Hóast, at samfelagið hevur verið ávirkað av Korona í 2020, so er kortini ein vøkstur í skattainntøkunum í Nes kommunu. Alt bendir tó á, at stóri vøksturin seinastu árini er steðgaður.
Í 2020 var fyribilsskatturin hjá Nes kommunu 52,7 mió. kr. Í fíggjarætlanini varð roknað við 49,2 mió. kr. Sostatt var tað ein meirinntøka á 3,5 mió. kr. ella 7,1% í mun til fíggjarætlanina. Í 2019 var skattainntøkan 51,3 mió. kr. Meirinntøkan í 2020 var sostatt 1,4 mió. kr. ella 2,7% í mun til 2019.
Á nýggjárinum í 2021 búðu 1400 fólk í Nes kommunu.
Fólkatalið hevur verið eitt sindur skiftandi seinasta 10 ára skeiðið.
Á nýggjárinum í 2010 búðu 1268 fólk í Nes kommunu.
Á nýggjárinum í 2014 búðu 1212 fólk í Nes kommunu.
Síðan hevur verið fólkavøkstur, serliga tey seinastu tvey árini.
Skattaprosentið í Nes kommunu er 20,5%. Tað hevur verið óbroytt síðan 2006.