Onnur tíðindi

Eysturoyar røktar- og ellisheim 40 ár

Sunnudagin 4. februar verður 40 ára føðingardagur hjá Eysturoyar røktar,-og ellisheimi.

Tann 4. februar hátíðarheldur Eysturoyar røktar,-og ellisheim 40 ára føðingardag. Í tí sambandi verður samkoma á heiminum fyri búfólk, starvsfólk og gestir annars frá kl 15 – 17.

Møguleiki verður at hyggja seg um á heiminum. Myndaframsýning og framsýning av ymsikum lutum frá árunum 1984 til 2024, verður at síggja. Røður, felagssangur og sangframførsla verður inni í matarhøllini.

Borðreitt verður við kaffi, te og lagkøku.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Roðin