Onnur tíðindi

Vøggustovan: Frá móttøkuni

Borgarstjórin nevndi m.a. í taluni:

– at tað var á heysti 2014, í sambandi við ger av fíggjarætlan fyri 2015, at bygdarráðið avgjørdi at fara undir at byggja vøggustovu. Avtala var at gera vøggustovuna yvir 2 fíggjarár, 2015 og 2016.

– at ein fyrireikandi bygginevnd bleiv vald, og hava hesi verið í nevndini: Frá barnagarðinum, Tóra Johannesen leiðari og Julianna á Geilagarði varaleiðari, frá dagrøktini Katrin Poulsen leiðari, og frá bygdarráðnum Súnfríð Jacobsen, forkvinna í Trivnaðarnevndini og borgarstjórin. Saman við Teknistovuni í Gøtu, sum teknaði nýggja barnagarðin, fyrireikaði bygginevndin innrættingina av vøggustovuni v.m.. Fyrireikingin fór fram í tíðarskeiðnum frá jan. 2015 til apríl 2015. Vitjað var m.a. á øðrum nýggjum vøggustovum í Føroyum.

– at arbeiðið byrjaði í summarferiuni í 2015. Tað er Teknistovan í Gøtu, sum hevur teknað og havt eftirlit við arbeiðnum. Undirveitarar hjá KBH hava verið AP-Bilar, sum hava staðið fyri graving v.m. uttanfyri, Zacharis Leitisstein HVS og Sanitet, Rók-el el-arbeiði, Ingolf Hansen flisaálegging, Signar á Fríðufløtum málaraarbeiðið og Ernst Johannesen gólválegging. Blika hevur leverað møblar og leikur og Borg hvítvørur. EJ Maskinur og EM-Asfalt hava saman við kommununi havt arbeiðið av uttanumøkinum um hendi.

Vegna Nes kommunu takkaði borgarstjórin øllum hjartaliga fyri væla arbeiði og gott samstarv. Eisini takkaði hann fyri, at tíðarætlanin helt soleiðis, at vøggustovan kundi opna eftir summafrítíðina 2016.

Enn er endaligi kostnaðurin ikki uppgjørdur, men fer at liggja á uml. 5,7 mió. kr. Tá er uttanumøkið, innbúgv og leikur alt íroknað. Íløgan er fíggja yvir raksturin. Tvs, at tað ikki hevur verið neyðugt við lántøku.

Nýggja vøggustovan hevur 3 stovur, og er normerað til 36 børn.

Her er fleiri myndir frá vøggustovuni og móttøkuni. Trýst her