búsitandi í Saltnesi, hevði evnað.
.
Vísandi til tilgongdina í 2022 um at betra um vatngóðskuna, samtykti bygdaráðið í januar at taka av tilboði frá Mest uppá at dagføra reinsiverkið. Endamálið er fyrst og fremst at fáa litin úr drekkivatninum.
Hesa vikuna varð farið undir at seta upp nýggj UV-filtur við tilhoyrandi nýggjum kontrolskápum.
Komandi dagarnar verður so sett upp ein royndarskipan, sum skal staðfesta, um til ber at fáa litin burtur við at nýta kolfiltur.
Í næstum verður eisini sett upp eitt “aggrigat” í nýggja skúrin, sum arbeiðsmenninir hjá kommununi eru í ferð við at gera uppat reinsiverkinum.
Í januar fór Net undir arbeiðið at leggja fipurkaðalar til húsarhaldini í Nes kommunu. Byrjað varð eysturi í Líð. Í morgun vóru, sum myndin vísir, arbeiðsfólkini at síggja inn móti Heygum.
Arbeiðið hevur, sum vit skilja, gingið væl, hóast veðrið onkuntíð hevur verið betri.
Fipur er nútímans tøkni, sum gevur skjótt og álítandi breiðband gjøgnum ljósleiðarafiprar á stødd við menniskjahár. Fipurkaðalin er fáar millimetrar í tvørmáti og liggur vardur í sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar í tvørmáti, og sum verður løgd inn til hvørt hús.
Bæði rørleiðing og fipurkaðal verða løgd í jørðina, og arbeiðið krevur, at veitir verða grivnar og fresaðar í vegir, tún og onnur øki, samstundis sum fipurútgerð skal setast upp í hvørjum húsarhaldi.
Leygardagin 18. mars 2023 varð søga skrivað í Nes kommunu, nú Súni í Hjøllum, borgarstjóri, á fyrsta sinni nýtti vígslumynduleikan við at víga Mary G Jensdóttir Olsen og Brand Berg.
Vígslan var í samkomuhúsinum Nebo á Toftum.
Sostatt gjørdust Mary og Brandur tey fyrstu, sum borgarstjórin í Nes kommunu vígdi, eftir at kommunan hevur tikið við býarheitinum fyri stuttum.
Nes kommuna ynskir brúðarparinum alt tað besta og blíðan byr á lívsleiðini.
Seinasta summar bjóðaði Nes kommuna út lendið við Regnavegin, beint sunnan fyri Svangaskarð, á leið 8.000 m2, alment til sølu til fjølbroytta íbúðarbygging.
Sp/f Skákið við Høgna Petersen o. fl., Saltnes, keypti lendið til at byggja upp til 70 íbúðir í økinum.
Sáttmálin millum Nes kommunu og Skákið er treytðaur av, at kommuan eigur grótið. RTS og Skákið hava gjørt sáttmála um avgrevstur og spreinging av grótinum.
Nes kommuna hevur gjørt avtalu við Skákið um lessing og koyring av grótinum oman í Oyrarnar. Somuleiðis hevur Nes kommuna gjørt avtalu við RTS um móttøku og útlegging av grótinum til brimverju í Oyrunum.
Í dag byrjaði so avgrevsturin við Regnavegin. Hetta er ein stór og spennandi íbúðarverkætlan. Íbúðirnar fara at hava eitt framúr útsýni og liggja væl fyri, tætt við Toftavatn, beint við ítróttarøkið á Svangaskarði, skúla, barnagarð og frítíðarskúla – og við bili eru bert 15 min til Havnar.
Í løtuni verða tekningarnar til íbúðirnar gjørdar lidnar, og eftir ætlan byrjar sjálv byggingin av íbúðunum seint í summar.
Á ástaðrfundi í dag vóru Høgni Petersen, stjóri fyri Skákið, Svend Lamhauge fyri RTS og Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu.
Nes kommuna
Um middagsleitið vitjaðu hesi fittu børnini, sum ganga í Samspíranum, á kommunuskrivstovuni. Tey fingu góðgæti, og tað vóru tey fegin um.
Vit á kommunuskrivstovuni takka hjartaliga børnum og starvsfólkum fyri vitjanina og ynskja teimum framhaldandi ein góðan dag.