Onnur tíðindi

20 næmingar í 1. flokk

FYRSTI SKÚLADAGUR HJÁ 1. FLOKKI Í TOFTA SKÚLA

Vegna serligar umstøður, var fyrsti skúladagur hjá næmingunum í 1. flokki í Tofta skúla hósdagin 20. august kl. 13.00.

Tað vóru 20 sera spentir næmingar, 9 gentur og 11 dreingir, sum til teirra fyrsta skúladag, møttu upp í vøkrum nýbundnum troyggjum.

Í hesum koronatíðum, vóru serlig atlit tikin til reinleika og frástøðu, og tí møttu næmingar, foreldur og lærarar niðri í stóru gongini við høvuðsinngongdina, tí tað  ikki var ráðiligt hjá øllum at fara upp í floksstovuna hjá næmingunum.

Skúladagurin byrjaði við at Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði næmingum og foreldrum vælkomin.

Í stuttari heilsan til foreldur og børn, vísti Durita m.a. á, at tað at ganga í skúla, setur krøv til børnini og tey vaksnu, um at møta upp til tíðina um morgunin og annars at gera tað, sum tey skulu í skúlanum.

Somuleiðis vísti Durita á, at tað er umráðandi at børnini verða stuðlaði heima, fáa góðan svøvn, og soleiðis eru mett og væl hvíld, tá ið tey koma í skúla.

Síðani fingu Eyð Leitisstein, flokslærari, og Annemie B. Nielsen, lærari, orðið, og greiddu frá teirra ætlanum, tímatalvuni og teimum skipanum, ið eru galdandi fyri skúlan, og vístu eisini á vikuætlanina á heimasíðu skúlans og mjólkaskipanina.

Eisini fingu børnini fleiri vakrar og spennandi skúlabøkur, sum tey vóru ógvuliga hugtikin av.

Soleiðis skrivar Tofta skúli á skúlans heimasíðu.

Fleiri myndir síggjast her!