Onnur tíðindi

Vøggustovan letur upp ídag

Nú er summarferian hjá børnunum liðug fyri í ár. Tofta skúli byrjaði skúlagongdina aftur í morgun, eins og børnini byrjaðu aftur í barnagarðinum í morgun.

Harumframt lat vøggustovan upp í morgun á fyrsta sinni. Nes kommunu hevur latið nýggja vøggustovu byggja, og tað var við stórum spenningi, at børn og vaksin møttu upp í vøggustovuni í morgun.

Í sambandi við, at nýggja vøggustovan er tikin í nýtslu, verður almenn móttøka í vøggustovuni fríggjadagin, 19. august, kl. 16.00 – 18.00.