Onnur tíðindi

Ársroknskapurin hjá Nes kommunu 2022

Á almennum fundi tann 24.04.2023 varð ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2022 samtyktur.

Staðfest varð, at samlaðu inntøkurnar fyri 2022 vóru hægri enn mett, og útreiðslurnar til rakstur og íløgur fyri 2022 vóru minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2022.

Nettoskattainntøkan hjá kommununi í 2022, eftir frádrátt av rentustuðli, var 73,2 mió. kr., sum er 4,1 mió. kr. hægri enn í 2021. Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2021 varð roknað við eini nettoskattainntøku eftir á 67,7 mió. kr.. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2022 5,5 mió. kr. betri enn mett.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2022 vóru 57,5 mió. kr., ið er 2,7 mió. kr. meira enn í 2021. Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2022 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu  á 59,3 mió. kr.. Sostatt vórðu samlaðu útreiðslurnar í 2022 1,8 mió. kr. minni enn mett í fíggjarætlanini.

Rakstraravlopið í 2022 var 15,6 mió. kr., í javnaðu fíggjarætlanini varð roknað við einum avlopi uppá 8,4 mió. kr.. Rakstraravlopið varð sostatt 7,2 mió. kr. betri enn mett.

Samlaðu nettoíløgurnar í 2022 vóru 13,7 mió. kr.. Í javnaðu fíggjarætlanini varð roknað við einari nettoíløgu á 20,6 mió. kr.. Íløgurnar í 2022 vóru sostatt 6,9 mió. kr. minni enn mett í fíggjarætlanini. Størsti parturin av íløgunum, ið ikki vóru nýttar í 2022, verða fluttar til 2023.

Samb. fíggjarætlanini fyri 2022 varð roknað við einum halli eftir íløgur á 12,2 mió. kr., staðfest varð eitt yvirskot á 2,0 mió. kr., t.v.s. 14,2 mió. kr. betri úrslit enn roknað varð við.

Kommunur hava ikki loyvi at hava størri nettoskuld enn eina árliga skattaálíkning. Markið hjá Nes kommunu fyri árligari skattaálíkning var pr. 31.12.2022 65,8 mió. kr. roknað við einum skattaprosenti á 23%. Nettoskuldin hjá Nes kommunu er sostatt 43% av eini skattaálíkning.

Samandráttur verður latin øllum húsarhaldum í kommununi í næstum.

Ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2022 sæst her.