Onnur tíðindi

Vallistin og valevnislistin til kommunuvalið

Kunngerð um vallistan og valevnislistar til kommunuvalið 10. november 2020

Hervið verður kunngjørt, at vallistin, til kommunuvalið 10. november 2020, liggur frammi á kommunuskrivstovuni, í vanligari avgreiðslutíð, til alment eftirlit, í  døgunum frá 08. oktober 2020

til og við 22. oktober 2020.

Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin verða send Nes kommunu, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.

Valevnislisti í Nes kommunu kann í mesta lagi hava 11 valevnir.

Listin skal verða undirskrivaður av í minsta lagi 15 og mesta lagi 25 veljarum sum stillarum.Undirskriftirnar hjá stillarunum skulu vera á sama lista, sum valevnini eru skrivaði á.

Hjálagdur skal vera ein serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi og bústaði.

Ein veljari kann bert vera stillari á einum lista. Listin skal latast inn av einum stillara á kommunuskrivstovuna ella til valnevndarformannin í seinasta lagi týsdagin 20. oktober 2020 kl. 18.00.

Nes kommuna