Í januar fór Net undir arbeiðið at leggja fipurkaðalar til húsarhaldini í Nes kommunu. Byrjað varð eysturi í Líð. Í morgun vóru, sum myndin vísir, arbeiðsfólkini at síggja inn móti Heygum.
Arbeiðið hevur, sum vit skilja, gingið væl, hóast veðrið onkuntíð hevur verið betri.
Fipur er nútímans tøkni, sum gevur skjótt og álítandi breiðband gjøgnum ljósleiðarafiprar á stødd við menniskjahár. Fipurkaðalin er fáar millimetrar í tvørmáti og liggur vardur í sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar í tvørmáti, og sum verður løgd inn til hvørt hús.
Bæði rørleiðing og fipurkaðal verða løgd í jørðina, og arbeiðið krevur, at veitir verða grivnar og fresaðar í vegir, tún og onnur øki, samstundis sum fipurútgerð skal setast upp í hvørjum húsarhaldi.