Hósdagin 6. juli kl. 13.30 vitja TR-Føroyar súkklararnir við Undirhúsið á Toftum.
Nes kommuna skipar fyri eini hugnaligari móttøku. Borgarstjórin bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð, og Steintór Rasmussen og Pætur við Keldu fara at framføra nakrar sangir.
Kommuan bjóðar kaffi/te, leskidrykk og okkurt gott undir góman. Nes kommuna heitir hervið á øll, yngri sum eldri, at møta upp og heilsa okkara súkklarum, sum nú byrja longu ferðina til París.
Um náttina fer alt liðið, 63 súkklarar og 14 tænastufólk, umborð á Norrønu.
Leygardagin á middegi leggur Norrøna at í Hirtshals, og so verður súkklað í eina heila viku. Á ferðini til París verður súkklað í Danmark, Týsklandi, Belgia og Fraklandi. Súkklararnir koma til París leygardagin 15. juli. Tá ið túrurin er liðugur, hava teir súkklað uml. 1350 km.
Myndir frá túrinum verða lagdar út dagliga á síðuni hjá Team Rynkeby á Facebook og Instragram, og øll eru vælkomin at fylgja við har.
Nes kommuna.