MÁNAKVØLDIÐ 14. MAI KLOKKAN 19:30 verður ein lítil konsert í tónleikastovuni í skúlanum á Toftum. Violinnæmingarnir hjá Moniku fara at spæla. Undirspælið á klaver hevur Anki, annar av klaverlærarunum í Nes Sóknar Musikkskúla.
TÝSKVØLDIÐ 15. MAI HEVUR MUSIKKSKÚLIN AFTUR KONSERT – hesaferð í Løkshøll. Konsertin byrjar klokkan 18:30, tá klavernæmingarnir hjá Heðini Kambsdal og Ann-Kristin Nilsson (Anki) fara at spæla.
Klokkan 19:00 fer týsdagsorkestrið hjá Nes Sóknar Musikkskúla at framføra í Løkshøll. Tað eru tríggir musikkskúlalærarar, ið taka sær av hesum orkestrinum týsdagar. Teir tríggir eru Anki, sum vanliga stjórnar orkestrinum, Jona, sum er annar violinlærarin hjá okkum, og Tóri Restorff Jacobsen, ið undirvísir í cello. Orkestrið spælir í okkurt um tjúgu minuttir.
Aftan á hetta orkesturspælið fáa áhoyrararnir høvi til at lurta eftir framførslum við klarinettum , tvørfloytum og helst trummum eisini.
Hósdagsorkestrið hjá Nes Sóknar Musikkskúla, sum Elsa Maria Dam, lærarin í tvørfloytu, Oddur Hentze, klarinettlærarin, og trummulærarin, James Goodwin, taka sær av, fer eisini at spæla nøkur løg. Oddur stjórnar vanliga hesum orkestrinum.
Hetta týskvøldið er annað virksemi í kantinuni, samstundis sum konsertin er. Tí verður heitt á fólk um at ganga stillisliga við hurðunum.
MIKUKVØLDIÐ 16. MAI endar konsertrøðin á hesum sinni. Hetta kvøldið kl. 19.00 fara guitarnæmingarnir hjá Herluf Lützen at framføra í Løkshøll. Nakað av samanspæli er eisini á skránni.
MIKUKVØLDIÐ 30. MAI verður horntónleikur at hoyra í Glyvra Kirkju. Tað er Nes Sóknar Hornorkestur, ið fer at framføra. Nakrir av hornnæmingunum hjá Ken Jones sleppa eisini at spæla við hetta kvøldið, og tí kundi tað verið áhugavert at stokkið inn á gólvið.