Síðani 2014 hevur Nes kommunu skipað fyri Várdøgum í vikuni undan árliga bátafestivalinum á Toftum, sum er fyrsta vikuskifti í mai. Várdagar og Bátafestivalurin eru fólkslig almenn tiltøk fyri øll.
Komið var undir land við skránni fyri í ár, nú Covid 19 smittan legði heimin lamnan, eisini Føroyar.
Mælt verður frá at savnast í bólkum størri enn 10 fólk, og tí er sjálvandi ikki møguleiki at skipað fyri almennum tiltøkum.
Bátafelagið á Toftum hevur tikið avgerð um at flyta Bátafestivalin til 20 juni.
Hóast skráin er klár, verða várdagarnir í Nes kommunu sostatt ikki í síðstu vikuni í apríl, sum undanfarin ár. Ætlanin er í staðin at skipað fyri ymiskum tiltøkum í summar og í vikuni undan Bátafestivalinum 20. juni. Kunnað verður um tað seinni.
Nes kommuna