Íbúðarbygningurin, sum er ætlaður til ein búfelagsskap, varð reistur týsdagin 5. mars.
Í 2022 gjørdu Nes kommuna og Bústaðir rammuavtalu um eitt grundøki oman fyri kommunuskrivstovuna á Toftum. Avtalað varð, at Nes kommuna gjørdi grundøkið byggibúgvið og síðan seldi tað til Bústaðir, sum síðan skuldi byggja íbúðir, sum Almannaverkið síðan fer at leiga til íbúgvar, sum eru fevndir av teirra tænastum.
Á sumri 2023 varð sáttmáli undirskrivaður millum Bústaðir og Byggivirkið KBH um bygging av íbúðarbygningi í trimum hæddum við 18 íbúðum, staðsettur beint við kommunuskrivstovuna hjá Nes kommunu.
Íbúðirnar verða uml. 50 fermetur. Afturat íbúðunum verða felagshølir, starvsfólkarúm, goymsla, tøknirúm vm.
Aftanfyri bygningin verður gjørt eitt elevatortorn, trappur, svalagongd og stuðlamúrur við hegni. Frammanfyri bygningin verður altan, terrassa og parkering.
Byggivirkið KBH hevur ábyrgdina av verkætlanini sum heildararbeiðstakari. Farið varð av álvara undir byggingina á heysti 2023, og í gjár var so ein lítil móttøka á kommunuskrivstovuni í samband við, at íbúðarlonin varð reist.
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, sum umsitur Bústaðir, var við til móttøkuna eins og onnur umboð fyri Bústaðir, Almannaverkið, KBH og aðrar undirveitarar.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, greiddi frá upprunaligu tilgongdini hjá Nes kommunu í samband við at útvega grundøkið. Vegna býráðið í Nes kommunu takkaði hann fyri góða samstarvið við Almannaverkið og Bústaðir til tess at fáa gond á hesa alneyðugu verkætlan. Somuleiðis fegnaðist hann um, at byggingin hjá KBH higartil hevði gingið væl og ynskti teimum framhaldandi bestu eydnu.
Helgi Johannesen, stjóri í KBH, greiddi frá teirra royndum við íbúðarbygging. Hann fegnaðist um, at teirra felag hevði fingið hesa uppgávuna at byggja hendan búfelagsskapin. Síðan segði hann frá, hvussu hesin bygningurin varð uppbygdur.
Helgi Johannesen segði, at verkætlanin gongur væl og verður væntandi liðug á sumri 2025.