Seinasta summar bjóðaði Nes kommuna út lendið við Regnavegin, beint sunnan fyri Svangaskarð, á leið 8.000 m2, alment til sølu til fjølbroytta íbúðarbygging.
Sp/f Skákið við Høgna Petersen o. fl., Saltnes, keypti lendið til at byggja upp til 70 íbúðir í økinum.
Sáttmálin millum Nes kommunu og Skákið er treytðaur av, at kommuan eigur grótið. RTS og Skákið hava gjørt sáttmála um avgrevstur og spreinging av grótinum.
Nes kommuna hevur gjørt avtalu við Skákið um lessing og koyring av grótinum oman í Oyrarnar. Somuleiðis hevur Nes kommuna gjørt avtalu við RTS um móttøku og útlegging av grótinum til brimverju í Oyrunum.
Í dag byrjaði so avgrevsturin við Regnavegin. Hetta er ein stór og spennandi íbúðarverkætlan. Íbúðirnar fara at hava eitt framúr útsýni og liggja væl fyri, tætt við Toftavatn, beint við ítróttarøkið á Svangaskarði, skúla, barnagarð og frítíðarskúla – og við bili eru bert 15 min til Havnar.
Í løtuni verða tekningarnar til íbúðirnar gjørdar lidnar, og eftir ætlan byrjar sjálv byggingin av íbúðunum seint í summar.
Á ástaðrfundi í dag vóru Høgni Petersen, stjóri fyri Skákið, Svend Lamhauge fyri RTS og Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu.