Onnur tíðindi

Várdagar 2017: Konsert í Tofta skúla týskvøldið

Elinborg Pálsdóttir hevur í ár givið eina EP út sum kallast “Landið sum eingin sær”. Í 2015 gav hon út sína fyrstu útgávu “Spor”. Seinni í ár fer Elinborg at savna hesar báðar útgávur í eina LP. Elinborg hevur spælt nógvar konsertir og í 2016 fekk hon heiðurin sum ársins live einstaklingur í FMA.

Allan Tausen, sum gav fløgu út í 2013 við 11 løgum, harav hann hevur skrivað 8 sjálvur, er sera dugnaligur gittarleikari. Umframt at spæla saman við Elinborg Pálsdóttir, spælir hann eisini saman við fleiri øðrum føroyskum kendum sangarum og tónleikarum, so sum Hans Marius Ziska, Høgna Lisberg, Knút Háberg Eysturstein og Døgg Nónsgjógv.

Konsertin er í Tofta skúla týskvøldið, 2. mai kl. 20.00. Konsertin er ókeypis.