Fyrrapartin i dag varð Elinborg Højgaard heiðrað á kommunuskrivstovuni fyri at hava verið í starvi hjá Nes kommunu í 40 ár.
Elinborg Højgaard byrjaði í starvi sum vaksifólk hjá Nes kommunu í 1981. Tey fyrstu árini vaskaði hon viðtaluhølið hjá læknanum og á kommunuskrivstovuni. Nøkur ár seinni fór hon eisini at vaska í Tofta skúla, har hon enn trúliga útinnir sítt arbeiði á fyrimyndarligan hátt sum vaskifólk, segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, tá ið hann vegna bygdaráðið í Nes kommunu takkaði Elinborg Højgaard fyri trúgva og drúgva tænastu.
Borgastjórin handaði Elinborg Højgaard málning og blómur og ynskti henni framhaldandi blíðan byr.
Málningin hevur Jón Magnus Joensen málað.