Um vikuskiftið vórðu tríggjar kvinnur heiðraðar, tá ið kommunan skipaði fyri jólaborðhaldi fyri starvssfólkunum.
Turid Hansen fyri 20 ár, Súsanna Skoradal fyri 20 ár og Karina Olsen fyri 25 ár í starvi hjá Nes kommunu. Tær arbeiða allar í Barnagarðinum á Svangaskarði.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, segði, at tað hevur ómetaliga stóran týdning at hava trúgv fólk á dagstovnunum, sum ár eftir ár, dag og dagliga gera sítt allarbesta fyri at røkja sína uppgávu. Hetta verður virðismett sera høgt.
Borgarstjórin takkaði teimum fyri sera gott samstarv millum ár og dag, fyri trúgva og drúgva tænastu, ynskti teimum framhaldandi blíðan byr og handaði teimum gávur og blómur.