Onnur tíðindi

Vatnveitingin í Nes kommunu

Framvegis er neyðugt at kóka  vatnið í Saltnesi, tí enn eru bakteriur í vatninum.

Arbeitt verður við at loysa trupulleikan, eitt nú við at lata brandpostarnar renna ymsastaðni í kommununi. Av hesi orsøk kann koma fyri, at minni trýst er. Tað kann eisini koma fyri, at einki vatn er í eitt styttri tíðarskeið.

Nes kommuna ger alt fyri at loysa avbjóðinga so skjótt sum møguligt.

Nærri boð verða givin mánadagin.