Eftirspurningurin at seta búgv í Nes kommunu er vaksandi.
Til tess at lofta eftirspurninginum, hevur Nes kommuna nú ætlanir um at byggja íbúðir ella raðhús oman fyri vegin.
Økið er partur av matr. nr. 267e, sum kommunan eigur, og er tað góðar 2.000 fermetrar.
Fyri at fáa fjøltáttaða bygging verður økið bjóðað út til íbúðar- ella raðhúsabygging. Hetta er samsvarandi heildarætlanini, har fyrsta strekkið á nýggja vegnum eru sethús niðanfyri og eitt nú íbúðir og raðhús hinumegin vegin.
Áhugað kunnu venda sær til Nes kommunu á tlf. 565001 ella á nes@nes.fo, og har fáa nærri upplýsingar um byggiætlanina, prísir, tíðarætlan o.a. Víst verður annars til ásetingarnar fyri B-økið, sí byggisamtyktina á nes.fo.