Á fundi í Undirhúsinum mánakvøldið 3. mars lat Lions Eysturoy/Klaksvík stuðul til ávikavist Undirhúsið á Toftum og til verkætlanina um skráseting av staðarnøvnum í Nes kommunu.
Tummas Lervig, formaður í Lions Eysturoy/Klaksvík handaði Haldori Gaardbo, formanni í Undirhúsinum á Toftum, ein kekk áljóðandi kr. 25.000. Síðan handaði Petur Gaardlykke, skrivari í Lions Eysturoy/Klaksvík, Nes kommunu 56 skelti við nøvnum á teimum gomlu húsunum/ búsetingunum í kommununi, sum felagið hevði latið gjørt.
Tá ið bygdasøgan Nes/Toftir/Saltnes var liðugt skrivað í 2017, heitti Nes kommuna á Janus Jensen, og seinni eisini á Ólav Magnussen, um at standa fyri at fáa savnað staðarnøvnini í Nes kommunu. Endamálið var at fáa tey útgivin talgilt.
Til tess at fáa tilfarið so rætt sum møguligt, hava nógv heimildarfólk verið teimum til hjálpar. Í 2023 var arbeiðið komið so mikið langt, at møguligt var at hava eina framløgu í skúlanum. Síðan var henda fyrsta útgávan løgd á heimasíðuna hjá kommununi.
Lions hevur víst hesi verkætlan stóran áhuga og ynskti at stuðla fíggjarliga til skelti, sum fara at verða sett upp runt um í kommuni í næstum. Umframt sjálvt navnið á húsunum/ búsetingini er ein QR-kota á skeltinum. Verður hendan skannað við einari fartelefon, so ber til at finna fram upplýsingar um húsini/ búsetingina, umframt at staðsetingin sæst á einum talgildum korti.
Nes kommuna fer við hesum at takka Janusi, Ólavi og øllum heimildarfólkum fyri sera gott arbeiði.
Eisini ynskir Nes kommuna at takka Lions Eysturoy/Klaksvík fyri sera gott samstarv og munagóðan stuðul til verkætlanina.