Onnur tíðindi

Várdagar 2017: Mannfólkakvøld og line dansur

Tað er B68 sum skipar fyri Mannfólkakvøldinum. Har fer Sámal Ravnsfjall at undirhalda við sangi og spæli. Edmund Joensen og Flemming Petersen fara at hugleiða. Navia og Borg fara at vísa vøru fram. Smyrjibreyð verður at fáa og Alfred Olsen verður orðstýrari. Kostnaður kr. 200,00.

Í Oyrahandlinum er linedansur á skránni, og tað eru Jóhanna Petersen og Jóhanna Troest sum skipa fyri. Eisini verður ein drekkamuður at fáa. Tað er ókeypis at luttaka.