Onnur tíðindi

Várdagar 2017: Konsert í festivalteltinum fríggjakvøldið

Legg til merkis, at konsertin byrjar kl. 20.00, og ikki kl. 19.00, sum áður kunngjørt.

Skráin sær soleiðis út:

Barnakór úr Nebo og Tabor
Undirhúskórið
Vitin úr Klaksvík
Ólavur Højgaard, Niels Midjord og Hallgrím Miðberg
Dania O. Tausen
Blátt Gras

Uml. kl. 23.00 verður boðið til ókeypis suppu.

Kl. 23.30 verður Ungdómsbrak við sangi og framførslum, sum vit kenna tað frá TeenStreet tiltøkum.

Eins og undanfarin ár er talan um eitt Blákrosstiltak, og í ár er tað Nebo sum skipar fyri. 

Konsertin er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.