Onnur tíðindi

Kunning frá Barnaverndartænastuni í samband við Covid19

Sóttarhald og tað, at vit øll eru meira heima, kann verða serliga avbjóðandi hjá børnum, sum frammanundan hava tað trupult heima.

Barnaverndartænasturnar kring landið eru, nú sum áður, tøkar alt døgnið at veita ráðgeving og hjálp til børn og familjur. Telefon og teldupost adressur eru at finna her.

Spurningar, sum snúgva seg um corona svarast á tlf. 304040 og kunning finst á:

corona.fo/

Setið tykkum í samband við barnaverndartænasturnar, um tørvur er á bráðfeingis hjálp til børn, orsaka av foreldranna vantandi umsorgan, harðskapi ella øðrum ágangi.

Vaktelefonin svarar alt døgnið, men er bert ætlað til bráðfeingis støður.

Ert tú stúrin um umstøðurnar hjá einum barni, uttan at talan er um eina bráðfeingis støðu, eigur tú at fráboða avvarðandi barnaverndartænastu. Sí nærri kunning her.