Framvegis er neyðugt at kóka vatnið í Saltnesi, tí enn eru bakteriur í vatninum.
Arbeitt verður við at loysa trupulleikan, eitt nú við at lata brandpostarnar renna ymsastaðni í kommununi. Av hesi orsøk kann koma fyri, at minni trýst er. Tað kann eisini koma fyri, at einki vatn er í eitt styttri tíðarskeið.
Nes kommuna ger alt fyri at loysa avbjóðinga so skjótt sum møguligt.
Nærri boð verða givin mánadagin.