Onnur tíðindi

Várdagar 2017: Málningaframsýning í Oyrahandlinum

Jóannes S. Hansen, sum bleiv 70 ár mánadagin, er føddur á Toftum, og flutti inn í Saltangará við foreldrum sínum tá hann var 3 ára gamal.

Jóannes hevur nógvar listarligar gávur. Umframt at mála, so kenna vit hann eisini sum ídnan og góðan myndatakara og tónleikara. Jóannes dugir sera væl at spæla og improvisera á orgul, klaver og harmoniku. Hann er altíð fúsur at spæla undir til eitt og hvørt tiltak, sum skipað verður fyri her í nærumhvørvinum. Jóannes hevur givið 2 fløgur út av klavertónleiki.

Jóannes hevur ofta luttikið á málningaframsýningum, bæði einsamallur og saman við øðrum. Hann hevur eisini havt kvøldskúlaundirvísing á ymsum kvøldskúlum.

Á ferniseringini í Oyrahandlinum sunnudagin, kl. 15.00, fer Jóannes S. Hansen sjálvur at hugleiða og spæla.

Málningaframsýningin er opin næstu vikurnar.