Á kommunuvalinum týsdagin 10. november valdu borgararnir í Nes kommunu nýtt bygdaráð. Til valið høvdu 969 valrætt og 823 valdu, ella 84,9 %.
Bert ein listi var og úrslitið var:
- Heini Súnason Kristiansen – 150 atkvøður
- Súni í Hjøllum – 142 atkvøður
- Høgni Hansen – 100 atkvøður
- Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi – 97 atkvøður
- Jan Højgaard – 65 atkvøður
- Petur Jákup Anfinnur (Dakko) Petersen – 58 atkvøður
- Rannvá í Túni Petersen – 53 atkvøður
- Kaj Eli Hansen – 51 atkvøður
- Hallfríð Lamhauge Kjeld – 49 atkvøður
- Hanna Krista Poulsen – 47 atkvøður
- Janus Thomsen – 6 atkvøður
Listin fekk 2 atkvøður og 3 atkvøður vóru blankar.
Tey fyrstu 7 á listanum eru vald í bygdráðið fyri Nes kommunu fyri árini 2021 – 2024.
Nes kommuna