Onnur tíðindi

Vaskifólk til Tofta skúla

Søkt verður eftir fólki at gera reint í Tofta skúla. Starvið verður sett frá 15. august 2024.

Vaskað verður 23 tímar um vikuna, tá skúlagongd er. Starvið er tímalønt.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Skrivligar umsóknir verða at senda til Nes kommunu, Toftavegur 3, FO-650 Toftir, ella við telduposti til nes@nes.fo í seinasta lagi 17. juni 2024.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til umsjónarmannin í Tofta skúla, telefon 565003.

Nes kommuna