Onnur tíðindi

Frítíðarskúlin søkir eftir námsfrøðingum

Til Frítíðarskúlan verður søkt eftir:

  • Einum námsfrøðingi til fast starv at arbeiða 25 tímar um vikuna frá 16. august
  • Einum námsfrøðingi til farloyvisstarv at arbeiða 20 tímar um vikuna frá 16.august 2021 til 01. juli 2022
  • Einum námsfrøðingi til tíðaravmarkað starv at arbeiða við barni við serligum tørvi 20 tímar um vikuna frá 16.august 2021 til 01. juli 2022

 

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
  • Dentur verður lagdur á at veita barninum eitt trygt og mennandi frítíðartilboð

 

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við barninum
  • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
  • Er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

 

Setanarviðurskifti

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eydnu Olsen, leiðara í Frítíðarskúlanum á tlf. 448786/565023.

 

Umsóknir

Umsóknir saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 16. juni 2021.

 

Nes kommuna
Toftavegur 3
650 Toftir

www.nes.fo
nes@nes.fo