Í samband við almennu tilráðingarnar viðv. íkomnu støðuna viðv. Covid-19 smittuna og fyri at minka um vandan fyri at bera smittuna víðari í samfelagnum, eru tænasturnar hjá Nes kommunu munandi skerdar, fyribils til 30. mars 2020.
Skrivstovan er stongd, men telefonin, 447586, svarar sum vanligt, og teldupostur kann sendast til nes@nes.fo.
Hevur tú átrokandi boð ella spurningar uttanfyri vanliga telefontíð, kann ringjast á vakttelefonina, telf. 448144, ella til borgarstjóran, telf. 565000.
Sí annars kunning á heimasíðuni um Dagstovnavirksemi, Frítíðarvirksemið í Tofta skúla og Endurnýtsluplássið.
Nes Kommuna
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri