Lat okkum basa skøruni í felag

Í ávísum býlingum í kommununi er skøra. Tí er tað brúk fyri øllum góðum kreftum í arbeiðinum at burturbeina skøruna. Kommunan heitir á borgarar um at hjálpa til við hesum.

Hvussu skal eg gera?

Skøran skal takast upp við rót, og um hetta ikki letur seg gera, skal hon skerast av niðri við rótina, koyrast í ein posa og burturbeinast. Skøran nørist skjótt og flytur seg um mørk, tí er tað eisini í ávísum førum neyðugt at fara útum egið stykkið, eftir avtalu við jarðareigaran, at skera og royna at fáa alla skøruna burturbeinda.

Við at taka blomstrini og burturbeina tey, so eru ongin fræ at nøra seg, og um vit áhaldandi taka plantuna, so fær rótin ikki føði og doyr.

Burturkastið skal avhendast til móttøkufólkið á Endurnýtsluvirkinum hjá kommununi.

Heitt verður á borgarar um at syrgja fyri, at so lítið av mold sum møguligt fylgir við plantuni, tá ið hon verður burturbeind.

Veðurlagið er til vildar hesar dagar, og tí gott høvi at raðfesta hesa uppgávu nú.

Undirhúsið og Nes kommuna hava undirskrivað avtalu

Seinnapartin varð skipað fyri hugnaløtu í Undirhúsinum á Toftum, nú avtalan við Nes kommunu varð undirskrivað.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, undirskrivaði fyri Nes kommunu, meðan Haldor Gaardbo, formaður, undirskrivaði fyri Undirhúsið.

Á býráðsfundinum 30. mai í ár samtykti býráðið í Nes kommunu at gera avtalu við Undirhúsið á Toftum.

Avtalan ber í sær, at Nes kommuna fær rætt til at leiga eitt høli í kjallaranum í Mathiasa Pakkhúsi, har kommunan fer at innrætta eitt alment wc-høli.

Avtalan kemur í gildi tann 1. januar 2024 og er galdandi í 20 ár.

Eftir summarfrítíðina fer býraðið at taka støðu til, hvør fær arbeiðið at innrætta hølið.

Annars gongur arbeiðið við at umvæla Mathiasa Pakkhús til nýtt Undirhús eftir ætlan. Til hugnaløtuna í dag takkaði Haldor Gaardbo, formaður í Undirhúsinum, øllum, sum á einhvønn hátt higartil høvdu víst vælvild at stuðla byggingini av nýggja Undirhúsinum.

Nes kommuna takkar Sonju Tausen, lærara

Mikudagin 31.mai skipaði Tofta skúli fyri fráfaringarløtu fyri Sonju Tausen, lærara.

Sonja Tausen tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1984 og hevur verið lærari á Toftum síðani tá. Sonja var á ársskeiði skúlaárið 1995-96.

Eftir trúgva tænastu sum lærari í 39 ár í Tofta skúla, hevur Sonja Tausen valt at gevast sum lærari, tá skúlaárið er liðugt.

 

Í síni takkarkvøðu segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri:

Góðan dagin øll somul, og takk fyri, at undirritaði og forkvinnan í Mentanarnevndini vegna Nes kommunu fingu høvi at koma við, nú skúlin hevur fráfaringarsamkomu fyri Sonju Tausen, lærara, sum hevur valt at fara úr starvi eftir sera drúgt áramál í skúlans tænastu.

”Tey renna skjótt tey stutt ár….” syngja vit í sanginum. Lagnan vildi tað so, at tá ið eg sum nýútbúgving lærari í 1979 kom at starvast í Fuglafjarðar skúla, so var Sonja eisini ársvikarur har skúlaárið 1979/80. Síðan fór Sonja sum kunnugt á Føroya Læraraskúla og tók prógv har á sumri í 1984. Síðan hevur Sonja starvast sum lærari í Tofta skúla.

Millum ár og dag hevur Sonja havt hundraðtals næmingar úr okkara bygdum, av Nesi, Toftum og úr Saltnesi. Millum hesar næmingar hava eisini verið børnini hjá okkum, konuni og mær.

Góða Sonja! Sum borgarstjóri vil eg vegna okkum øll, sum hava havt børn í skúlanum, takka tær hjartaliga fyri góða, trúgva og drúgva tænastu í Tofta skúla. Við tínum góðu gávum, sáttligu og siðiligu framferð, hevur tú millum ár og dag lagt so sera nógv gott í beinið hjá børnum og ungdómi okkara. Góð virðir, sum vit virðismeta ómetaliga høgt. Hjartaliga takk fyri tað!

Fyri kommuna er skúlin ein av kjarnuuppgávunum at røkja. Tað er tí sera umráðandi, at tey, sum eru vald í bygdaráðið ella býráðið eru tilvitað um, at hendan uppgávan skal røkjast við vælviljaðum umhugsni og nærlagni, tí skúlin hevur alstóran týdning fyri uppvaksandi ættarliðið í lokalumhvørvinum.

Eg vil, eina løtu sum hesa, eisini takka skúlans leiðslu og starvsfólkum skúlans fyri sera gott samstarv, nú vit, seinastu árini, hava verið og eisini eru í eini skipaðari tilgongd við umvælingum og umbyggingum av skúlanum, sum hevur til endamáls at betra um møguleikarnar til góða frálæra og góðan trivnað. Nógv er hent til tað betra seinastu árini; tað er ikki komið á mál, men við eini skipaðari tilgongd og góðum vilja, ber til at røkka langt.

Góða Sonja! Tað er ófatuligt sum tíðin rennur skjótt. Gjárdagurin kemur ikki aftur, og morgindagin kenna vit ikki. Men vit eiga dagin í dag, ella í veruleikanum bara løtuna nú. So, tað skal verða mítt ynski og bøn, at tú saman við manni, børnum, ommubørnum og familju annars fert at njóta tilveruna sum eftirløntur lærari. Guð gevi tær mong góð ár. Vit ynskja tær og tínum alt tað besta, blíðan byr og framhaldandi Guðs signing á lívsleiðini.

Vegna Nes kommunu

Súni í Hjøllum, borgarstjóri

Nýgg ljós til vøllin á Svangaskarði

Á býráðsfundinum 30. mai varð samtykt at taka av tilboði frá Sp/f HD-EL v/ Hans Arna Davidsen at veita nýggj ljós til vøllin á Svangaskarði.

Í morgun varð so arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður. Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, meðan Hans Arni Davdisen, stjóri, undirskrivaði fyri Sp/f HD-EL.

Jóhan Magnus Gunrim frá SMJ hevur ráðgvið, meðan Henning Olsen frá Teknistovan í Gøtu hevur byggileiðsluna.

Verkfrøðingafyritøkan Spenn hevur teknað og gjørt eina kostnaðarmeting av fundamentunum. Tað arbeiðið verður fyrsta dagin boðið út millum nakrar arbeiðstakarar.

Eftir ætlan verða nýggju ljósini tikin í nýtslu um mánaðarskiftið august/september 2023.

Frá Nes prestagjaldi

GUDSTÆNASTA Á NESHAMRI HVÍTUSUNNUDAG KL. 11.00

Aftur í ár verður kallað saman til halgan fund á søguliga og hugnaliga Neshamri.
Aftaná gudstænastuna verður drekkamuður at fáa, umframt at høvi verður at vitja í gl. prestagarði og í Nes kirkju.
Gudstænastan verður í Nes kirkju, um tað ikki viðrar.
Heitt verður á fólk um at hava egna sálmabók við ella at taka niður sálmabókaappina á telefonina.
Vælkomin øll!

Áheitan!

 

Til íbúgvararnar við Heygsveg

 

frá bilhúsinum hjá Kaj til íbindingina í Høganesvegin.

 HJ Asfalt fara i morgin, týsmorgunin, at fínplanera gongubreytir og parkerings-pláss á strekkinum. Mikumorgunin er ætlanin at leggja asfalt á.

Í tí sambandinum hevði verið gott, um fólk kundu parkerað bilar sínar aðrastaðni, meðan arbeitt verður.

 

Nes kommuna

Spreingiarbeiðið byrjar mánadagin 15. mai

RTS fer nú undir spreingiarbeiðið við Regnavegin undir Húkslondum. Ætlanin er at byrja mánadagin 15. mai. Arbeiðstakarin hevur váttað, at atlit verður tikið fyri øllum trygdarviðurskiftum, so møgulig óhapp kunnu fyribyrgjast.

Ì morgun varð skipað fyri kunningarfundi fyri leiðarunum í  Barnagarðinum og Frítíðarskúlanum, sum eru næstu grannar. Skrivlig kunning er eisini send sethúsaeigarunum, sum búgva nær við økið.

RTS ger lendisarbeiðið fyri felagið Skákið, sum ætlar at fara undir eina stóra íbúðarverkætlan á umleið 70 íbúðir.

Kommunan eigur grótið, sum verður brúkt til nýggju grótverjuna í Oyrunum. Í hesum sambandi hevur Nes kommuna gjørt avtalu um lessing og koyring av gróti oman í Oyrarnar.

Hendan grótnøgdin  – saman við grótinum, sum er tikið úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna, fer eftir ætlan at røkka til at leingja grótaverjuna áleið 180 metrar.

Nes kommuna metir, at hetta eru spennandi verkætlanir. Við longdari grótverju fæst kyrra í Oyrahavnina og leggur lunnar undir eina byrjan til at gera Oyrarnar til eitt miðstaðar- og trivnaðarøki. Samstundis fer økið norðan fyri Saltsøluna at geva stórar møguleikar fyri vinnuna. Og undir Húkslondum við Regnavegin kemur ein nýggjur íbúðarbýlingur.

 

 

Ungdómssvenjarin vitjaði borgarstjóran

Rasmus D. Haahr, sum um miðjan apríl varð settur sum høvuðsungdómsvenjari hjá B68, vitjaði borgarstjóran seinnapartin.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, nýtti høvi at bjóða honum hjartaliga vælkomnum í Nes kommunu og ynskti honum eisini allarbestu eydnu í nýggja starvinum.

 

 

Rasmus D. Haahr, ið er 32 ár, hevur UEFA A Pro venjaraprógvið umframt ein BA í Ítrótti frá Københavns Universitet.

Rasmus kemur úr Keypmannahavn, har hann hevur lisið til lærara. Harafturat hevur hann røkt eitt venjarastarv í HB Køge. Tvey tey komandi árini verður hetta tó skift út við nýggjar avbjóðingar á Svangaskarði.

Rasmus sigur, at hann hevur fingið eina sera góða móttøku í Tofta Ítróttarfelag og frá fólki annars, og hann er fegin um at hava fingið møguleikan at verða við til at menna fótbóltin millum yngra ættarliðið í B68.

Kim Hansen framførir á Neshamri

Várdagarnir halda fram. Dagurin byrjar við slupptúrum við Norðlýsinum.

Kl. 17.30 framførir Kim Hansen á Neshamri. Aftaná verður nátturði í Gamla prestagarðinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

×