Onnur tíðindi

Villi heiðraður

Vilhelm M. Olsen 25 ár sum sløkkiliðsmaður hjá SKS.

Leygarkvøldið, 21. des., var Vilhelm M. Olsen heiðraður fyri 25 ára  trúgva tænastu í sløkkiliðnum. Tað var formaðurin í tilbúgvingarnevndini hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði,  Jóhannus Danielsen, sum handaði Vilhelmi heiðurstekin.

Frá vinstru: Vilhelm M. Olsen varatilbúgvingarleiðari, Sunleiv Højgaard tilbúgvingarleiðari og Jóhannus Danielsen formaður.

Villi, sum hann vanliga verður róptur, byrjaði  sum sløkkiliðsmaður um ársskiftið 1994/1995, og hevur nógvu seinastu árini verið vara tilbúgvingarleiðari.

Villi býr á Skála og starvast hjá Runavíkar kommunu, har hann til dagligt arbeiðir við vatnveitingina í kommununi.

Tað er Hennara Hátign, Drotning Margretha II, sum í 1973 stovnaði heiðurmerki fyri sløkkiliðsmenn. Eftir innstilling úr Føroyum, var tað stjórin í donsku tilbúgvingarnevndini, Beredskabsstyrelsen, sum góðkendi, at Vilhelm M. Olsen nú hevur fingið heiðurstekin fyri trúgva tænastu í Skálafjarðar kommunala sløkkiliði í 25 ár.

Fyri 1 árum síðani fingu 5 aðrir sløkkiliðsmenn hjá SKS eisini heiðursmerki fyri 25 ára trúgva tænastu, og tað var fyrstu ferð, at hesi heiðurstekin eru latin í Føroyum.

Frá vinstru: Jóhannus Danielsen, Jan Abrahamsen, Hanus Heinesen, Sunleiv Højgaard, Niclas Davidsen og Harry Benjaminsen.