Onnur tíðindi

Val til Eldraráðið í Roðanum

Val til Eldraráðið í Roðanum.

12. november 2024, samstundis sum býráðsval er, skal nýtt Eldraráð veljast fyri ROÐAN.

Endamálið hjá Eldraráðnum er at betra, styrkja og útbyggja sambandið millum eldru borgararnar og Roðan.

Valbæri og atkvøðurætt hava allir borgarar í kommununi, sum valdagin hava fylt 60 ár.

Fyri at stilla upp skulu tey, sum stilla upp til Eldraráðið, vera 60 ár ella eldri sjálvan valdagin. Atkvøtt verður millum persónarnar, sum skrivliga hava boðað kommununi frá, at teir stilla upp.

Valskeiðið gongur frá 1. januar 2025 til 31. desember 2028.

Kundi tú hugsa tær at stilla upp, skalt tú fylla út skjali ”Valevnisfráboðan og Stillaralisti til Eldraráðsvalið 2024”. sum fæst á kommunuskrivstovuni.

Eingin kann vera stillari fyri meira enn eittt valevni.

Fráboðanin skal latast inn á kommunuskrivstovuna í seinasta lagið 15. oktober 2024, kl. 18,00. 

Eldraráðið verður samansett samb. viðtøkum í stýrinum fyri Roðan, á henda hátt:

Sjóvar kommuna                       1 umboð og 1 varaumboð.

Runavíkar kommuna              3 umboð og 3 varaumboð

Nes kommuna                           1 umboð og 1 varaumboð.

Tey næst valdu í avvarandi kommunum vera varalimir eftir galdandi valreglum.

Til kunnleika skal vera sagt frá, at í inniverandi valskeiðið hava umboðini í Eldraráðnum fyri Nes kommunu verið,  Alfred Olsen og Aloma Davidsen.

 

Vinarliga

Eldrafelagið á Toftum