Á hvørjum ári seinasta leygardag í mars kl. 20.30 luttaka fólk , fyritøkur og stovnar í milliónatali í Earth Hour. Hetta verður gjørt fyri at varpa ljós á avbjóðingar, sum Jørðin hevur.
Hóast ljós verða sløkt í ein tíma, so hvørja avbjóðingarnar ikki, men er hetta høvi at fáa hesar avbjóðingar at reiðrast í tilvitskuni hjá øllum menniskjum.
Gøtuljós og onnur ljós verða sløkt henda tíman. Havnalagið er tó undantikið.
Nes kommuna vil hervið heita á borgarar, vinnulív, stovnar og onnur, um at sløkkja ljósini hendan tíman og stuðla viðkomandi átakinum.