Onnur tíðindi

Almennur uppstillingarfundur 14. sept.

Almennur uppstillingarfundur til kommunuvalið í Nes kommunu verður í fimleikarhøllini í Tofta skúla mánadagin 14. september kl. 19.

Tað er siðvenja í Nes kommunu, at almennur uppstillingarfundur er í samband við at mannað lista til kommunuval. Øll sum hava valbæri í Nes kommunu á valdegnum, kunnu koma á almenna listan.

Í Nes kommunu eru 7 umboð í bygdarráðnum, og sambært kommunuval-lógini, §6, kann ein listi hava færri og í mesta lagi 4 valevnir fleiri enn samlaða talið av bygdaráðslimum. Listin kann tí hava upp til 11 valevnir.

Fyrireikarnir ynskja sjálvsagt, at listin er fullmannaður til bygdaráðsvalið, og heita tí á fólk um at møta fjølment. Verða fleiri enn 11 í uppskotið, skal uppstillingarfundurin taka støðu til hvørji valevnini verða, ið koma at umboða listan.

Listin skal sambært lóg hava millum 15 og 25 stillarar, og verða hesir eisini funnir á uppstillingarfundinum.

Fyrireikarnir