Søkt verður eftir fólki at gera reint í Tofta skúla. Talan er um eitt farloyvisstarv. Byrjað verður skjótast gjørligt og arbeitt verður fram til 1. apríl 2022.
Vaskað verður 23 tímar um vikuna, tá skúlagongd er.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og KAF.
Skrivligar umsóknir verða at senda til Nes kommunu, Toftavegur 3, FO-650 Toftir, ella við telduposti til nes@nes.fo í seinasta lagi 17. August 2021.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til umsjónarmannin í Tofta skúla, telefon 565003.
Nes kommuna