Onnur tíðindi

Durita Jakobsen byrjað sum skúlastjóri

  • 35
    Shares

Mikudagin 3. januar 2018 var fyrsti almenni arbeiðsdagurin hjá Duritu Jakobsen sum skúlastjóra í Tofta skúla. Tað var fyrst í desember 2017, at Rigmor Dam, landsstýriskvinna, setti Duritu Jakobsen í starvið sum skúlastjóri í Tofta skúla frá 1. januar 2018 at rokna. Í hesum sambandi varð skipað fyri lítlari móttøku fyri Duritu í skúlanum mikumorgunin 3. januar. Familja, næmingar, lærarar, starvsfólk og umboð fyri skúlastýrið og Nes kommunu vóru boðin við til móttøkuna. Løtan byrjaði við góðum felagssangi. Síðani vóru heilsanir og nógv góðynski borin fram av Armgarð á Regni, forkvinnu í skúlastýrinum, Jóhannusi Danielsen, borgarstjóra, Olafi Magnussen, varastjóra og Maritu Dalsgaard, fráfarna skúlastjóra. Móttøkan endaði við felagssangi. Síðani fingu allir næmingarnir søtmeti, meðan tey vaksnu vóru boðin til ábit.

Fyrsti arbeiðsdagur hjá Duritu Jakobsen sum skúlastjóri í Tofta skúla.

Myndir og tekstur er av heimasíðuni hjá Tofta skúla.