Á útgávudegnum í Tofta skúla 22. August 2018 av ættarbindinum, sum er 3 bindið av bygdasøguni Nes Toftir Saltnes, kunngjørdi Nes kommuna, at nú arbeiði við bygdasøguni var liðugt, var ætlanin at fara undir at skráseta staðarnøvnini í kommununi.
Áður høvdu staðarnøvn sera stóran týdning fyri okkara forfedrar, tí uttan staðarnøvn bar ikki til at siga øðrum frá, hvar t.d. seyður og neyt lógu í haganum ella á bønum, og hvar í fjøruni seiður fekst á seiðabergi. Í dag eru staðarnøvnini við at fara í gloymskuna. Stórt spell hevði verið, um øll hesi nøvn verða gloymd, tí stórt siðsøguligt virði er í hesum staðarnøvnum. Tí hevur Nes kommuna tikið stig til at varðveita staðarnøvnini.
Fyrst í hesum árinum játtaði Janus Jensen av Toftum at standa á odda fyri skrásetingararbeiðinum, samstundis sum Nes kommuna gjørdi avtalu við SP/F Munin um atgongd til eina skrásetingarskipan, sum Munin hevur ment og sum er brúkt aðrastaðni í Føroyum.
Janus Jensen er longu byrjaður at skráseta staðarnøvn. Nógv skrivligt tilfar fyriliggur, sum hann hevur at halda seg til, eins og Janus hevur tosað við fleiri eldri fólk í kommununi um staðarnøvn og søgur sum knýta seg til staðarnøvnini.
At skráseta staðarnøvn er drúgført arbeiði, og ov nógv arbeiði hjá einum fólki. Tí hevur Nes kommuna heitt á Ólav Magnussen av Nesi um at verða Janusi til hjálpar, og tað hevur hann játtað.
Í dag var fundur á kommunuskrivstovuni, m.a. um hvussu arbeiði við skrásetingini skal skipast framyvir. Teir báðir fara at taka sær av skrásetingini og at tosa við heimildarfólk í samband við skrásetingina.
Staðarnøvnini verða skrásett á einari almennari talgildari skrá, sum øll fólk fara at fáa atgongd til umvegis teldu, teldil ella fartelefon.
Umframt at fáa upplýsingar um ymisku staðarnøvnini í kommununi, verður eisini møguleiki at lesa søgur og síggja myndir, sum viðvíkja staðarnøvnunum.
Enn er ikki greitt nær staðarnavnaskrásetingin er komin so mikið áleiðis, at skráin kann gerast almenn. Tað fer kommunan at kunnað um í góðari tíð, og væntandi verður okkurt at frætta frá arbeiðinum, so hvørt sum tað skríður fram.