Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Nes kommuna á eyka bygdaráðsfundi, tann 15.11.2022, samtykti uppskot um broyting í byggisamtyktini fyri Nes kommunu.
Uppskotið til broytingina snýr seg um at lýsa eina serstaka byggisamtykt fyri eitt øki á Toftum. Økið, serstaka byggisamtyktin umfatar, er partur av matr. nr. 267e á Toftum.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á kommunuskrivstovuni frá 17. november 2022 til 09. desember 2022.
Sí eisini tilfarið niðast á hesi síðuni.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Nes kommunu skrivliga til nes@nes.fo í seinasta lagi 30. desember 2022.
Nes kommuna